Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 12 - 19. januar 2009 13 Kinna Poulsen skrivar grein í Sosialinum fríggja­ dagin 9. januar, har hon lýsir myndlistaárið 2008. Sum ein borgari, ið altíð hevur havt áhuga í mynd­ list, vil eg her koma við nøkrum viðmerkingum um grein hennara Mong hava við mær í longri tíð undrast á, hvussu Kinna Poulsen ferð eftir ferð í flest øllum listagrein­ um sínum megnar at krøk­ ja Listasavnið og savns­ leiðaran Helga Fossádal upp í alt ónt og vánaligt, sum hon hevur at bera før­ oyskari myndlist. Við om­ anfyri nevndu grein í huga hevur hon fyri at kunna halda fram við herferð síni móti Listasavninum nú flutt mørkini so langt út, at hon millum annað má draga nasistar og jødar úr einum kríggi, ið fór fram, langt áðrenn savnið var bygt, við inn í herferðina. Kinna Poulsen skrivar um tað, ið hon kallar “algild forlorin list”, tá ið hon í fjør ummælti Vár­ framsýningina í Listasavni­ num. Bæði í ummælinum av tí framsýningini og seinni av Ólavsøkufram­ sýningini var niðurstøðan tann, at savnsleiðarin hevði skuldina fyri alt, sum hon frammanundan vildi finn­ ast at á hesum framsýning­ um. Kinna Poulsen veit væl, at hesar báðar fram­ sýningar eru skipaðar av ávikavist felagnum Før­ oysk Myndlist og Lista­ felagi Føroya, og at Lista­ savnið og harvið savnsleið­ arin onki sum helst hevur við framsýningarnar at gera annað enn at syrgja fyri, at Listaskálin er tøkur, tá ið framsýningarnar skulu vera. Savnsleiðarin hevur tí hvørki rós ella rís uppiborið fyri framsýning­ arnar. Hetta nevnir Kinna Poulsen ikki í ummælun­ um, tí hon heldur vil snara sannleikanum á og pella fyri lesaranum, so hann ikki veit, hvørjum hann skal trúgva. Hetta er eitt dømi um, hvussu hon snar­ ar veruleikanum á, tá ið hon skal eitast at ummæla list, men í staðin leggur eftir savnsleiðaranum og samstundis traðkar, við vilja, niður á fleiri av etabl­ eraðu listafólkunum, sum eru við á framsýningunum, tí tey hava ditta sær at hava við Listasavnið at gera og tískil passa ikki inn í trong­ skygda heim hennara. Hon er fyri okkum, sum eru myndlistaáhugað, ein “algildur forlorin listaum­ mælari”, tí at hon letst at vera ein myndugleiki, hvat ið listini viðvíkur. Sjálvt um so var, at hon hevði verið fullærdur listfrøðing­ ur, vildi tað á ongan hátt verið ein umbering fyri at sleppa at spilla fólk út. Tá ið onkur skrivar eitt um­ mæli í bløðunum um tón­ leik, bókmentir ella mynd­ list, eru fólk, sum hava áhugað fyri hesum, sjálv­ andi spent at hoyra, hvat viðkomandi hevur at siga. Men meðan ummælarar av tónleiki og bókmentum eru komnir væl longur á leið og viðgera evnini á saklig­ an hátt, eru myndlistaum­ mælarar steðgaðir upp. Í grundini er bara ein einasti myndlistaummælari í Før­ oyum; hesin einasti van­ virðir nógv av tí, sum viðkomandi skal eitast at ummæla, og fer heldur eftir leikarunum enn eftir bóltinum. Harvið styggir hesin einasti ummælarin onnur myndlistaáhugað í at ummæla list. Tey hava ong­ an hug at fara og kappast við fólk, sum eru sum Kinna Poulsen. Eg minnist