fríggjadagur 16. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti 11
á ísskoytum. Her kom ein ordiliga
í jólahýr av øllum teimum glaðu
fólkunum og øllum jólastásinum,
sum var har. Her stendur millum
annað eitt stórt jólatræ, sum er
kent um allan heim – serliga frá
teimum amerikonsku filmunum.
Eftir skoytingina fóru vit í bygn
ingin The Rock sum liggur í
Rockefeller Center. Á toppinum
á The Rock høvdu vit gott útsýni
yvir alt Manhattan. Sum flestu
føroyingar, so dámar okkum væl
at fáa dunnu jólaaftan, so vit
leitaðu okkum til eina kinesiska
matstovu, har vit fingu eina
dunnu. Hetta var hugnaligt, tí
uppá aðrar mátar líktist hetta
ikki teimum vanligu jólunum,
har ein fær rís ala mande, gávur
og annað. So man kann siga, at
dunnan kom væl við.
Dagin eftir fór tað mesta av
degnum til at vitja tað kenda
Central Park. Av tí at hon er
vorðin nýtt í fleiri filmum og
sjónvarpsrøðum, ger tað hana
óivað til tí mest kendu parkina
í heiminum. Parkin hevur
millum annað nógv manngjørd
vøtn, langar gangibreytir,
tvær skoytubreytir og nógvar
minnisvarðar, millum annað
Strawberry Fields, sum er víga
John Lennon. So ein kann ikki
annað enn at hugna sær har, og
vit vóru har ein heilan dag.
Á tí seinasta heila degnum í
New York City vóru vit á nógvum
støðum. Nú skuldi alt náast,
áðrenn vit máttu víðari. Vit
byrjaðu dagin við at fara til støð
sum t.d. STbygningin, Chrysler
bygningin og býarpartarnar Little
Italy og Chinatown. Eftir hetta
avgjørdu vit at ganga yvirum
Manhattan Bridge og heim aftur
eftir Brooklyn Bridge. Seint um
kvøldi fóru vit so inn í kenda
Empire State Building, sum er
hægsti bygningur í New York City.
Av tí at vit búðu í sentrum í
Manhattan, so gingu vit okkara
dagligu gongd í Fifth Avenue, har
m.a. Times Square liggur. Tá ið
man kemur til Times Square, so
verður ein fullkomiliga kringsettur
av lýsingum og jólaprýði. Her eru
lýsingar lagdar útyvir allar teir
stóru bygningarnir.
Um vit taka samanum jóladag
arnar í New York City, so føldu
vit eitt øgiligt jólares, sum ikki er
nærhendis tað føroyska. Her livdu
amerikanarnir veruliga upp til sítt
umdømið at vera stórslignir um
jólahøgtíðina. Tað var øgiligt lív
á gøtuni, har fólk royndu at fáa
tær síðstu gávurnar uppá pláss.
N var gjørt fyri at halda býin
jólaligan, bæði við jólapynti og
jólamonnum.
Ávegis til New York City fingu
vit fleiri ferðir at vita frá fólki
og høvdu eisini tann fordómin
frá filmum, at New York var ein
kriminellur býur og ein skuldi
ansa eftir, hvønn ein tosaði
við. Men tá ið vit komu til býin,
tosaðu vit við ein lokalan á
okkara aldri. Hann segði, at vit
høvdu onki at vera bangnir fyri
um vit brúktu okkara vit og skil
og uppførdu okkum nøkulunda.
Hann legði aftrat, at tað er satt,
at býurin ikki altíð hevur verið
tann fínasti at ferðast í. Men
fyri nøkrum árum síðani byrjaðu
tey at rudda upp á gøtunum fyri
skøkjulevnaði og tílikum, og
nú stendur tað væl til og fólk í
býnum eru vorðin meir opin. Vit
kunnu ikki annað siga, at tað er
satt. Vit høvdu ongantíð nakran
trupulleika við nøkrum, og tá vit
spurdu um veg, so vóru tey skjót
at hjálpa til.
Dagin eftir løgdu vit so leiðina
til Las Vegas. Vit fingu eitt
hotelrúm mitt á The Strip, har
allar høvuðsatraktiónirnar eru.
