Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 11 - 16. januar 2009 Fýra klaksvíkskvinn­ ur hava tikið stig til vælverudagin, ið verður í Klaksvík komandi mánað. Tær hava avgjørt, at 2009 skal vera vælveruárið. Nú er nokk tosað, nú skulu vit til verka. Nú skal kroppurin fáa tað, hann hevur tørv á, og til at hjálpa okkum á veg, vera kostráðgevar, stylistar, sniðgevar, kokkar og onnur – øll savnað undir sama taki, sama dag VælVera Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo 14. februar verður í 2009 ikki bert dagur Valentines. Tá verður eisini fyrsti før­ oyski vælverudagurin av sínum slag í Klaksvík. Hann hevur fingið heitið Njótingarfrekur leygardag­ ur. Talan er um ein dag, har ymiskir vælveruveitarar savnast í Badmintonhøllini í Klaksvík, har skipað verð­ ur fyri verksmiðjum av ymiskum slag. ­ Tað byrjaði við, at vit eftir eitt íverksetaraskeið við Gjógv sótu og tosaðu um sølustevnur, og um hvussu keðiligar tær vóru vorðnar. So tók hetta hug­ skotið um at hava verk­ smiðjur í staðin fyri vanligu sølubásarnar skap, greiðir Barbara Biskopstø frá. ­ Ætlanin var, at hesin dagurin skuldi vera í desember, og ætlaður at fáa fólk at stressað av og njóta tað í jólaresinum. Men tíðin gjørdist ov knøpp, og dag­ urin tí fluttur til 14. februar, sigur íverksetarin í sam­ starvinum, Annika Stein­ tórsdóttir. Hugskotið hjá Liva er, at Njótingarfreki leygardag­ urin skal umboða breiddina í vælveru. Til dømis innan móta. Og at upplýsa um spa, wellness ella yoga, sum ikki er serliga útbreitt í Føroyum. Men fyrireikarar­ nir á Liva meta, at orsøkin helst er manglandi kunning. Tær hava reist spurningar um hvar mann kann fara til yoga, og hvørjum er yoga ætlað til. Hetta skal Njót­ ingarfreki leygardagurin ætlandi geva eitt svar uppá. Samansetingin av arbeiðs­ bólkinum eru tvey møðgu­ pør, sum tær longu hava navngivið seg. Jóngerð og Olga Biskopstø eru systrar, Annika er dóttir Jóngerð og Barbara er dóttir Olgu. Bar­ bara er grafikari og rekur egna lýsingarstovu, Jóngerð er fysioterapeutur og klin­ iskur psykoterapeutur, Olga er útbúgvin samskiftis­ og samfelagsfrøðingur, og Ann­ ika, sum ikki enn er farin undir útbúgving, hevur seinastu tíðina starvast sum verkætlanarleiðari hjá Íverk­ setarahúsinum. ­ Hetta er ein góð kom­ binatión. Allar eru hvør sín typa, og vita eitt sindur um hvørt. Vit kennast væl, kenna dygdirnar hjá hvør aðrari og tað, at tað er familja, er bara ein styrki, greiðir Jóngerð Biskopstø frá um samstarvið. Lekkur uppskrift – lítið tilfar Jóngerð greiðir víðari frá, at vit sum brúkarar seinastu árini hava fokuserað nógv upp á hvussu vit fáa tann perfekta køkin, perfekta bilin og perfekta kroppin. ­ Tað stendur í hvørjum blað, vit hefta okkum við tað eina løtu, men gloyma tað so skjótt, vit leggja blað­ ið frá okkum. Nú fara vit at gera okkurt við málið, og hava sett árið 2009 av til vælveru. Tað snýr seg um at hava tað gott, og seta spurnartekin við hvat tað er, vit fylla í okkum, og hvat vit vilja bjóða okkara kroppi, sigur hon. Tað eru ivaleyst fleiri enn Annika, Barbara, Olga og Jóngerð, ið hava upplivað at funnið eina lekkra upp­ skrift til suppu í einum blað, men tá ein so fer at keypa inn, fær ein bert helvt­ ina av tí, sum skal í supp­ una. ­ Tí fara vit at royna at savna tey, ið til dømis fáast við heilsugóðan kost og veitarar, sum fara at borð­ reiða við onkrum lekkrum uppskriftum, soleiðis at tað verður lættari fyri brúkaran at síggja hvat skal til eina slíka uppskrift, og hvar tað er at fáa, greiðir Annika Steintórsdóttir