eina rámandi grein, sum Mikkjal Helmsdal skúla­ stjóri skrivaði fyri tíð síð­ ani um tað at ummæla sjón­ leik. Hann segði, at har vóru tvey sløg av ummæl­ arum. Tey sum eru líkasæl og óvitandi, men sum royndu at látast at vita nakað um ella sýna veru­ ligan áhuga fyri tí, viðkom­ andi ummælir. Og so tey sum eru betrivitandi og niðurgerandi, hóast ofta fullkomið mangul upp á vitan og innlit í tað, ið skal ummælast, men leggja kortini doyðin á at sann­ føra lesaran um, at ummæl­ arin veit alt so nógv betur enn tey, ið veruliga gera nakað til nyttu. Hóast myndlistin í løtuni bert hevur ein einasta ummæl­ ara, so passar Kinna Poul­ sen tíverri alt ov væl inn í bæði sløg av ummælarum. Tivoliseraðir nasistar, stolnir jødar og føroysk skramblilist Kinna Poulsen sigur eina­ staðni, at “vit mugu sum heild ansa betri eftir góð­ skuni og miðsavna okkum um nøkur fá seriøs og góð listafólk”. Í hesum sam­ bandi er áhugavert at spyrja: Hví bara nøkur fá listafólk? Hvør ger av, hvørji tey eru? Um Kinna Poulsen sleppur at gera tað av, fari eg at taka hjartaliga synd í teimum listafólkum, sum samstarva við Lista­ savnið, tí longu sum er, ger hon mannamun, hóast hon skal eitast at garantera fyri listfrøðiligum objektiviteti. Ein persónur er ikki auto­ matiskt objektivur, bara tí viðkomandi er lærdur á onkran hátt. Tað er eisini ein stórur spurningur um persónligt lyndi, at vera erligur og hava opið sinni. Men tá ið ein persónur er illa meintur um ávís fólk og miðvíst vil niðurgera tey, er objektiviteturin langt síðan fokin, hvussu lærdur persónurin enn er. Kenni nógv fólk í flestu norðurlondum og aðrastað­ ni við, sum hava vitjað í Føroyum og sæð føroyska list. Tey eru øll ovfarin av, hvussu høgt listarliga støði í Føroyum er, samstundis sum tey halda tað vera ótrú­ ligt, at fólkafátæku Føroyar eiga so nógv góð listafólk. Tað halda eisini mætu list­ frøðingarnir við doktara­ heitum í Wien, sum valdu út listaverkini til framsýn­ ingina í Leopold Museum. Teir lósu um og settu seg væl inn í føroyska list, áðrenn ein teirra kom til Føroya at vera í eina heila viku fyri at gjøgnumganga alla tað list, ið hann kundi síggja. Valið av listaverk­ um kann tí neyvan vera tilvildarligt og kritikkleyst, sum Kinna Poulsen vil vera við. Men sum við nógvum øðrum listfrøðing­ um, ið samstarva við Lista­ savn Føroya, er arbeiði hjá listfrøðingunum í einum av størstu mentanardeplum heimsins ei heldur nóg gott fyri Kinnu, tí teir vága sær at samstarva við Listasavn Føroya. At høgtstandandi fólk í bæði Wien og í Før­ oyum vóru við til ferniser­ ingina, og at framsýningin í heila tikið fekk nógva og góða umrøðu í miðlunum og av teimum vitjandi, bøtti ikki um úrskurðin hjá Kinnu Poulsen. Framsýn­ ingin, sum hon neyvan hevur sæð, og tí ei heldur kann meta um, var sam­ bært henni “tivoliserað” við fótbóltshúgvum, lunda­ bamsum og skramblilist. Eg havi hug at spyrja, hvørji ið skramblilistafólk­ ini eru. Er talan um Zac­ harias Heinesen, Edward Fuglø, Mikines, Janus Kamban, Ruth Smith, Tróndur Patursson, Sigrun Gunnarsdóttir