Vit fóru til Las Vegas fyri at halda
nýggjár. Her eru nógv
ferðandi allastaðni
frá, so tað er lætt
at koma í samband
við onkran, tí tey eru
eisini komin at njóta
henda býin, sum
hevur nógv spennandi
at bjóða. Dagarnir
upp til nýggjársaftan
fóru mest til at njóta
nøkur tiltøk, sum
vóru har og eisini
royndu vit eydnuna
á pokerborðinum. Nýggjársaftan
var stórt hald á The Strip,
høvuðsgøtuni, har tað byrjaði við
einum Evil Knievelsýning, har
ein skuldi gera eitt størri lop við
síni motorsúkklu. Áðrenn hann
gjørdi hetta lop sóu vit á øllum
skermunum, at tað varð nýggjár
í New York. Hetta show’ið við
motorsúkkluni var víst beinleiðis
á sjónvarpsrásum í øllum USA.
Tá tað nærkaðist nýggjár funnu
vit saman við tveimum skotum á
sama aldri, sum vit síðani hildu
gamlaárskvøld saman við. Sjálvt
nýggjársskiftið bleiv tað ikki
skotið fýrverkarí, sum man ger í
Føroyum, har øll skjóta eitt sindur
í part. Her vóru tað hotellini í hvør
sínum lagi skutu tað heilt stóra
fýrverki.
Um man skal taka samanum
so halda vit at Las Vegas nýtist
ikki at verða so dýrt. Hetta er
ein býur fyri øll. Hóast tey eru
heimskend, so eru hotellini á
The Strip ikki so dýr at búgva í,
t.d. er tað nógvar ferðir verri at
finna innivist í Manhattan fyri
ein bíligan penga. Men eisini má
sigast, at Las Vegas kann lúka
øllum tørvum hjá ríkmonnum,
sum ofta leggja leiðina her til.
Men tak ikki feil. Um man vil
til øll tiltøkini og kanska royna
okkurt á casinounum, so kann tað
lættligani gerast dýrt. Men í New
York kostar alt.
Í morgin leggja vit leiðina
víðari frá Las Vegas, har næsta
ferðamál okkara verður Hoover
Dam og Grand Canyon.
Leggjast kann aftrat at at vit
hava gjørt ein profil til endamál,
hann er á www.myspace.com/
hanusogatli
Las Vegas á nýggjárinum
Kanska til Føroya
Brian Tawney og Jill Saltzman
Eftir at vit løgdu leiðina frá Chicago, ótu vit í einum staði beint
uttanfyri Akron, sum er í Norðureystur Ohio. Her komu vit í prát við
eini hjún, sum búðu tætt við. Orsøkin at vit komu í samband við tey
var, tí at tey vóru forvitin at vita hvar vit vóru frá. Tey hildu at okkara
mál líktist eitt sindur tað týska, men vistu at hetta ikki var týskt, so
tey máttu spyrja .
Teirra nøvn eru Brian Tawney og Jill Saltzman. Brian er 39 ára
gamal og er “test engineer fyri eitt medical imaging virki “. Jill er
41 ára gomul og er “paramedic working on a mobile intensive care
unit” og hevur havt hetta arbeiðið í 10 ár.
Vit komu í prát um hvussu tey fóru at halda heilidagarnar um
jólahøgtíðina. Tey søgdu at teirra ætlan var at halda tey saman við
familjuni hjá Brian, har tey m.a. hava eina stóra máltíð, líknandi tí
sum man sær í sjónvarpinum. Eftir hetta ætla tey at fara til St. Pete
Beach í Florida, har Brian skal taka lut í “the Aikido Winter Intensive
Training” . Aikido er ein japansk martial art líknandi tí sum man sær
Steven Segal gera í filmum. Brian hevur gingið til Aikido í næstan
20 ár. Nýggjárshaldið verður hildið saman hinum luttakranum í “the
Aikido Winter Intensive Training”, har tað verða umleið 100 fólk
samlaði, so tað gleða tey seg nógv til.
Tá vit í eina góða løtu bert høvdu tosað við tey um jólini hjá
teimum, byrjaðu tey at fregnast um Føroyar. Vit greiddu teimum frá
um oyggjar okkara og vístu teimum myndir. Tey vístu stóran áhuga
fyri Føroyum og høvdu gott hugsað sær einaferð at ferðast har.Vit
hava havt samband við tey aftur og møguligani ein túrur til Føroyar
einaferð verður veruleiki hjá teimum.
Niagara Falls