fríggjadagur 16. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 16. januar 2009
Ikki er tað serliga góður kostur
til okkara røsku handverkarar,
ið eg hugsi um í hesum føri…
Nei, ein av skuggasíðunum við
at drekka alkohol, - ov nógv
alkohol. Hundasjúkan dagin
eftir! Finst matur, ið linnar um
høvuðpínuna, at vilja spýggja,
møðina, harðan hjartaslátt,
skjálvti, sveittaherðindi og tað
sum verri er?
Javnan frættist um ráð, ið
kunna lætta um hundasjúku.
Líka frá natron til sonu-terapi.
Jú, tað ber til at binda um hei-
lan fingur og drekka við máta
ella als ikki, men um nú skaðin
er hendur? Alkohol er eitur, ið
likamið skal sleppa sær av við.
Summir alkoholiskir drykkir eru
verri enn aðrir. Vanligt er at
siga, at teir myrku drykkirnir, so
sum konjak, whisky, myrkt rom
geva størri hundasjúku enn teir
ljósu drykkirnir so sum vodka
og gin. Her snýr tað seg um
onnur evnir enn alkoholið, ið
eru eitrandi.
Fakkunnleikin sigur at vit skula
drekka nógv vatn. Áðrenn,
meðan og aftaná býtúrin.
Høvuðpínu-tablettir og svøvnur
afturat. Tað er ráð, ið veruliga
hjálpa.
Men so er tað at svongdin
kemur sníkjandi so líðandi. Og
oftani er tað feitt og salt, ið
likamið ella kanska heilin skríg-
gjar eftir. Tað er ein sannroynd,
at grill-barrirnar hava úr at gera
sunnukvøld. Hetta staðfesti eg
sjálvur seinasta sunnukvøld, har
eg í illveðursmyrkrinum leitaði
eg mær út í skuggasíðuni av
føroyskari matmentan: fast-
food, junkfood, grill, skund-
verðar. Ríkið har burgarin, kip-
sið og pitsan sum annar Dark
Knight ráðar fyri borgum.
Eg skal siga beinanvegin, at
eg hitti ikki annað enn blíð
og brosandi ungfólk á hesum
matstovum, ið bara ynsktu
at veita eina góða og profes-
sionella tænastu samsvarandi
sínum arbeiðsplássi. Og tað
gjørdi tey øll til lítar! Súsanna,
Sunhee, Heri, Katrin, Jórun,
Bogi og Árni á Burger King.
Ebba, Mona og Helena á City
Grill. Og so Louis, Aleksandra
og Beinta á Pizza 67.
Vit vita øll somul at grillmatur
ikki telist millum mest heil-
sugóðu føðsluna. Tað er heldur
ikki tí, at slíkar matstovur lata
upp. Har er ein eftirspurningur
eftir grillmati. Orsøkirnar eru
fleiri. Soleiðis er tað! Kanska
telist hundasjúkan og ómaka-
leysi skundverðin sunnudagar
uppí hesum orsøkum.
Nú var tað ikki undirritaði, ið
hevði verið á ”deyðsrutuni” í
náttarlívinum í Havn seinasta
leygarkvøld, men kvøldið
eftir hevði eg leitað fram eitt
”smakki-panel” av sjálvbod-
num ”royndarkaninum” við
hundasjúku. Hesi ynsktu at
vera ónevnd, men tey sluppu
kortini at kjósa ”føroya be-
sta óofficiella mat ímóti
hundasjúku”.
• Tann modernaði: Pizza 67: Hin fryntligi Ingi gav sær góða tíð
at hugsa, tá ið eg spurdi um eina góða pitsu fyri hundasjúku.
Aleksandra var skjót at koma uppí. Meat Feast, nummar 20, var
heilt greitt rætta valið, helt hon. Ostur, sós, peperoni, skinka,
oksakjøt, bacon og høsnarungi omaná. Ordans kjøt-ball. Eg fylgdi
ráðunum.
• Klassikarin: City Grill: Her stóðu longu meira ella minni kend
fólk og bíløgdu búffar og burgarar. Eg skal ikki nevna nøvn her.
Men hin blíða Helena, ið veitti mær góða tænastu kundi greiða
frá, at Cheese-burgarin var sera væl umtóktur sunnukvøld og
harafturat kips við salt, soyu og eddiku. Ein Jolly afturvið. So eg
gjørdi.
• Tann kosmopolitiski: Burger King: Have It Your Way, siga tey
her. Røðin av bilum við Drive-thru var øgilig. Sunhee kundi bei-
nanvegin sláa fast, at sunnukvøld bíløgdu mannfólkini Big King
XXL og konufólkini Crispy Chicken. Og altíð Go Large. Tann stóra
máltíðin. Eg bílegði eftir tilmælinum ein Big King XXL Go Large
við Coca Cola.
• Old-school: turrur fiskur og javnari: Hesin kostur kenna nógv
í eldra ættaliðinum ivaleyst. Sjálvur fekk eg ráðini frá einum
pápabeiggja einaferð. Skuldi rigga so øgiliga fyri hundasjúku. Her
mátti eg so fara í matvøru-handlar og leita. Fann ongan føroyskan
turran fisk. Bara íslendskan. Ikki so, at tað bilar. Undraði meg bara
hví eingin føroyskur turrur fiskur var at fáa.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Kokkar, tænarir, lærlingar
og eldsálir í Føroyum
hugleiða um uppskriftir.
24
Matur og timburmenn
Skoðsmálini frá royndarkaninunum vóru fullkomiliga persónlig, óvísindalig og fyri egnari rokning.
Sum væntað, var tað ”smag og behag”, ið ráddi. Summi svóru til Burger King-konseptið, meðan
onnur hildu fast um góða gamla City har kipsini eru við salt, soja og eddiku. Og so var tað Meat
Feast frá Pizza 67. Hon tók tey flestu á bóli. Hóskaði betur enn væntað til ein slíkan off-dag.
Men turri fiskurin og javnarin endaði kortini á odda sum fráleið. Veit ikki um tað var bjórin, ið
við sínum javnara-eginleikum gjørdi munin. Men føroyska útgávan fekk so flest stig hjá teimum
hundasjúku hendan dagin.
Kandidatarnir vóru fýra í tali: