fríggjadagur 16. januar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 11 - 16. januar 2009
Greiðir
favorittar
Talan tykist ikki at vera
um tann heilt stóra
spenningin í teimum
trimum kvinnudystun
um, sum verða spældir
um vikuskiftið.
Skal
metast
eftir
úrslitunum, sum higar
til hava verið í lands
kappingini, so kann
Neistin kanska gera
okkurt við Stjørnuna,
sum fyrr í vetur mátti
taka til takkar við javn
leiki í útidystinum móti
Neistanum. Men úrslit
ið í Klaksvík í gjár ben
dir tó ikki á, at Neistin
skal vænta sær nakað
serligt hendan dystin.
Tjaldur hevur heima
vøll móti StÍF, sum
neyvan fer at gera tað
heilt stóra í júst tí dyst
inum, og tað sama má
sigast um Kyndil, sum
hevur møtumikla upp
gávu í Vági.
mørk
Ebbe Sand
til Føroya
Fyrrverandi
danski lands
liðsframherjin,
Ebbe Sand, skal í
komandi mánað
halda skeið fyri før
oyskum venjarum
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Fyrrverandi málkongur
in í týskum fótbólti,
Ebbe Sand, skal í kom
andi mánaði leggja før
oyskum venjarum lag
á. Fótbóltssambandið
hevur fingið avtalu í
lag við danan um at
halda impolsskeið, sum
lið í at hækka støðið á
føroyskum
fótbólti.
Undirvísingin
verður
bæði ástøðilig og verk
lig, og evnið í undirvís
ingini verður venjing
við áleyparum, skrivar
heimasíðan hjá FSF.
Skeiðið verður 21. feb
ruar, og hava ávísir
venjarar fingið inn
bjóðing.
Eftir at teir fyri bara
tveimum vikum
síðani mistu odda
sessin, er Neistin nú
í vanda fyri at missa
annaðplássið og
harvið finalusessin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá farið varð inn í 2009,
var lagið í mansleguni hjá
Neistanum mest sum í
toppi. Formkurvan hjá liðn
um hevði peikað beint upp
eftir, og við einum sigri á
VÍF kundi liðið seta beina
kós móti FMfinaluni.
Síðani hevur korthúsið tó
ikki staðið serliga stútt.
Dysturin móti VÍF varð tapt
ur. Tað sama hendi á Skála
fyri viku síðani, og eftir
tapið móti KÍF í miðvikuni
er Neistin í vanda fyri at
missa eina møguliga steypa
finalu úr hondum.
Tí er trýstið stórt, nú VÍF
aftur er á vitjan í Havn, og
talan er væl at merkja um
eitt VÍFlið, sum tykist
nærkast toppinum aftur,
eftir at teir fyri jól vóru í
einum aldudali.
Vinna vestmenningarnir
eisini hendan dystin, kunnu
teir mest sum bíleggja sær
frídagar, tá FMfinalurnar
koma á skránna í vár.
Kyndil órógvar
Í Hoyvíkarhøllini hava hoy
víkingar
møguleika
at
prógva, at tapið móti Kyndli
herfyri var eitt mistak, tá
teir aftur hava heimavøll
móti grannunum.
Seinastu vikurnar hava tó
prógvað, at dystirnir móti
Kyndli eru alt annað enn
lættir, og kunnu teir grønu
aftur vinna sær stig hesa
ferð, verður brádliga slettis
ikki so langt til eitt møguligt
finalupláss, sum tað annars
hevur verið. Og við fullari
skjáttu av sjálvsáliti eftir
fýra sigrar á rað er als ikki
óhugsandi, at Kyndil fer at
órógva hini liðini nakað
meira, enn hesi hava ætlað.
Seinasti dysturin hetta
umfarið er millum KÍF og
StÍF. Strandingar eru enn
við í kapprenningini um eitt
pláss í FMfinaluni, men
avrikið hóskvøldið gav ikki
nakran serliga góðan gróðr
arbotn fyri vónum av hesum
slag. Og tí skulu heilt aðrir
bollar í súpanina, um teir
framvegis vilja vera partur
av tí stríðnum.
