fríggjadagur 16. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 11 • 16. januar 2009
Vikuskifti
20
Sethús – Djóna í Geilsgøta 9 –
Vaktarhúsbrekka 2, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum. Niðasta hædd og miðhæddin eru
72 m2 og ovasta hædd er 50m2. Hartil eru 20m2 úthús – í
alt 214m2. Grundøkið er 351 m2. Byggiár: 1958. Húsini eru
dagførd so við og við. M.a. er tak, klædningur, vindeygu,
hurðar, ketil og oljufýr skift. Í miðhæddini er inngongd,
durur, gongd, køkur, borðsstova / stova við útgongd til
útgólv, hjúnarrúm, baðirúm og 1-2 kømur. Í ovastu hædd
er trappugongd, kamar, alrúm / stova / kamar. Í niðastu
hædd er inngong, durur / gongd, kamar, køkur, stova,
kamar, millumgongd, baðirúm, vaskirúm, fýrrúm / kjall-
ararúm og garaga. Húsini standa í friðarligum umhvørvi
nær miðbýnum og stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar
o.m.a. Húsini standa nær miðbýnum.
Prísuppskot : 1.900.000,00
Sethús – Sivarsvegur 12, Hoyvík
Sera snøggu og framúr væl hildnu húsini eru í 3 hæddum.
Miðhæddin er 108 m2, niðasta hædd 102 og ovasta hædd
um 70 m2 – í alt 280 m2. Grundøkið er 502 m2. Byggiár:
1983, men húsini eru dagførd og viðlíkahildin, so tey eru
sum nýggj. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, durur,
gestawc, hall / trappugongd, køkur / alrúm, grovkøkur /
brygges við útgongd til hjallin, stór borðsstova / stova við
útgongd til altan / útigólv. Í erva er trappugongd, hjúnar-
rúm, baðirúm og 3 kømur – eitt við útgongd til altan. Í
neðra er inngongd, gongd / fýrrúm, trappugongd, vaski-
rúm, turkirúm við útgongd til snóratræ, ítrivsrúm,
goymslurúm og sera snøgg garaga. Lætt at gera íbúð í
niðastu hædd. Sera snøggur garður / urtagarður er uttan-
um. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barna-
vinaligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnar, býlings-
hús, skúlar, sparkivøllur og busssamband er nær við.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Sethús – á Kirkjabø, Miðvágur
Góð sethús í tveimum hæddum við stórari garasju. Hvør
hæddin er 110 fermetrar. Grundøkið er 729 m2. Byggiár:
1983. Í miðhæddini er gongd, køkur, borðsstova / stova,
hjúnarrúm, baðirúm og trý kømur. Húsini hava nýggjan
køk, hvítvørur, nýggjar innhurðar, og baðirúmið er gjørt
av nýggjum við gosbaði. Í niðastu hædd er vaskirúm, eitt
kamar og stór garasja við el-portri. Húsini standa væl fyri í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg.
Sera vakurt útsýni er út á fjørðin og ognin er granni til
kendu søguligu prestakonuna Barbaru. Húsini hava
stóran garð, og túnið og trappunar eru lagdar við flísum.
Prísuppskot: 1.300.000,00 kr.
Tvíhús – Heygsvegur 16, Tórshavn
Talan er um eini nýgg tvíhús har alt er gjørt bæði innan og
uttan. Grundøkið er 416 fermetrar til víddar. Húsini eru í
tveimun hæddum, har hvær hæddin er 78 fermetrar til
víddar. Á veghæddini er gongd, 3 kømur, baðiverilsi,
bryggers pg trappa til 1. hædd. À 1. hædd er gongd, stova
og køkur við atgongd til altan, kamar við atgongd til altan
og baðirúm. Húsini liggja væl fyri, 10.min oman í býin,
sera góðan sólargang og gott útsýnið.
Prísuppskot : 2.450.000,00 kr.
Raðhús – Maritugøta 83 Hoyvík
Frálíka snøgga raðhúsið er í 2 hæddum á 57 m2 og úthús
/ hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til
amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 130 m2. Byggiár:
2007. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv
/ terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baði-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, frið-
arligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum granna-
lagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har
eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur og
fleiri spælipláss.
Prísuppskot : 1.900.000,00 kr.
Sethús – Mýrisnípuv. 38, 100 Tórshavn
Stóra sethús í tveimum hæddum, við egnari íbúð á
veghæddini. Stødd á 104+98 fermetrar, harafturat garasj-
an sum er 40 fermetrar, íalt 242 fermetrar. Húsini eru bygd
1978. Á veghæddini er inngongd, durur, wc, stova/køkur í
einum, trý kømur, brúsa, fýrrúm/vátrúm. Á miðhæddini er
inngongd, gongd, køkur, grovkøkur, stova, hjúnarrúm,
baðirúm og eitt kamar. Húsini liggja væl fyri, út til stórt
fríøki, góður sólagangur í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi, skjótt til skúla og dagstovn. Húsini hava
hugnaligan sólkrók, sum vendur rætt til seinnapartsólina,
10.min. til gongu oman í SMS og miðbýin.
Prísuppskot: 2.300.000,00
Sethús – Torbjarnargøta 1, Norðragøta
Snotiligu arkitektteknaðu húsini eru í 2 hæddum. Ovara
hæddin er 164m2 og niðara hæddin er 40m2. Hartil er
garasja á 36 m2 – í alt 240 m2. Í ovaru hædd, sum er býtt
upp í 2 partar, er inngongd,durur, køkur / stova, sjón-
varpsstova, wc, 2 kømur, arbeiðsrúm, hjúnarrúm við
egnum baðirúmi og trappa til niðaru hædd. Eisini er stórt
útigólv. Í niðaru hædd er gongd, kamar, baðirúm,
bryggers / fýrrúm og haðani inngongd til garasjuna.
