Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. september 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 181 • hósdagur • 20. september 2001 • 75. árg. FDM tekur í egnan barm Eftir at BilMagasinet al- mannakunngjørdi, at teir høvdu havt ein Citroën Xantia, sum hevði koyrt 200.000 km inni á fýra FDM testsentrum, og teir ikki funnu øll brek- ini við bilinum, eru FDM farnir nágreiniliga til verka, við at útbúgva fólkið og hækka kvali- tetin munandi Kelda: Tíðindaskriv frá FDM Nýggir Ford T Í sambandi við at Ford Motor Co. verður 100 ár í 2003, verða 6 Ford T bygdir eftir originalu tekningunum. Tá hátíð- arhaldið er liðugt, verða teir settir á kenda Ford savnið í Dearborn, tætt við Detroit. Ford T vórðu gjørdir í 15 mill. eindum frá 1908 - 1927 Kelda FDM / Motor Ford og Falck Ford í Danmark hava gjørt eina avtalu við Falck, har teir taka sær av at fáa Ford bilarnar á eitt góðkent verkstað, um teir koma út fyri at fáa ein skaða. Ford eig- arin skal einans upplýsa sítt Falck abonnement- nummar. Skipanin er tó ikki galdandi fyri me- kanisk brek Kelda: MotorMagasinet Síðan Ford Fiesta fyrstu ferð kom á marknaðin, eru um- leið 10 milliónir bilar gjørdir, og Fiesta hevur í nógvum londum verið tann mest seldi bilurin fleiri ár á rað. Nú verður ein nýggjur Fiesta er at síggja á Frankfurt Motor- show í døgunum frá 13. til 23. september BILAR Magnus Gunnarsson Linjurnar á nýggja Fiesta minna bæði um Focus og Mondeo. Í 1984 var Fiesta fyrsti bilur í sínum klassa við dieselmotori, eisini var hann fyrstur við ABS bremsum í hesi støddini, eins og við airbag sum standardútgerð. Ætlanin er at nýggi Fiesta eisini skal seta nýggja standard fyri plássi og útgerð, við til dømis 6 airbag og ESP elektroniskari stabilitets- skipan sum standard. Sam- stundis skal framleiðslu- tíðin skerjast frá 22 til 16.5 tímar pr. bil. Kelda: FDM / Motor VW Polo, sum er ein sera væl umtóktur bilur, kemur nú í fjórðu generation, ið er vorðin væl størri og rúmligari enn forgangarin BILAR Magnus Gunnarsson Polo verður nú 15 cm longri enn forgangarin, við fimm cm størri aksulfrá- støðu. Hetta gevur betri pláss til tey ferðandi á bak- setrinum. Karossaríið verð- ur eins og áður heilgal- vaniserað. Polo fær ein heilt nýggjan 3 syl. 1.2 litur 65 hk bensinmotor. Fyrst í komandi ári koma fleiri nýggir motorar, t.d. ein bensinmotorur við bein- leiðis innspræning (FSI) við 85 hk, og ein annar 3 syl. við 55 hk. Kelda: FDM / Motor VW Polo – kemur nú í fjórðu generatión Nýggi Polo verður 15 cm longri enn forgangarin, og harvið verður betri pláss til tey ferðandi á baksetrinum. Polo við 5 hurðum hevur nú fingið ein síðurút afturat Ford Fiesta 2001 – er á bilaframsýningini í Frankfurt Linjurnar á nýggja Ford Fiesta minna bæði um Focus og Mondeo. Bilurin kemur at seta nýggjan standard fyri plássi og útgerð í sínum klassa Nú fær Fiesta eisini høgt monteraðar baklyktir, eins og á Ford Focus 15 14 Nr. 181 - 20. september 2001 blivin klárur yvir, at Heðin Brú er meira enn eitt upplop, og roynir at káva útyvir sítt mistak, men hann er framvegis tenden- tiøsur og fyri at lofta sær, hevur hann næstan mikro- skop frammi fyri at leita eftir onkrum breki. Hetta fær aftur Rikard Long til at reagera. Hann skrivar eitt lítið ”ummæli” av ummæli Christians, har hann varisliga setir tann pedantiska doktaran uppá pláss. Matras sendir sama ár út eina bókmentasøgu, har hann er sjáldsama grunnur um nógvar av sínum samtídarmonnum. Nakað seismiskt talent var doktarin avgjørt ikki. Viðvíkjandi Hedin Brú sat