hósdagur 20. september 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 181 - 20. september 2001
Nr. 181 - 20. september 2001
13
eftir Virgar Tórarson
Dalsgaard
Tann 17. august í ár var
júst liðin ein øld, síðani
Hans Jákup í Stovuni, -
soleiðis var Heðin Brú
nevndur millum vinir og
skyldfólk, - varð føddur í
Skálavík á Sandoynni. Um
hann, okkara mætasta
prosaskald er longu so
nógv sagt og skrivað, at
tað kann tykjast ilt at
bróta upp úr nýggjum;
men kortini er verri enn so
alt eftirfarandi, sum
skrivað er, og hartil verða
týðandi partar av ævisøgu
hansara merkiliga tagdir
burtur. —
Tað fall t.d. mongum
áhoyrarum fyri bróstið, at
aftur nú hevur verið ein
grunn seanca í Havn, har
ein sjálvútnevndur
ekspertisu-klubbi millum
okkara kulturellu høvuð-
kambar enn einaferð
royndi at meiggja eina
púra ósøguliga glæstri-
mynd av Hansi Jákupi sum
einum ópolitiskum
Biedermeierskaldi, einum
vandaleysum eygleiðara
ella sterilum hugnapoeti.
Tað verdur heilt lopið um,
at hann var okkara fyrsti
sanni satirikari.
Vert er tí at gera vart
við, at stórur vandi er fyri,
at tað finnast framsøgu-
fólk, serliga millum
nationalistarnar, sum vilja
nivellera Heðin Brú til
eitt neutralt og meinaleyst
heimbýlisskald, ein beran
skemtara, medan hann í
veruleikanum var hvassur
javnaðarsinnaður ironikari
og samfelagsrevsari. Tí
sjálvt um hann var friðar-
ligur og góðsligur av nátúr,
var hann sterkur og kom-
promisleysur í síni
grundleggjandi javnaðar-
áskoðan.
Og tað er ikki neyðugt at
lesa millum reglurnar fyri
at varnast hetta, men so
verður roynt at loypa um,
ignorera ella lágmeta tað,
sum ikki beinleiðis hóskar
til tað glansmyndina,
menn vilja geva eftirtíðini.
Tað er als eingin støðu-
botnur fyri at brúka Heðin
Brú sum amboð fyri t.d.
fullveldispolitikki. Men tað
intellektuella vatnskorpu-
liðið í kulturmafiunni
gevst ikki at telgja, fyrr
enn tað hevur krotusmíðað
javnaðarmannin Heðin Brú
til nationalist. Henda
søgufalskan skal ikki
eydnast teimum.
Ambivalensin til
javnadarskaldið
Tíbetur er tað eisini sagt
og skrivað nógv gott um
Heðin Brú, - fyrr var eisini
illa. — Serliga henda
seinasta mansaldurin er
hann fagnaður fyri sín
góða málburð, men man
fær ongantíð allan sann-
leikan. Tað eru so ófatuliga
týðandi partar av hansara
tilveru, sum framvegis
verða fortrongdir og
skúgvaðir til viks
Hans Jákup hevði jú
áskoðanir, sum avgjørt ikki
hóvaðu teimum leiðandi
kreðsunum á føroyska
”parnassinum”. Meiningar
hansara vóru heldur ikki
vældámdar av borgara-
skapinum. Úrslitið var, at
nógv fólk leingi høvdu
sera ambivalenta støðu til
bædi Hans Jákup og
skaldskap hansara.
Tey vóru ikki heilt trygg
við hann og vistu ikki
rættiliga, hvat tey skuldu
stilla upp við ein slíkan
yrkjara, men hann bleiv jú,
sum frá leið, ikki til at
koma uttan um. Nógv
kundu ikki torga hansara
sjónarmið og lívsáskoðan,
men máttu samstundis
viðganga, at sum skald
skaraði hann heilt framúr.
Sum onkur helt fyri um
hann og Martin Joensen:
Hvat billaðu menn úr
proletarflokkinum sær inn,
at teir vildu troka seg inn
á parnassið?
Innihaldið og evna-
gongdin í skaldskapi
hansara eru meira ella
minni vællýst og somikið
vælkend, at tað eru ikki
míni primeru ørindi at
umrøða tað. Mín uppgáva
er at skoyta uppí og
supplera tað ófullkomna
bókmentaliga tilfar, sum
higartil er komið á prent
og so royna at lofta
nøkrum av tí, sum menn
allarhelst av beráddum
huga loypa um. Tí er tað
nakað, sum er blivið
politiskt og monopoliserað
í Føroyum, so er tað
kultururin!