frá. Og fusiónin ger seg eisini galdandi, tá samfelagsfrøð­ ingurin blandar seg. Á skránni fyri vælverudagin, verður thailendsk buffé at fáa, umframt lekkur pinna­ matur, men tað verður eing­ in matstova, ið kemur at kokkast. Í staðin eru tað thailendskar kvinnur, ið búgva í Føroyum, sum fara at standa fyri matgerðini. Samstundis skal dagurin, sum varðir frá 16.00­01.00 hava eitt broytiligt tema. Tænarar og vertir koma gjøgnum dagin at skifta klæðir og stíl, sum sampakk­ ar við huglagið í høllini. Tað heila skal geva ein hugnaligan og festligan dám. Vælvera verður raðfest í sparitíðum Høvuðsgesturin á tiltakinum er Anja Nielsen, sum tvær ferðir hevur vunnið heiðurin sum Miss Fitness í Dan­ mark. Hon fer at greiða frá hvussu ein broytir lívsstíl, hvussu ein fær meir yvirskot í gerandisdegnum, jaliga tankagongd og betri stundir. Umframt hetta fer hon at greiða frá, hvussu vit við at hugsa, eta og venja á rættan hátt, kunnu tapa okkum utt­ an at noyðast á klænki­ skeið. Men Njótingarfreki leyg­ ardagurin snýr seg ikki bert um tann eina dagin. www. liva.fo, sum heimasíðan hjá Liva eitur, fer framvegis at vera virkin, og framyvir skulu einstaklingar og virki kunna venda sær til Liva við tí, tey kunnu bjóða av vælverutænastum. ­ Tað er soleiðis í Før­ oyum, at mann næstan noyð­ ist gjøgnum alla telefon­ bókina fyri at finna fram til akkurát tað, ein hevur hug til. Ætlanin hjá okkum er at savna hesa kunningina um tiltøk og fyriskiparar á okk­ ara heimasíðu, greiðir Bar­ bara Biskopstø frá. ­ Tað liggur helst til okk­ um føroyingar, at vit ikki eru so góð til at koma út við tí kunning, sum er neyðug á hesum økinum. Og tað skal heimasíðan hjá okkum broyta uppá, sigur Olga Biskopstø. Næsta tiltakið er longu sett á skránna. Tað verður í mai, tá Thorbjörg Hafsteins­ dottir kemur at vitja. Hon skrivaði væl umtóktu bók­ ina 10 år yngre på 10 uger, sum hevur elvt til heilt fitt av kjaki. Njótingarfreki leygar­ dagurin verður fíggjaður við atgongumerkjakostnaði. Í Badmintonhøllini í Klaks­ vík verður rúm fyri umleið 800 fólkum. Men verður ein slíkur raðfestur í ringum tíðum? ­ Ja, tað halda vit. Vit halda, at tað hevur stóran týdning fyri samfelagið, at fólkið hevur tað gott, og at júst tað verður raðfest í ring­ um tíðum. Og eftir vitjanum á heimasíðuni at meta, mugu vit ásanna at áhugin fyri vælveru er stórur, sigur Olga Biskopstø. Tær vilja Liva Grensuhandil kostar donsk arbeiðspláss Danir keypa ov nógv øl og sodavatn sunnan fyri markið til Týsklands. Og so eru teir vorðnir alt ov glaðir fyri at brúka einsærisíløt. Tað sigur í hvussu er bryggjaríið Carlsberg, sum sigur hetta vera orsøkina til, at fyritøkan noyðist at siga umleið 150 fólkum úr starvi. Tey flestu, sum missa arbeiðið, arbeiða á bryggjarínum í Fredericia, og í næstu viku byrja samráðingar millum Carlsberg og fakfeløgini hjá teimum, sum missa arbeiðið. Vælvera er sett á breddan fyri 2009, og fyri at fremja hana, skipar Liva fyri vælverudegi undir heitinum Njótingarmikil leygardagur í Klaksvík. Mynd: Cre8 Finnair skal spara Leiðslan í finska flogfelagnum Finnair boðaði í gjár frá, at hon hevur gjørt av at siga 140 fólkum úr starvi í næstum. Herumframt fáa umleið 3.000 onnur starvsfólk at vita, at teirra størv eru í vanda ella kunnu blíva broytt. Í triðja lagi hava 400 fólk, sum arbeiða eftir sáttmála við Finnair, fingið at vita, at teirra sáttmálar verða ikki longdir. Leiðslan í Finnair sigur, at tey ætlaðu tiltøkini skulu skarva einar 20 milliónir evrur av teimum árligu rakstrarútreiðslunum.