C.M. sjóvarfallið av sær hvørja ferð. Men aftaná kríggið er næstan einki mark fyri, hvussu hann skammrósar sama Heðini Brú. Hesari eftirrationalisering høvdu skaldið og vinmenn bert akslaypp yvirfyri. Týdingar og stuttsøgur Um hetta sama mundið og eisini nøkur ár fyri roynir Heðin Brú seg sum stuttsøgusmið, eitt nú við søgunum Finni, Sigrið sodnkonu, o.s.fr. Og sum flestøll vita, verður hann á tí økinum eftirhondini so beinrakin eygleiðari, at hann er ájavnt vid Guy de Maupassant, helst óbein- leiðis og við Thomas Mann kanska beinleiðis. Hann hevur sjálvur lisið nógv, og letur seg sjálv- andi inspirera av euro- peiskum fyrimyndum. At hann er ávirkaður av Mann hevur hann næstan sjálvur sagt, tí tá ið pápi mín og hann skiftu orð um bókmentir, var Mann næstan altíð á lofti. Ein av yndisbókum teirra var Húsið Budden- brooks, og tað virkaði næstan, sum um Hans Jákup hevði ætlanir um at skriva eina bók um eina føroyska handilsætt. Hon, sum nógv annað tilætlað, kom tíverri ongantíð. Tey seinnu árini debatteraðu teir ofta bókina Felix Krull, so Mann var maður, sum Hans Jákup helt nógv av. Annars var Thomas Mann tiltikin fyri stuttsøgukompositión og sum hvassur eygleiðari. Longu miðskeiðis í tretivunum kemur ein tann fyrsta týðingin hjá Hansi Jákupi. Hon er Bigum træbein eftir júst M. A. Nexø. Hetta er valla heldur av tilvild, tí tað hjartaligu samkenslu, sum Nexø hevdi við teimum minstu í samfelagnum, ja, hana hevdi Hans Jákup eisini. Hetta er ikki av størstu stuttsøgunum hjá Martini, men hon er grotesk, stutt- lig og rættiliga social- realistisk. Her er forstáilsi og samhugur við smá- fólki, brekaðum og breyð- leysum. Nexø skrivar um tey, sum eru løgin ella egin og um tann ”skeiva” eksistensin við kærleika og innlivilsi. Úti undir vaðingini Tað er eyðsæð, at Heðin Brú visti, at hesa lítlu týðing fóru føroyingar at forstanda, - hon segði teimum nakað - tí hon kom í tí tíðini, tá ið vit enn eksporteraðu bæði brekaði, sinnissjúk og lamin niður til Danmarkar. Hesi menniskju lupu nógvir av teimum chauvinistisku sjálvsstýris- monnunum um, táið teir brølaðu um landið, teir varnaðust tey ikki, tað var ikki pláss fyri teimum! Men soleiðis sum Nexø setti samfelagsins júst allarminstu ein minnis- varða, soleiðis gjørdi Hans Jákup tað eisini! Her hevði Hans Jákup eisini ein føroyskan undanmann, socialrealistin og oyggja- felagan, M.A. Winther, sum eisini hættaði sær út í samfelagsins skýmaskot. Sum veruligur stuttsøgu- meistari vísir Hans Jákup seg fyrst við savninum Fjallaskuggin í 1936. Her eru fagrar og tankavekj- andi lýriskar náttúrulýs- ingar. Men hann fer aftur heilt út undir vaðingina í samfelagnum og skrivar um tey marginaliseraðu, tey anonymu. Summar av søgunum vóru skrivaðar fyrr, men nú er tað týðu- ligt, at hann hevur lært skrivihandverkið væl og virðiliga, sjálvt um hann verður enn meira fulltikin seinni. Hann er næstan brutalur eygleiðari av fólki, men ger tað kortini við alski og virðing. Hann fær so ótrúliga nógv meira við, enn vanlig fólk vildu fingið, og hann smoyggir eisini socialrealistiska hamin heilt av sær við- hvørt, so vit fáa varhugan av bæði littererari impress- ionismu og symbolismu. Hetta er eitt kynstur, sum hann dyrkar heilt út í æsir aftaná kríggið. Tað síggja vit t.d. í eftirkríggssøvn- unum, Flókatrølli, Purk- húsi og Búravninum. Stuttsøgur hansara gerast har uppaftur betri, men longu í Fjallaskugganum er hann av mætastu essayistum. ”Hetjur” herja á Heðin Annars hevði Heðin Brú nøkur ár eftir, at hann varð settur í starv á Føroya Jardarráði