Barndómur og
ungdómur
Vid tað, at pápi mín og
hann vóru spælibrøður úr
somu bygd, hartil næstan
javnaldrar, sum alt lívið
javnliga hittust, alment
sovæl sum privat, minnist
eg hann sera væl. Táið
menn hópaðust, sótu vit
yngru ofta undir orðinum,
antin vit vóru børn,
hálvvaksin ella tilkomin,
og vit fingu ógvuliga
nógv við, táið tey vaksnu
prátaðu. Ì móðurætt míni
vóru Hans Jákup og eg
skyldmenn. Tann skyld-
maður (Endurminningar
síðu 117/18), sum Hans
Jákup sum hálvvaksin fer
at vitja og ráðføra seg við
heima á Sandi, og sum
kemur eysturaftur við hon-
um at tosa hansara sak við
tey gomlu í Stovuni, tað er
abbi mín, Jóhan Hendrik
Hjalt. Hann er tað, sum
ræður Hans Jákupi at
fylgja síni trá og fara
burtur at læra.
Tí fari eg at loyva mær
at siga eitt sindur um
Hans Jákup, soleiðis sum
eg minnist hann, og tað
verður so ein neyðugur
partur av tí mosaikki, sum
avgjørt má til fyri at
fullfíggja søguna um tað
skaldið, sum málsliga
røkkur, sum ein alputindur
í mun til smáheyggjar,
uppum flestu aðrar før-
oyskar litteratar.
Hans Jákup í Stovuni 100 ár
(17/8 1901 - 17/8 2001)
Lagnan vildi tað soleið-
is, at í bóndahúsunum í
Stovuni, har Hans Jákup
vaks upp sum tann allar-
yngsti, vóru fá børn og
langt millum systkjunini,
medan tað í handilshús-
unum niðri à Møl, har pápi
mín vaks upp, vóru níggju
dreingir og bert umleið
tvey ár millum brøðurnar!
Góð tvey ár áðrenn Hans
Jákup, varð pápabeiggi
mín, Hans føddur (1899),
Aksel, pápabeiggi (1901)
og Hans Jákup (1901)
vóru næstan javngamlir,
og pápi mín, Tórur (1903)
var hálvtannað ár yngri.
Hesir fýra javnaldrar
fingu at kalla felags upp-
vøkstur.
Hans Jákup hevur ofta
sagt frá, hvussu stuttligt,
hann helt tað vera, at
koma oman á Møl; - hann
var har tíðliga og síðla —
tí har var altíð onkur at
spæla við, og óvitarnir
sluppu at beistast allan
dagin bæði úti og inni.
Serliga teir fýra komu at
vera ómetaliga nógv
saman í óvitaárunum,
seinni í ungdómsárum (t.d.
vóru Hans og Hans Jákup
á háskúla veturin 1919/20)
og endiliga aftur í vaksna-
mannatali, ikki minst sum
politiskir partamenn. Teir
fýra gjørdust nevniliga alt
lívið gløðandi javnaðar-
menn og hartil nærmastu
vinmenn hjá Peturi Mohri
Dam. Teir styðjaðu
javnaðarhøvdingin í
tjúkkum og tunnum, bæði
í hørdum andstreymi og
seinni sigursløtum. Fáir
vóru so trúgvir at møta á
javnaðarfundum sum teir,
- og tað var, táið tað enn
kostaði nakað og kravdi
stórt persónligt dirvi at
vera javnaðarmaður.
Sosialt og málsligt
feitilendi
Hóast valabygdin, Skála-
vík sosialt var millum tær
frægastu bygdirnar í Før-
oyum, dugdu hesir gløggu
unglingar, sum allir fingu
meira enn miðallærdóm,
væl at síggja, at Føroyar
vóru eitt karrátt stættar-
samfelag, serliga fyri tey
veikastu; — sjálvt í hesi
ríku feitilendisbygdini
vóru nógv, ið avgjørt ikki
høvdu hvørki at bíta ella
brenna. Tað skapti hjá
hesum monnum alt lívið
sociala indignatión. Teir
fóru tí ongantíð í part vid
teimum sonevndu stóru,
hóast dúgliga varð fríggjað
til teirra, bædi vid lyftum
og seinni vid hóttanum.
Bæði sjálvsstýris- og
sambandsrørslan vóru fyri
hesar menn turrgeldar og
stokk-konservativar, og teir
erkendu skjótt, at hesir
flokkar hvørki vildu ella
kundu gagna fjøldini. Teir
høvdu hvørki evni ella
vilja til at bøta um korini
hjá smámanninum. Tey
tøkini kundu bara takast av
einum socialdemokratisk-
um flokki.