Bólkur A spælir í Osijek
17/1 kl. 15.30: Slovakia Argentina
17/1 kl. 17.30: Ungarn Australia
17/1 kl. 19.30: Frakland Rumenia
18/1 kl. 14.00: Australia Slovakia
18/1 kl. 16.00: Rumenia Ungarn
18/1 kl. 18.00: Argentina Frakland
19/1 kl. 14.30: Rumenia Argentina
19/1 kl. 16.30: Ungarn Slovakia
19/1 kl. 18.30: Frakland Australia
21/1 kl. 14.00: Australia Rumenia
21/1 kl. 16.00: Ungarn Argentina
21/1 kl. 19.00: Slovakia Frakland
22/1 kl. 14.00: Argentina Australia
22/1 kl. 16.00: Slovakia Rumenia
22/1 kl. 18.00: Frakland Ungarn
Bólkur B spælir í Split
16/1 kl. 19.30: Kroatia Suðurkorea
17/1 kl. 15.30: Spania Kuwait
17/1 kl. 17.30: Svøríki Kuba
18/1 kl. 15.30: Kuba Spania
18/1 kl. 17.30: Suðurkorea Svøríki
18/1 kl. 19.30: Kuwait Kroatia
19/1 kl. 15.30: Suðurkorea Kuwait
19/1 kl. 17.30: Svøríki Spania
19/1 kl. 19.30: Kroatia Kuba
21/1 kl. 15.30: Kuba Suðurkorea
21/1 kl. 17.30: Svøríki Kuwait
21/1 kl. 19.30: Spania Kroatia
22/1 kl. 15.30: Kuwait Kuba
22/1 kl. 17.30: Spania Suðurkorea
22/1 kl. 19.30: Kroatia Svøríki
Bólkur C spælir í Varazdin
17/1 kl. 14.30: Pólland Algeria
17/1 kl. 16.30: Týskland Russland
17/1 kl. 18.30: Makedonia Tunesia
18/1 kl. 14.30: Algeria Makedonia
18/1 kl. 16.30: Tunesia Týskland
18/1 kl. 18.30: Russland Pólland
19/1 kl. 14.30: Pólland Makedonia
19/1 kl. 16.30: Týskland Algeria
19/1 kl. 18.30: Russland Tunesia
21/1 kl. 14.30: Algeria Russland
21/1 kl. 16.30: Makedonia Týskland
21/1 kl. 18.30: Pólland Tunesia
22/1 kl. 14.30: Makedonia Russland
22/1 kl. 16.30: Týskland Pólland
22/1 kl. 18.30: Tunesia Algeria
Bólkur D spælir í Porec
17/1 kl. 14.15: Noreg Saudi Arabia
17/1 kl. 16.15: Egyptaland Serbia
17/1 kl. 18.15: Danmark Brasilia
18/1 kl. 14.15: Brasilia Noreg
18/1 kl. 16.15: Saudi Arabia Egyptaland
18/1 kl. 18.15: Serbia Danmark
19/1 kl. 15.00: Brasilia Serbia
19/1 kl. 17.10: Noreg Egyptaland
19/1 kl. 19.15: Danmark Saudi Arabia
21/1 kl. 15.00: Saudi Arabia Brasilia
21/1 kl. 17.10: Noreg Serbia
21/1 kl. 19.15: Egyptaland Danmark
22/1 kl. 15.15: Serbia Saudi Arabia
22/1 kl. 17.15: Egyptaland Brasilia
22/1 kl. 19.15: Danmark – Noreg
Høvuðsumfarið verður spælt í døgunum 24. til
27. januar. Hálvfinalurnar verða spældar 30.
januar. Finalan og bronsufinalan verða spældar
sunnudagin 1. februar.
Nú er trýst á Neistanum
Leikskráin í teimum 4 HM-bólkunum
Nenad Stankovic til B68
Nenad Stankovic skal í komandi kappingarári spæla við B68. Tað
skrivar heimasíðan hjá toftamonnum. Serbiski miðvallarin kom til
Føroya í 2005, tá hann umboðaði Skála. Saman við venjaranum
Johan Nielsen skifti hann til NSÍ í 2007, har hann átti ein
høvuðsleiklut í føroyameistaraheitinum hjá runavíkingum. Hann
var sama árið valdur sum ársins leikari í føroyskum fótbólti. Nú
skal Nenad Stankovic royna seg hjá grannunum á Toftum, har
hann helst skal loysa av Jann Inga Petersen, sum fyrr í vetur
gjørdi avtalu við júst NSÍ.
Calderón liðugur í Madrid
Sambært sponskum miðlum eru dagarnir hjá Ramón
Calderón sum forseti í Real Madrid taldir. Eitt nú eru
ógvusligar ákærur um valsvik við seinasta aðalfundin hjá
felagnum, og Marca skrivar nú, at Calderón tekur seg
aftur sum forseta í næstum. Sambært blaðnum, sum
plagar at vita, hvat gongur fyri seg í kongaliga felagnum,
verður núverandi varaforsetin, Vicenta Boluda, nýggjur
forseti í Real Madrid.
Síðani VÍF fyri tveimum vikum síðani vann á Neistanum, hava vestmenningar bókstaviliga
koyrt í gulu føraratroyggjuni. Sunnudagin vitja teir aftur í Havn