eitt groteskt upplivilsi, sum fekk bæði littereran og politiskan týdning. Hetta var í sam- bandi við, at bóndafeðg- arnir Patursson, Jóannes og Páll saman við Líggjasi úr Gøtu og øðrum ráða- ríkum moldhøvdingum komu siglandi sum flokks- menn á albrynjaðari bóndaskútu til Klakksvíkar og hóttaðu við at leggja hond á teir báðar embætis- menninar Hans Jákup frá Jardarráðnum og Norðoyar sýslumann, Hákun Hansen. Tað segðist, at fleiri klakksvíkingar tóktu synd í sjálvsstýrishetjunum, táið tær líkbleikar krupu í land av fullveldisskútuni, tí hetjurnar vóru heldur enn ikki ússaligar, - sjómans- skapurin lítil og moralur- in syndarligur innanborða. Tann stolti bóndaknørrurin hevði valla sloppið gjøg- num nakað skipasýni. Summir av teimum allar- mætastu bøndrunum vóru næstan deyðir av sjóverki. Men_. hetta vóru raskir menn, so teir ernaðust skjótt aftur og fóru næstan beinanvegin braneggjaðir rópandi og herjandi niðan gjøgnum brekkuna á Biskupsstøð at reka sak- leys starvsfólk burtur úr sínum lógliga arbeiði. Tað styrkti moralin hjá hesum djørvu búnaðar-gørpum, at teir fingu lokalar bøndur at fylkjast vid sær; - teir skuldu jú basa tveimum monnum. Nú skuldi embætisvaldið takast við hørðum! At ein heil bátsmanning av maktsjúkum chauvinistum kundi reka tveir óvápnaðar menn av bønum við neva- rætti, ja, tað hildu summi vera eina djarva og manns- liga gerð, men allarflestu føroyingar vamlaðust vid hendingina. Dagin eftir lat politi- meistarin kongsbónda- hetjurnar vita, at um ikki Heðin Brú og sýslumað- urin fingu arbeidsfrið, so vildi alt agrarliðið verða handtikið og fastsett. Tá ræddust tær reystu bónda- kempurnar og bakkaðu. Seinni á degi sóust summar teirra fara so nakkalangar aftur av bygdini, meðan aðrar hetjur sluppu at ugga seg inni hjá Hanusi av Biskupsstøð, kongsbónda. Hví vóru hesar junkara- typur so ógvisligar, at tær vildu gera seg inn á lóg- ligt fungerandi embætis- menn? Jú, tí Heðin Brú og Hákun sýslumaður heilt í tráð vid hina viðgitnu og sera socialthugsaðu Gráu bók vágaðu sær at stykkja út til fátækar traðarmenn av kongsjørðini í Klakks- vík. Hetta kallaðu bønd- urnir kúging og harraboð! Teir ráðaríku kongsbønd- urnir untu ikki vanliga fólkinum jørð! Gráa bók verður til Gráa tátt Hans Jákup gjørdist ikki sørt skakkur av hesi grovu hending, og hann referer- aði ofta sarkastiskt til henda barokka tilburðin vid orðunum: ”Ja, tað var ta ferðina, tá ið sjálvs- stýrishetjurnar vildu drepa meg harnorðuri!”, - men kortini lat hann seg hvørki knekta ella kúga — hann yrkti ein stuttligan tátt móti teimum hysterisku kongsbøndrunum, - eina spotska heroidu, sum altíð fer at vera ein perla í føroyskum bókmentum, men heilt goymd burtur av fullveldisliðinum. Undar- ligt, at so týðandi partur av lívsverki og -søgu skald- sins skal dyljast sum mansmorð! Tað er ikki góður tóni longur at kvøða Gráa tátt. Hann er úti fyri skipaðum og miðvísum censuri. Tey í kulturmafiunni, sum eru so fræg, at tey vita um Gráa, gera alt, tey eru ment fyri at krógva og tiga hann burtur. Stóð tað til litterert ansið og vakið fólk, ja, so var Grái fast studenta- og lærararaskúla- pensum, tí hann hevur bæði søguligan- og littereran relevans. Grái átti at verið fast repertoire hjá einumhvørjum dansi- felagi. Tátturin var sum so nógv tilfar hjá Hansi Jákupi fyrstu ferð settur á prent í Sosialinum heystið 1938. Hann fekst eisini sum serprent. Men undir krígnum var av loysingar- monnum gjørt nógv fyri at beina fyri hesum kompromitterandi riti. Framhald Framhald av síðu 13 C M Y K 14