Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. januar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 11 - 16. januar 2009 ] Tórgarð úti komandi vikurnar Landsliðsleikarin Dánjal Tórgarð verður ikki við á liðnum hjá H71 komandi tíðina. 19 ára gamli hoyvíkingurin hevur fingið skaða í knæið, sum ger, at hann ikki verður tøkur hjá venjarunum til næstu uppgávurnar. Hann verður tí neyvan við, tá føroyska landsliðið skal royna seg í landsdysti móti Grønlandi mikudagin. City bjóðar 894.000.000 Italska AC Milan váttar nú, at enska Manchester City hevur boðið upp á brasilska Kaka, sum fyri einum ári síðani varð kosin heimsins besti spælari. Sambært Sky Italia er talan so ruddiliga um heimsmet fyri ein spælarahandil, sum hesin verður veruleiki. Sjónvarpsstøðin veit at siga, at boðið úr Onglandi er ikki minni enn 120 milliónir evrur – ella 894 mió kr. Samstundis er felagið til reiðar at rinda 35 mió evrur – 260 mió kr. – til ráðgevararnar hjá Kaka, um teir fáa sannført hann um, at fótbóltsframtíðin er í Manchester. Spania og Týskland verða eisini spádd at hava ein góðan møguleika. Hjá Noreg og Svøríki ræður fyrst um at vinna seg í millumumfarið Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Í kvøld kl. 19.30 byrjar HM-endaspælið í mans- hondbólti í Kroatia, tá verts- landið, Kroatia spælir fyrsta dystin ímóti Suðurkorea. Kroatia er ein stór og stolt hondbóltstjóð, og fer liðið at hava eina fanatiska fjøld aftanfyri seg, sum fer at muna í dystum, sum liggja á vippuni. Veddingarfyri- tøkurnar kring Evropa hava tó Frakland, sum fyrsta favoritt, meðan Kroatia er annar favorittur. Danmark, Spania og Týskland eru triðju favorittar. Danski landsliðsvenjarin, Ulrik Wilbek hevur meldað út, at hálvfinalan er mál- setningurin. Summir spæl- arar á danska liðnum ivast ikki í, at Danmark vinnur gull. Men eitt lið skal gjøg- num 10 dystir, áðrenn meistaraheitið er heima. 5 dystir í innleiðandi bólkin- um, 3 dystir í millumumfar- inum, eina hálvfinalu, og so finalan. Alt hetta skal avgreiðast uppá 16 dagar, og tá møði og skaðar fara at gera um seg, so er ikki víst, at finaluliðini verða tey, sum tey flestu spáa. Kasper Hvidt í málinum, Michael Knudsen og Lars Jørgensen verða tríggir ógvuliga av- gerandi spælarar hjá Dan- mark í royndunum at røkka heimstindinum. Norðurlond í top 10 Norðurlond eru væl umboð- að í HM-endaspælinum. Danmark og Noreg eru enntá í bólki saman, saman við Saudi Arabia, Brasilia, Egyptalandi og Serbia. Flestu hondbóltsserfrøðing- ar vilja meta, at Danmark, Serbia og Noreg eiga at vinna seg í millumumfarið, men Egyptaland ætlar at hava eitt orð at siga í tí málinum. Norðmenn, sum ikki hava Børge Lund og Frank Løke á liðnum hava ikki tosað líka hart, sum danir um hálvfinalupláss og HM-gull, men hava mill- umumfarið, sum mál fyri fyrst. Svenska hondbóltslands- liðið livir í skugganum av svenska íshokkilandslið- num og svenska fótbólts- landsliðnum, og eru eftir- hondini mong ár liðin, síð- ani Svøríki var eitt stórveld- ið innan manshondbólt. Frá seinast í 1980-unum til aldarskiftið fór nærum einki EM, HM ella OL- endaspæl framvið, uttan at Svøríki vann gull, silvur ella bronsu. Nú eru málsetn- ingarnir spakari í svensku leguni, og hjá teimum er málsetningurin eisini at vinna seg í millumumfarið fyri fyrst. Svøríki er í bólki saman við Kuwait og Kuba, sum teir eiga at sigra á. Men so mugu teir togast við vertslandið, Kroatia, Spania og Suðurkorea um at vinna sær sætið í mill- umumfarinum. Lættur bólkur hjá Fraklandi Í bólki C eru Týskland, Russland og Pólland í bólki saman, og haldi tey støðið, so burdu londini ligið oman fyri Algeria, Tunesia og Makedonia. Stór semja er um, at Frakland er komið í tann lættasta innleiðandi bólkin. Frakland er í bólki saman við Australia, Argen- tina, Slovakia, Ungarn og Rumenia. Oddsini eru høg uppá, at Rumenia og Ung- arn skulu vinna HM, og risastór, at Slovakia, Argen- tina og Australia fremja hetta í verkið. Væntað verður, at Ungarn og Rumenia fara at fylgja Fraklandi til millumumfarið. Innleiðandi umfarið verður spælt millum 16. og 22. jan- uar. Millumumfarið verður spælt millum 23. og 27. januar. Hálvfinalurnar verða fríggjadagin 30. jan- uar. Og sunnudagin 1. febru- ar verða finalan og bronsu- finalan spældar. Miðlahúsið fer at fylgja HM, og tá ser- liga teimum norðurlendsku londunum. Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 12 11 - 1 35 16 19 22 2 Mjølnir 12 8 - 4 25 18 7 16 3 Fleyr 12 7 - 5 25 19 6 14 4 Dráttur 12 7 - 5 27 21 6 14 5 ÍF 12 6 - 6 24 21 3 12 6 KÍF 12 3 - 9 19 29 -10 6 7 TB 12 0 - 12 2 36 -34 0 Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 11 9 - 1 - 1 302 227 75 19 2 VB 11 8 - 0 - 3 302 244 58 16 3 Neistin 11 4 - 3 - 3 285 271 14 13 4 Tjaldur 10 5 - 2 - 3 263 238 25 12 5 StÍF 11 2 - 0 - 9 258 327 -69 4 6 Kyndil 10 5 - 2 - 3 173 276 -103 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 11 9 - 0 - 2 304 280 24 18 2 Neistin 11 7 - 0 - 4 330 315 15 14 3 H71 11 6 - 0 - 5 293 266 27 12 4 StÍF 11 5 - 2 - 4 273 2730 3 12 5 Kyndil 11 3 - 2 - 6 274 298 -24 8 6 KÍF 11 1 - 0 - 10 262 307 -45 2 Frakland, Kroatia og Danmark favorittar Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Sunset-kappingin Dagur Klokkan Dystur 18.01 14.30 Neistin-Stjørnan 18.01 15.00 Tjaldur-StÍF 18.01 15.00 VB-Kyndil Atlantic Airways-kappingin 18.01 16.00 Neistin-VÍF 18.01 16.00 H71-Kyndil 18.01 16.00 KÍF-StÍF Flogbóltur Eik-ligan kvinnur 18.01 14.30 TB-KÍF 18.01 15.00 SÍ-ÍF Hans Lindberg og Mikkel Hansen strekkja út, meðan danska hondbóltslandsliðið leggur seinastu hond á fyrireikingarnar til HM-kappingina í hondbólti Mynd: Jens Dresling/Polfoto