Teir aldust upp í máls-
liga sera stimbrandi jørð-
ildi, og ofta verður sagt av
fólki, sum nágreiniliga
hava lisið ”Feðgar á ferð”,
at soleiðis sum Ketil og
Ketilskona málbera seg,
soleiðis málbóru nógvir
skálvíkingar seg í
gerandisdegnum. Heðin
Brú er tí heilt í samljóði
við sítt bygdarfólk og
sína barndómsverð. So
sjálvt um hann sjálvur
breyt slóð og var mál-
meistarin framum allar
aðrar, bygdi hann og hvíldi
sjálvur niður á sterkar
herðar. Sum hann tók til:
Soleiðis økir tú ættar-
arvin.
Anglosaksiskur vandi
og hóttan
Móðurmálið var fyri
okkum føroyingar aðal-
tátturin, og tað skuldi
veksa og trívast, men
hesum spinkla vøkstri var
als ikki lív lagað, um hann
ikki slapp at liggja í lívd
av danskari humanismu,
danskari vælvild og dansk-
ari grundlóg. Hetta vóru
Hans Jákup og hansara
menn væl greiðir yvir.
Komu vit at liggja berir
og óvardir í Atlantshav-
inum, høvdu vit verið
týndir av ensku kultur-
imperialismuni eftir minni
enn tveimum ættarliðum.
Teir sóu, hvussu stórur
málskaði hendi bara tey
fimm kríggsárini. Vit
máttu hava Danmark at
kroka aftanfyri, annars
høvdu vit málsliga verið
týndir og lagdir í oyðu.
Hetta var fyri Hans Jákup
og aðrar javnaðarmenn alfa
og omega. Hetta var teirra
lívsáskoðan. Hetta var
teirra ideologi, og hon æt
lívsfrælsi.
Tað, sum er so kuriøst,
er, at anglosaksiski vandin
er nógv herviligari og
munandi meira brutalur í
dag! So hvat dugir og
gagnar okkum fullveldi,
um vit stutt eftir fara at
tosa enskt, hálvíslendskt
ella - klombrut funda-
mentalist-føroyskt?
Men hesir menn hugsaðu
og sóu longri enn tey
flestu, og sum teir plagdu
at taka til við P.M.Dam:
Fyri okkum føroyingar er
málið alt! Uttan mál,
eingin tjóð. Fyri hesar
menn var málburður,
máliskur og kvæðamentan
tað, sum myndaði okkum
sum mentað, norrønt fólk.
Málið mátti vera amboðið
hjá okkum í allari okkara
andiligu stremban, og tað
skuldi brúkast og mýkjast
á øllum økjum.
Hans Jákup tók hesa
avbjóðingina upp og gav
okkum eitt vælsignað mál.
Tann fjøðurlætti málburð-
urin í skaldskapi hansara
kom at hugtaka fólk og
eigur enn at bergtaka
hvønn tann, sum av
sonnum er góður vid
føroyskt mál.
Grundtvigianisma og
bóndamentan
Tað, sum fekk føroyingar
at hvøkkfegnast í tjúgun-
um og tretivunum, var
hvussu ómakaleyst tað
tóktist at vera hjá Hedini
Brú at skriva bæði álvar-
samt og humoristiskt (t.e.
við álvarabrosi, sum pápi
mín tók til) um gerandis-
viðurskifti, kenslulív og
kærleika á okkara móðir-
máli. Knappliga varnaðust
fólk, at ikki bara groteskar,
men eisini eymar, lyriskar
løtur, so væl sum filosof-
iskar og rættiliga djúpar
kenslur kundu lýsast heilt
út í æsir á føroyskum máli.
Hans Jákup lyfti fyri fyrstu
ferð okkara mál úr trivi-
ellum túnatosi og heilt
inn í litteraturin, í bók-
mentaheimin.
Heðin Brú hevdi nógvar
keldur at oysa úr; - tað var
ikki bara úr fornari bónda-
mentan, nei, donsk
háskúlamentan hevdi rinið
væl við í bygdini. Her var
bókameingi, og nógvir
menn vóru beinleiðis
belisnir og fylgdu væl við í
europeiskum mentaremb-
ingum. Skálavík var
veruliga ein upplýst og
mentað bygd, og skálvík-
ingar dugdu at handfara
okkara mál betri, enn teir
flestu. Nógv heim vóru í
orðsins besta týdningi so
gjøgnumsúrgað av
grundtvigianismu, at tað
var javnan tikið til ella
sungið úr donskum skald-
skapi og bókmentum; heilt
frá ungum av lærdu menn
at styrkja sær tann stund-
um karga gerandisdagin
ella leita sær ugga í roynd-
arløtum við at citera
mergjaðar reglur við eitt-
hvørt høvi, eitt nú socialu
paroluna hjá gamla
Nikláa frá ”Langt højere
bjerge”:
– og da har i rigdom vi
drevet det vidt,
når få har for meget og
færre for lidt.
