Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 12 - 19. januar 2009 Soffi Egholm, kommunustýrislimur í Kvívík, sum kærdi kommunuvalið tann 11. novembur til Inn­ lendismálaráðið, er vónbrotin. Kravið var umval, men fríggja­ dagin gjørdist greitt, at soleiðis bleiv ikki. – Hetta gevur onga meining, sigur Soffi Egholm. Heini Holm, stillari, ivaðist hinveg­ in ongantíð, at hetta fór at vera endin á málinum Kommunuval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Soffi Egholm er skelkað. Hon hevði á ongan hátt kunnað ímynda sær, at Inn­ lendismálaráðið kundi taka støðu, at kommunuvalið í Kvívík varð góðtikið. ­ Hetta eri eg ikki glað fyri at hoyra. Tað er so langt úti. Listin varð tikin úr heiminum hjá mær, broyttur, og síðani latin inn, sigur Soffi Egholm, sum heldur at demokratii hevur dump­ að, og at hetta ongantíð hevði borið til nakra aðra­ staðni enn í Føroyum. Í svarinum til kæruna, stendur millum annað, at tað bert eru stillararnir, ið eiga listan, og tí kann ongin annar úttala seg um, hvør skal vera á listanum ella ikki. Í svarinum stendur, at sambært øllum stillarunum, er uppstillingin farin rætt fram, tí somu nøvn vóru á listanum, tá stillararnir skrivaðu undir, og tá hann var latin inn. Sambært Heina Holm, var stóri trupulleikin, at Tórarinn Didriksen var á listanum, og tað kundi hann ikki ganga við til. Tí var list­ in brotin. Forsøga óviðkomandi Í kæruni greiðir Soffi Egholm frá, at hon kendi, at listin varð tikin frá henni. Umframt, at tey við lista B veruliga kendu seg forðaði at stilla upp. Hetta hevur í dóminum frá innlendismála­ ráðnum onki at siga. »Spurningurin um, á hvønn hátt hetta arbeiði er farið fram áðrenn valevnis­ listarnir eru innlatnir og góðkendir, harundir hvørt hetta er óhaldbart ella ódám­ ligt, er tískil óviðkomandi fyri viðgerð Innlendismála­ ráðsins av málinum.« Stendur í dóminum. Valnevnd gjørt mistak Tó er eitt mistak farið fram í málinum, tí stillararnir ikki hava skrivað undir sama ark, sum valevnini stóðu á. Hetta skal sambært kommunuvallógini havi við sær, at stillararnir fáa 24 tímar at rætta brekið. Hetta er ikki gjørt, men hevur sambært Innlendismálaráð­ num ikki so stóran týdning, at tað kann viðføra umval, tá stillararnir greiða frá, at teir hava skrivað undir somu nøvn, sum endaliga vóru latin inn. » Innlendismálaráðið met­ ir tó ikki, at brekið er so mikið avgerandi og stendur mát við avleiðingina av umvali, at kommunuvalið eigur at verða ógildað við tí úrslitið, at umval skal verða skjótast til ber.« Stendur somuleiðis í dómi­ num. Niðurstøða Tískil er greitt, at onki umval verður í Kvívík, hóast ávís ivingarsom ting fóru fram, áðrenn listin varð latin inn, umframt, at undirskriftirnar hjá stillar­ unum ikki vóru á sama arki, sum valevnini. Soffi Egholm greiðir tó frá, at málið ikki er liðugt frá hennara síðu. ­ Hetta er ordiliga ræð­ andi. Eg hevði veruliga ikki væntað hetta. Nú fari eg at umhugsa, hvat tað næsta verður, tí hesum kann mann ikki liva við, sigur Soffi Egholm. Fyri at leggja sínar ítøkiligu ætlanir fram, sigur hon, at hon í samráð við sakførara fer at kanna, hvat hennara næsta útspæl verð­ ur. Tók tað róligt Heini Holm, stillari og fyrr­ verandi borgarstjóri, ivaðist tó ongantíð, at kæran fór at verða afturvíst. Men hann harmast, hvussu málið hev­ ur fingið hann at síggja út. ­ Eg tók hatta sum skemt at byrja við. Men tá hon kom við sakførara, so bleiv alt meira álvarsamt. Men tað mann skal minnast til, er, at eg onki ólógligt havi gjørt. Hetta var eitt politiskt mál, tí eg kundi sjálvandi ikki hava ein persón, hvørs politiska støða stríðir ímóti øllum, sum eg standi fyri, á mínum lista, sigur Heini Holm. Hann leggur afturat, at hann harmast gongdina í málinum, og at hann onki persónligt hevur ímóti Tór­ arinn Didriksen. ­ Eg helt tað vera best at lata tingini ganga sína gongd, og nú sóu vit úrslitið. Men eg skal nokk koma við einum úttalilsi, um hvat eg haldi um skilið, staðfestir Heini Holm. Dýrari at taka lán Tað verða viðskiftafólkini hjá bankunum, sum koma at gjalda fyri tann almenna bankapakkan. Tað sigur John Norden, stjóri í Mybanker, við Ritzau. Sambært semjuni millum teir donsku flokkarnar skulu bankarnir rinda millum 9 og 11 prosent í rentu fyri lán úr bankapakka­ num, og ta rentuna fara bankarnir at krevja aftur frá sínum viðskiftafólki, sigur John Norden. Kim Valentin, sum er ráðgevi í Finanshuset í Keypmannahavn, væntar, at onkur skal gjalda fyri tey 10 prosentini, sum bankarnir skulu gjalda í rentu, og tað verða ivaleyst viðskiftafólkini, sigur hann við danska kringvarpið. Porsche bjóðar upp á Scania Bilaverksmiðjan Porsche er sinnað at yvirtaka ta svensku lastbilaverksmiðjuna Scania. Sambært tilboðnum er Porche til reiðar at rinda 68,52 svenskar krónur fyri hvørt A­partabræv og 67,10 svenskar krónur fyri hvørt B­partabræv. Tað merkir, at Porche er sinnað at rinda 31,6 milliardir svenskar krónur ella 21,9 milliardir danskar krónur fyri Scania. Porche yvirtók fyri stuttum helmingin av partabrøvunum í Volkswagen, sum eigur 69,5 prosent av partapeninginum í Scania. Innlendis­málaráðið hevur vís­t kæruni um kommunuvalið í Kvívík aftur. Soffi Egholm, kommunus­týris­limur í Kvívík og kærari, er s­kelkað. Heini Holm, s­tillari og fyrrverandi borgars­tjóri, hevði hinvegin alla tíðina væntað, at kæran fór at verða afturvís­t Myndugleikar staðfest valið í Kvívík