ella kanska onkur av okkara dugnaligu og seriøsu listafólkum í yngra endanum sum Beinta av Reyni, Jógvan Biskop­ stø ella Annika á Lofti? Á framsýningini var ein húgva, sum er meira enn bara ein fótbóltshúgva, eisini fyri eysturríkarar. Húgvan hjá Jens Martini Knudsen er eitt fótbólts­ tjóðarsúmbol fyri føroying­ ar, men samstundis ein áminning um, at ein dystur ongantíð er vunnin, áðrenn hann er leiktur. At listfrøð­ ingarnir í Leopold Muse­ um m.a. valdu at hava hesa fyri teimum so kendu húgvu við, var at rokna sum góð reklama fyri fram­ sýningina, ikki minst tí EM 2008 í fótbólti var í Eysturríki í summar. Talið á vitjandi var sera høgt, oman fyri tey 80.000, sum væl og virðiliga man vera methøgt til eina framsýn­ ing við føroyskum lista­ fólkum. At Kinna Poulsen uttan um allan samanhang spekulerar og dømir eystur­ ríkar í dag fyri tað, sum nasistarnir gjørdu í einum kríggi, sum endaði fyri einum mansaldri síðani, er barasta so háðandi og spott­ andi fyri ikki bara eystur­ ríkar, men eisini fyri øll tey deyðu og núlivandi lista­ fólkini úr øllum heiminum, sum hava sýnt og sýna fram har. Hvønn rætt hevur Kinna Poulsen at kunna døma eysturríkar og onnur, sum hava nasistar sum for­ fedrar, fyri tað, sum for­ fedrar teirra gjørdu. Listasavnið og tey myndlistaáhugaðu Greinin endar sum so mangar hjá Kinnu Poulsen við, at Listasavnið fær enn eina lortaspann á høvdið, um savnið enn hevur nakað við innihaldið í greinini at gera ella ikki. Listasavnið verður í heilum skýrt fyri at vanta listarligar leiðarar og listfrøðiligar førleikar. Veruleikin er harafturímóti tann, at listfrøðingar, mær vitandi, arbeiða á savni­ num og taka avgerðirnar viðvíkjandi tí listarliga, og at savnið annars hevur tætt samstarv við nógvar list­ frøðingar í sambandi við tær mongu verkætlanir, ið savnið arbeiðir við. Tí mótsigur Kinna Poulsen sær sjálvari, tá ið hon al­ ment billar fólki inn, at listfrøðiligi førleikin er avgerandi fyri høgt listar­ ligt støði, men samstundis ikki viðurkennir tey fak­ lærdu, ið hava við Lista­ savnið at gera. Hon sigur, at framsýningarnar í Lista­ savninum bara eru á miðal­ hampastøði, men hon er helst óvitandi um veruleik­ an, at tað júst eru listfrøð­ ingar, ið standa fyri upp­ heingingunum av fram­ sýningunum á savninum. Hóast Listasavnið ikki hevur nógvar pengar at arbeiða við, er savnið kort­ ini so væl umsitið, at starvsfólkatalið á savninum er víðkað til fimm. Kortini fer Kinna Poulsen og kriti­ serar savnið og sigur, at t. d. er onki skil á føstu fram­ sýningini og vísir til Mari­ anne Krogh Andersen. Hetta má sigast at vera ein manipulerandi umskriving av tí, ið blaðkvinnan á Weekendavisen veruliga segði. Tað, hon hevði at siga um framsýningina, var í ógvuliga stóran mun posi­ tivt. Hon legði m.a. dent á allar listabøkurnar og øll tey mongu dugnaligu lista­ fólkini í Føroyum og gong­ ur tí beint ímóti teimum “fáu listafólkunum” hjá Kinnu Poulsen. Samb. greinini var tað tann sjálv­ kritiski Helgi Fossádal sjálvur, ið segði við Mari­ anne Krogh Andersen, at