Húsini eru smíða úr sibiriskum lerki, hava aluvindeygu við
herðaðum glasi uttan, og takið er Icopal. Húsini standa í
friðarligum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi
og hava sera gott útsýni. Stutt er til allar hentleikar. Húsini
eru mest sum viðlíkahaldsfrí.
Prísuppskot : 2.000.000,00 kr.
Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4
íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992.
Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og
eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu
og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er
dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara
partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur,
stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur
inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar
og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara
partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova /
borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Sethús – Tvørávegur 11, Tvøroyri
Hugnaligu og væl hildnu sethúsini eru í trimum hæddum.
Hvør hæddin er uml. 42 m2. Grundøki er 406 m2. Byggiár:
uml.1900. Í 2000 vóru øll húsini dagførd og gjørd av
nýggjum. M.a. eru vindeygu og klædningur skiftur. Í
miðhæddini er inngongd, gongd, trappa til ovastu hædd,
køkur og stova. Í ovastu hædd er gongd, hjúnarrúm,
baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er gongd, kamar,
vaskirúm / baðirúm og kjallararúm. Húsini standa væl fyri
mitt í býnum, hava garð við runnum og gott útsýni. Stutt
er til dagstovn, skúla, kirkju, sjúkrahús og handlar.
Prísuppskot: kr. 725.000,00
Íbúð – Maritugøta 38, Hoyvík
Nýggj marglætisíbúð, klár at flyta inn í. Talan er um eina
endaíbúð á aðru hædd 78 fermetrar + 4 fermetrar
goymslurúm. Harafturat er lemmur uppá stórt ovastaloft,
vælegnað til goymslu. Byggiár: 2006. Íbúðin er væl gjørd í
góðum byggjaríi við góðum tilfari, hon er nýmálað og
gólvini eru matt lakerað ask. Í baðirúminum, gongini og
goymslirúminum eru flísar við hita í. Allar hvítvørur eru av
besta merki. Betonveggir eru millum íbúðirnar og beton-
dekk millum hæddirnar, so ikki hoyrist ímillum. Har er
goymslurúm, inngongd, gongd, baðirúm / vaskirúm,
hjúnarrúm, kamar, køkur / alrúm / borðsstova / stova við
útgongd til altan. Íbúðin liggur í friðarligum og veður-
góðum umhvørvi við góðum grannalagi. Har er sera
barnavinaligt við spæliplássi og FIFA-vølli beint við.
Dagsstovnur og býlingshús er nær við, og bilfrí gøta er
millum býlingarnar og oman til skúla. kirkju, handil m.v.
Íbúðin verður seld um hóskandi boð fæst.
Íbúð – N . Pálsgøta 6, Tórshavn
Íbúðin er í ovastu hædd og er 54,9 m2. Grundøkið er 1/3
av 119 m2. Húsini eru bygd í 2008 sum lágorkuhús við
hitapumpu. Vaskimaskina, turkimaskina og allar inn-
leggingar eru við. Har er felags inngongd, trappugongd,
egin inngongd, gongd / alrúm / borðsstova / stova /
køkur við útgongd til franskan altan, baðirúm og kamar
við skápum. Íbúðin liggur í ovastu hædd á nýbygdum
húsum mitt í miðbýnum við útsýni yvir Vaglið og oman í
Vágsbotn, og stutt er til alt.
Prísuppskot: 1.200.000,00 kr.
Virkisbygningur – Klaksvíksv. 54, Klaksvík
Talan er um Filana, gamla spinnaríið í Klaksvík, bygning-
urin er í 3 hæddum. Byggiár 1967. Búøkið 217 fermetrar.
Øll niðara hæddin ( handilshøli) gjørd av nyggjum í 2006,
og nýggj oljufýr og ketil frá 2006. Eisini er nýtt elektricitet
lagt inn.Húsini eru stoypt upp men ovara síða er klødd við
timbri.
Verður selt um hóskandi boð fæst
Nýggjar lutabúðir – við Júksnará 9, Syðrugøt
Íbúðirnar eru nýggjar lyklaklárar arkitektteknaðar íbúðir í bygningunum hjá P/F Tøting í Gøtu. Alt
innan er nýbygt. Alt fast innbúgv er við í íbúðun-um, gólvini eru við hita og løgd við parkett.
Íbúðirnar hava 3 ymiskar støddir. Í snið 1 eru 2 íbúðir á 84 m2 brutto. Har er: Inngongd, durur, stova
/ alrúm / køkur, hjúnarrúm, skápsgongd / baðirúm og kamar. Í snið 2 eru 3 íbúðir á 80 m2 brutto.
Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, stova / alrúm / køkur, hjúnarrúm við trappu upp til
loftsrúm / stovu, kamar við trappu upp til loftsrúm / arbeiðsrúm. Í snið 3 eru 4 íbúðir á 102 m2
brutto, sum hava 2 hæddir. Í niðaru hædd er: Inngongd, durur, stova / alrúm / borðsstova / køkur
við trappu upp til ovastu hædd og grovkøkur / bryggers. Í ovaru hædd er: Trappugongd við
útgongd til útigólv / altan, hjúnarrúm, baðirúm og kamar. Talan er um lútaíbúðir, har keyparin
keypir sín lut, sum hann so eigur, og rindar restina sum vanlig húsaleiga eftir leisti hjá Húsa-
lánsgrunninum. Kostnaður fyri íbúðarlutin: kr. 250.000,- ella 300.000,00 alt eftir stødd