mánadagur 19. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 12 - 19. januar 2009
Tveir politistar komu
illa fyri, tá teir skuldu
flyta ein mann út á
psykiatrisku deild.
Hann sproytaði
nevniliga salmiakk
spiritus í andlitið á
báðum politistunum,
sum mest sum mistu
sjónina eina løtu
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein maður var í Føroya
Rætti fríggjadagin dømdur
ein viðgerðardóm fyri 3.
oktober 2007 at hava sproyta
salmiakkspiritus í andlitið á
tveimum politistum.
Nakrar vikur framman
undan, 12. september, vóru
tveir politistat saman við
einum lækna á gátt hjá mann
inum, eftir at systir hansara
hevði heitt á lækna um at
skipa so fyri, at maðurin
kundi fáa sálarliga viðgerð.
Tað spældi eisini alt væl
av, men tá so hesir báðir
politistarnir skuldu flyta
mannin út á psykiatrisku
deild, var viðvent í holuni.
Hóast politistarnir áhald
andi bankaðu á hurðina og
góvu boð frá sær hvør teir
vóru, vildi maðurin ikki
lata teimum upp. Tað var
akortini týðiligt, at fólk var
inni, tí eitt vindeyga stóð
upp á glopp, tá politiið
fyrstu ferð kom til húsini,
men tað varð latið aftur, tá
politistarnir seinni royndu
at fáa fatur á familju at lata
teimum upp.
Har var kortini einki at
gera, maðurin vildi ikki lata
upp, so politistarnir sóu sær
ongan annan møguleika,
enn at ringja eftir einum
lásasmiði. Hesin var skjótur
á staðnum, og fór undir at
dirka lásið upp.
Men áðrenn hann fekk
gjørt seg lidnan, læt mað
urin knappliga hurðina upp
og tók seg síðani inn í
íbúðina. Politistarnir fóru
aftaná, men knappliga kom
maðurin stórleypandi undan
einum forhangi. Politistarnir
gjørdust skakkir og hopaðu
eftir hæli út í tún, har teir
stillaðu seg hvør síni megin
hurðini.
Maðurin hevði ein dunk
av einum hvørjum slagi í
hondini, og annar polit
isturin spurdi mannin, hvat
tað var hann hevði í dunk
inum, og hvat hann ætlaði
við tí. Somuleiðis bað hann
eisini mannin fleiri ferðir
tveita dunkin frá sær.
Sproytaði í eyguni
Maðurin reageraði kortini
ikki, men tá so annar poli
tisturin tók nøkur kvik stig
fram og ætlaði at taka dunk
in frá manninum, sletti hann
vætu úr dunkinum og beint í
andlitið á politistinum.
Hann sproytaði í eyguni á
mær, eg síggi einki, rópti
politisturin sambært starvs
felagnum.
Hin politisturin traðkaði
til og bendi vinstru hond á
manninum aftur um bak,
men tá sletti maðurin dunk
in aftur um seg og rakti
seinna politistin í andlitið.
Eg føldi, at tað var
ógvuliga sterkt. Eg fekk tað
á nøsina, í eyguni og í
munnin, greiddi politisturin
frá í rættinum.
Lásasmiðurin var fram
vegis til staðar, og hann
førdi teir báðar politistarnar
inn í eini hús hinumegin
vegin, har annar fór á wc,
meðan hin fór í køkin at
skola eyguni. Á veg inn í
húsini ringdu teir á støðina,
og skjótt vóru fleiri polit
istar á staðnum.
Teir báðir skaddu vórðu
síðani koyrdir á skaðastov
una, har teir fingu eyguni
skolað út í hálvan annan
tíma.
Bert hin eini politisturin
var í rættinum fríggjadagin
og vitnaði, hin lá sjúkur
heima. Men politisturin,
sum var í rættinum, kundi
vátta, at hvørgin teirra
høvdu fingið nakað varandi
mein av hendingini.
Noktar seg sekan
Maðurin greiddi í rættinum
frá, at hendan dagin vóru
menn komnir at órógva seg.
Hann
noktaði
fyri,
at
politistarnir høvdu sagt, at
teir vóru politistar. Somu
leiðis noktaði maðurin fyri,
at hann skuldi havt sproytað
salmiakkspiritus á politist
arnar. Og hann meinti, at
hann bara kundi havt rakt
tann eina politistin, tí hin
stóð so langt frá sær.
Harnæst meinti maðurin,
at tað kundi ikki hava verið
salmiakkspiritus í dunkin
um, tí so hevði hann brent
seg um ryggin. Hann meinti
tí, at tað hevði bert verið
vatn í dunkinum.
Somuleiðis vildi maðurin
vera við, at politistarnir
høvdu sproyta okkurt eftir
sær, tí hann brendi seg í
tummilin.
Maðurin
er
sálarliga
sjúkur, og hann skuldsetir
systir sína fyri at bora hol í
veggin og og gassa seg,
meðan hann heldur ikki
dámar pápan, sum hann
heldur forgiftar seg.
Hann hevði isolerað seg í
kjallaraíbúðini, og klistra
svart stoff fyri vindeyguni.
Sjálvur greiddi maðurin frá,
at hann bert ætlaði at stoyta
salmiakkspiritus uttan fyri
hurðina, so tað skuldi vera
so »óbehagiligt« uttan fyri
sum gjørligt, so fólk skuldi
halda seg burtur.
Maðurin pástóð, at tann
eini politisturin hevði verið
og órógva hann fleiri ferðir
áður, hugt inn gjøgnum
vindeygað og gjørt ónáðir.
Maðurin er síðani mental
kannaður, og tann kanningin
staðfesti, at maðurin var
sinnissjúkur í gerningsløt
uni, og at hann líður av
paranoid skisofreni.
Maðurin var funnin sekur
sambært
ákæruritinum,
men verður frífunnin fyri
revsing. Hann skal ganga
til viðgerð á psykiatrisku
deild undir eftirliti av krimi
nalforsorgini.
Somuleiðis
skal maðurin rinda fyri
sakarmálskostnaðin.
Sproytaði salmiakkspiritus
eftir politistum
Føroyska grindafrámælið
til Grønlands
Eins og heilsumyndugleikarnir í Føroyum hava gjørt, eiga
heilsumyndugleikarnir í Grønlandi at taka støðu til tær stóru
nøgdirnar av kyksilvuri og øðrum eitrandi evnum í havssúg
djórum og hvítabjarnum. Tað sigur danski professarin
Philippe Grandjean, sum í mong ár hevur verið við í kann
ingunum av eitrandi evnum í føroyska grindahvalinum.
Professarin sigur við KNR, at kanska skulu grønlendingar
gevast at eta hvalatvøst opg bara eta bjarnakjøt av og á.
Tveir politistar skuldu koyra ein 34 ára gamlan mann út á psykiatrisku deild,
men báðir fingu salmiakkspiritus í eyguni, og máttu á skaðastovuna
Føroya Banki
lækkar rentuna
Eftir at danski tjóðbankin 15. januar 2009 lækkaði
rentuna, lækkar Føroya Banki nú renturnar fyri
triðju ferð í tveir mánaðir. Renturnar í Føroya
Banka lækkaðu eisini 29. desember og 8. desember
2008. Inn og útlánsrentur lækka við upp til 0,75
prosentstigum. Lægsta bústaðararentan lækkar 0,35
prosentstig niður í 6,40 prosent. Rentubroytingin
fær gildi mánadagin 19. januar 2009.