framsýningin í løtuni ikki hekk so væl, sum hon skuldi. Hetta tí at fram­ sýningin er í einari til­ gongd til eina nýggja fasta framsýning, sum ikki er klár enn. Tann nýggja fasta framsýningin verður eisini sett upp av listfrøðingum. Alt gott arbeiði tekur tíð. Uttan nakra frágreiðing endar Kinna Poulsen grein­ ina við at siga, at myndlista­ áhugað kunnu gleða seg til um eitt ár, tí tá fer savns­ leiðarin frá. Sigast kann, at mong myndlistaáhugað longu nú eru sera glað fyri allar tær spennandi og hugvekjandi føroysku og útlendsku framsýningarnar, tiltøkini og bøkurnar, sum Listasavnið arbeiðir við. Talið á teimum vitjandi er bara vaksið. Í hópatali vitja bæði barnagarðar, skúla­ flokkar og vaksin, føroying­ ar og útlendingar, savnið, sum okkurt árið hevði út við 20.000 vitjandi. Lima­ listin hjá Listafelagnum, sum er stuðulsfelag hjá Listasavninum, er bara vaksin og vaksin. Tá ið ferniseringar eru á savni­ num í sambandi við nýggja framsýning, møta altíð nógv fleiri enn 100 fólk upp, og vanliga kemur talið eisini væl upp um tey 200. Einans at stempla savns­ leiðaran sum ein banka­ mann loysir ongan trupul­ leika. At (for)døma ein persón fyri lívstíð vegna eitt fyrrverandi starv ella útbúgving er órímíligt. Hann hevur gjørt nógv annað í lívinum og hevur frá barnsbeini havt ein brennandi áhuga fyri mynd­ listini. Fólk kenna hann sum ein gløggan, dugna­ ligan, arbeiðssaman og fryntligan mann, sum dugir væl við fólki og hevur hegni til samstarv, og tað eyðkennir ein góðan stjóra. Ærumeiðandi atfinningar­ nar hjá Kinnu Poulsen eru tó endaleysar og so við og við nú vorðnar heilt óluk­ sáliga triviellar. Neyvan er tað Helgi Fossádal, sum køvir myndlistina í Føroy­ um. Heldur er tað slíkur framferðarháttur, sum Kinna Poulsen borðreiðir við, ið køvir alt andligt lív í landinum. Kinna Poulsen sigur í endanum, at “listastríðið” heldur fram, um fólk sum Helgi Fossádal verða leið­ arar í savninum framyvir. Hvat meinar hon við? Hon umboðar í øllum førum ikki øll tey myndlista­ áhugaðu, sum ikki kenna til nakað listastríð, sum hon leingi og ofta hevur skrivað um. Flestu mynd­ listaáhugað, sum við stór­ ari gleði vitja framsýningar í Listaskálanum, og sum vitja framsýningar aðra­ staðni í býnum og aðra­ staðni við í landinum, kenna ikki til nakað sum helst listastríð. Men Kinna Poulsen uppiheldur einum fiktivum abstraktum listastríði í Sosialinum. Hjartasuff til Sosialin Eitt er, at Kinna Poulsen áhaldandi spillir Listasavn Føroya út, men tað gerst enn verri, at Sosialurin, sum mong av okkum ann­ ars plaga at lesa, stendur modell til hetta. Tað er ógvuliga løgið, tí Kinna Poulsen er bæði ærumeið­ andi og brýtur allan góðan fjølmiðlasið. Hvar er fjøl­ miðlaetikkurin í hesum útspillingunum? Hvar er tann høgi og fakligi journal­ istikkurin? Blaðið brúkar altíð sama persón til at lýsa stórar og týdningarmiklar partar av føroyska mynd­ listaheiminum úr einum niðurgerandi og ógvuliga trongskygdum sjónarhorni. Úrslitið er “heft og óálítandi”. »Algildur forlorin listaummælari« Randi S. Vang viðmerkingar