mánadagur 19. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2009
- Nú lodnustovnurin
í Barentshavinum
byrjar at koma fyri
seg aftur, hava vit
vónir um at sleppa at
fiska eini 4000-6000
tons, sum kunnu
fáa stóran týdning
fyri raksturin av
nótaflotanum, sigur
Kristian Martin
Rasmussen, reiðari
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú svartkjaftakvotan er so
nógv skerd, og lítil fiskur er
at býta ímillum skipini í før
oyskum sjógvi, kann allur
bati bøta hjá nótaflotanum.
Ein bati, sum nótamenn
seta sínar vónir til, er ein
komandi
lodnukvota
í
Barentshavinum.
Men tað verður eftir øll
um at døma ikki í ár, at ein
slík kvota kemur at fáa týdn
ing fyri henda skipabókin.
Ikki í ár
Tá samráðingar vóru við
russar um sínámillum fiski
veiðirættindi, høvdu før
oyskir nótamenn vónir um,
at føroyingar longu í ár fóru
at fáa lut í lodnukvotuni í
Barentshavinum, nú lodnu
stovnurin eystanfyri byrjar
at koma fyri seg aftur.
Men hetta eydnaðist ikki
við seinastu samráðingar
við russar, og neyvan fer
tað at eydnast í avtaluni við
norðmenn heldur.
Kristian Martin Rasmus
sen, reiðari, sigur, at tvey
tey fyrstu árini, teir høvdu
Norðborg, høvdu teir tvey
góð fylgjandi ár, har lodnan
í Barentshavinum hevði
stóran týdning.
Lodnan varð fryst til
matna, og vit høvdu japanes
ar umborð at leggja okkum
lag á. Skjótt minkaði lodnu.
stovnurin burtur í einki, og
fiskiskapurin helt uppat.
Hann vísir á, at eingin
lodna av týdningi er fiskað
í Barentshavinum seinastu
árini, men nú er líkt til, at
stovnurin er komin hampi
liga væl fyri seg aftur.
Nú er veiðan so tikin
uppaftur, og vit vóna, at vit
sum frá líður fara at fáa lut
í kvotuni.
Kristian Martin vísir á, at
tá samráðingar vóru við
russar fyrr í vetur, høvdu
nótamenn vónir um at fáa
eini 40006000 tons í okk
ara part.
Hetta eydnaðist ikki
hesaferð, men vit hava vón
ir um, at vit til samráðing
arnar næstu ferð fara at fáa
lut í kvotuni, leggur hann
aftrat.
Reiðarin sigur, at ein
lodnukvota í Barentshavin
um kundi havt stóran týdn
ing fyri eitt nótaskip sum
nýggju
Norðborg,
sum
kemur til várs.
Lodna í Íslandi
Í íslendskum sjógvi eiga
føroysku nótaskipini 5% av
heildarkvotuni – ella í
mesta lagi upp til 30.000
tons av kvotuni.
Íslendskir myndugleikar
hava verið trekir at latið
føroysk skip frysta lodnuna
umborð, serliga í tíðar
skeiðinum rundan um 20.
februar, tá teirra egnu skip í
einum stuttum tíðarskeiði
plaga at veiða rognalodnu
til japanska marknaðin.
Men hetta sleppa vit nú,
og í fjør gjørdu vit ein túr
um hetta mundið. Vit fingu
800 tons, sum góvu millum
67 krónur fyri kilo. Tað
gekk ikki heilt, sum vit
vildu, men hampiligt kort
ini.
Meðan onnur føroysk
nótaskip hava landað lodnu
til frystingar í Íslandi, fryst
ir Norðborg lodnuna um
borð.
Kristian Martin Rasmus
sen sigur seg vóna, at land
sins myndugleikar fara at
hugsa um tey feløg, sum
hava gjørt stórar íløgur í
pelagisku vinnuna, tá teir
fara at býta restina av svart
kjaftakvotuni út til skipini.
Lodna í Barentshavinum
kann fáa stóran týdning
Skálafólk
nýggjan
dagstovn
Dagstovnurin, sum verður bygdur á Skála,
er nú komin so mikið væl áleiðis, at hann
varð reistur seinasta fríggjadag, og seinni í
ár stendur stovnurin liðugur
Dagstovnur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin varð dagstovnurin, sum Búsetur byggir á
Skála fyri Runavíkar kommunu, reistur.
Fleiri arbeiðstakarar eru við í verkætlanini, sum Bú
setur stendur fyri. Tað er eisini Búsetur, sum hevur
gjørt verkætlanina og hevur tillagað hana eftir ynskjum
frá Runavíkar kommunu.
Liðugur í ár
Nú dagstovnurin er innilokaður, verða vindeyguni sett
í, eins og bygningurin verður gjørdur liðugur uttan.
Alt elog hvsarbeiði verður eisini gjørt liðugt, eins
og skilaveggir verða settir upp.
Sagt verður á Skála, at arbeiði hevur gingið væl, og
ætlandi stendur nýggi dagstovnurin liðugur seinni í
hesum árinum.
Bygningurin er 750 fermetrar í einum plani, og pláss
verður fyri 60 børnum í vøggustovu og barnagarði.
Arbeiðstakarar
Tað er Búsetur, sum stendur fyri øllum arbeiðnum og
ger timburarbeiði, men fleiri ymiskir arbeiðstarkar eru
í verkætlanini.
Zacharias Leitisstein ger hvsarbeiði, og LM Electric
ger elarbeiði. JHRentreprenørar gera alt kloakk
arbeiði, bæði inni og úti, meðan Stoyp ger alt betong
arbeiði.
Runavíkar kommuna stóð sjálv fyri planeringini av
økinum, har nýggi stovnurin verður bygdur.
Nýggi dagstovnurin á Skála, sum er tilsamans 750
fermetrar, fer at hava rúm fyri 60 børnum í vøggustovu og
barnagarði
- Allur bati bøtir, sigur Kristian Martin Rasmussen, sum um miðjan mars verður eigari av nýggjum verksmiðjuskipi
Bárður Oskarsson róstur í Weekendavísini
»Geniala og filosofiska« kallar ummælari á donsku Weekendavísini myndabókina »En hundur ein ketta
og ein mús« hjá Bárði Oskarsson. Rósandi orðini halda á at regna yvir myndabókina »Ein hundur, ein
ketta og ein mús«, sum Bárður Oskarsson hevur skrivað og teknað. Eisini nú, bókin er týdd til danskt. Í
nýggjastu útgávuni av Weekendavísini sigur ummælarin Damian Arguimbau millum annað soleiðis um
bókina: »Tað er ein ógvusliga filosofisk og provokerandi myndabók, Bárður Oskarsson hevur skapt.
Tekningarnar eru merktar av niðurdempaðum, brúnligum litum, har djórini við sínum kropsburði og
útrykki undirstrika síni einsháttaðu og resigneraðu lív. Ein klassikari fyri tey allarminstu og tey
allarstørstu«. Tað er Hugin Eide, sum hevur týtt bókina til danskt og givið hana út á Forlagnum
Torgard.