Fyri Heðin Brú og javn-
aldrar hansara var slíkt ikki
orðabrask, — teir ynsktu
veruliga brennandi eitt
rættvísari og betri sam-
felag, - teir vildu eitt
vælferðarsamfelag! Hetta
var inspiratiónin og hetta
gjørdist sevjan í skald-
skapinum hjá Hansi
Jákupi. Hann laðaði
teimum gomlu ein prúðan
varða, men hann vísir
týðuliga á, at tún teirra
eru ov trong, - tað mugu
nýggir, breiðari og hollari
vegir til. Hann fer undir
hetta samfelagskritiska
arbeiði og ger tað á betri
máli, enn nakar hevur
dugað fyrr. Hann er sosial-
demokratur, og tí ger hann
tað vid miklari virðing fyri
báðum pørtum. Hann veit,
at tíð og umstøður kunnu
ofta skerja mannin, og
hann veit, at tað er órímu-
lig og hættislig eskapisma
at geva dønum skyldina
fyri órættvísi í Føroyum.
Hann er sum nógvir
javnaðarmenn tjóðskapar-
liga hugaður, men hann
veit eisini, at tað eru
eingir, sum kúga føroy-
ingar meira, enn føroy-
ingar sjálvir.
Andiligir skyldmenn
Parallellar littererar remb-
ingar vóru stutt áðrenn
farnar fram í donskum
skaldskapi, sum Heðin Brú
var meinkønur í. Sam-
virkanin, interaktiónin
millum danskan skaldskap
og føroyska bygdamentan
menti tad føroyska málið
— hetta er paradoksið,
sum aloftast verdur tagt
burtur ella fornoktað!
Tað er ikki av tilvild, at
Hans Jákup í allarfyrstu
skriving síni brúkar dul-
nevnið Heðin illi, - í hes-
um var nógvur symbolikk-
ur, tí hann var, sum fyrr
nevnt, av sonnum mis-
nøgdur við tey eirinda-
leysu- og órættvísu kor,
sum nógvir av okkara
landsmonnum livdu undir,
og sum fyri hann vóru
serliga sjónsk, tá ið hann
kom heimaftur úr
Danmark seint í tjúgunum.
So seint sum í 1929
brúkar hann enn dulnevnið
Heðin Illi, men táið fyrsta
skaldsøgan, Lognbrá kem-
ur í 1930, kallar hann seg
Heðin Brú. Fimm ár
seinni kemur onnur skald-
søga hansara, Fastatøkur,
ið er framhaldssøga av tí
fyrru. Hesar báðar bøkur-
nar eru sum kunnugt
langt síðani fólkaogn og
fyrstu veruligu skaldsøgur
okkara. Alt, sum framman-
undan hevði verið roynt
av skaldsøguskriving, var
bert viðfáningur.
Náttúrulýsingar hansara
eru longu í hesum bókum
sublimar. Evnagongdin
um barndóm, ungdóm og
seinni manndóm er djørv
og kensluborin skriving,
lyrisk symbolsk, men
eisini samfelagskritisk.
Hann torir at taka upp
heilt fesk problem í
føroyska samfelagnum —
her er ikki sørt av beiskari
socialrealismu. Tað ráa og
beinharða sjólívið verður
alt annað, enn idylliserað.
Vit merkja týðuliga
andliga skyldskapin við
donsku skaldini, Johan
Skjoldborg, Jeppe Åkjær
og Martin Andersen
Neksø. Hetta vóru menn,
sum ofta vóru á lofti, táíð
Hans Jákup og vinmenn
hittust. Ofta verður sagt, at
partamaðurin Åkjær frá
Jenle var fyrimynd hjá
Hansi Jákupi. Sjálvur
haldi eg hann vera meira
líkan Skjoldborg.
Tann dølski og
eftirklóki doktarin
Vert er her at vísa á, at
harra Christian Matras í
1931 skrivaði eitt ótrúliga
arrogant ummæli av
Lognbrá í Dimmalætting.
Hetta ummæli angraði
Christian nógv seinni. Har
vísir hann, at hann lítið og
einki hevði skilt, hvørki av
tí málsliga ella tí litterera
innihaldinum. Tað skal tó
sigast, at Rikard Long í
Varðanum sama ár hevði
eitt skilagott og heilt
øðrvísi ummæli, har hann
týðuliga dugdi at síggja,
at sannur meistari var á
veg.
Nakað sama mynstri
hava vit fýra ár seinni, tá
ið Christian, máldoktari
skal ummæla Fastatøkur,
og hesa ferð í Varðanum.
Nú er hann knappliga
Framhald á síðu 14
C
M
Y
K
13
12