mánadagur 19. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
The Dreams fyrstu ferð við Múrin
Nógv eru tey ið hava forvitnast eftir, nær teir vælumtóktu dreingirnir í bólkinum The Dreams
aftur skula framføra í Føroyum. Í samrøðu við Planet sigur Hans Edward, at fyrstu ferð teir
trína á føroyskan pall í 2009 verður á Festivalinum við Múrin. Ikki er tað ókent at The Dreams
skulu framføra við Múrin, men tos hevur verið um at The Dreams møguliga leitað sær til
Føroya at framføra áðrenn hetta. Hesum avsannar Hans Edward, sum samstundis sigur seg
síggja fram til at enn einaferð spæla fyri okkum føroyingum.
Kulur
DJ’ari
í Rex
Leygarkvøldið var eitt
sera væl eydna DJ show
í Rex við Martin Kjærbo.
Planet var á staðnum.
Fáir DJ’arir kunnu
sigast at spæla tónleik
ið nærum øll kunnu fáa
ágóðan av, men soleiðis
var ikki leygarkvøldið.
DJ Martin Kjærbo
megnaði til fulnar at
halda huglagnum hjá
teimum vitjandi uppi , og
sjáldan var ein keðilig
løta. Tónleikurin var
fjølbroyttur, tó vóru tey
spældi løgini í flestum
førum løg, ið fólk flest
kennast við. Hóast løgini
í so máta ikki vóru av
tí nýggjasta slagnum,
so vóru løgini so mikið
fjølbroytt umframt
vælkend, at tey ikki
gjørdist óáhugaverd. Alt
í alt eitt sera væl eydna
kvøld, og DJ Martin er
eftir øllum at døma ein
DJ’ari, ið megnar at
undirhalda einum sera
fjølbroyttum skara av
fólkið.
Margarinfabrikkin er
fari undir eitt nýtt átak
undir heitinum “Street
Team”. Endamálið er
at virka fyribyrgjandi
og at geva ungdóm
inum nýggjar møgu
leikar.
Margarinfabrikkin hevur
seinastu árini verið karmur
um nógv ungdómstiltøk,
og nú hava fólkini handan
Margarinfabrikkina
víðka um virksemi sítt.
Sambært stigtakarunum
hevur tørvur verið á
einum savningarstaði í viku
skiftunum hjá ungum ímill
um 12 og 16 ár. Hesi ungu
hava einki at takast við um
í vikuskiftunum, og tískil
hevur Margarinfabrikkin
nú nýggj tilboð at bjóða
teimum.
Fara út til ungdómin
Høvuðstátturin í nýggja
átakinum er, at tvey umboð
frá Margarinfabrikkini
ganga runt í miðbýnum í
Havn og finna fram til hvar
ungdómurin heldur til.
Síðani verða tey ungu boð
in í Margarinfabrikkina, har
ymiskt undirhald er á skrán
ni. Soleiðis virkar “Street
Team” fyri at taka tey
ungu av gøtunum, og geva
teimum okkurt at takast við
í vikuskiftunum. Sum dømi
kann nevnast at ymsar
tónleika framførslur hava
verið í hesum sambandið,
og tey ungu hava sambært
stigtakarunum tikið væl
ímóti hesum.
Talið av ungum vitjandi
er tvífalda, síðan vit byrjaðu
at hava opið um vikuskifti,
sigur Bogi Andreasen við
Sosialin.
Starvsfólkini virka sum
ráðgevar
Bogi Andreasen og Salua
Manai, stigtakararnar
handan “Street Team”
siga, at teirra leiklutur er
sera ymiskur frá persóni til
persón. Nógv av teimum
ungu ið leita sær oman
í Margarinfabrikkina um
vikuskiftini, hava stóran
tørv á at hava onkran at
tosað við. Spurningar
verða settur um kynslív og
kærleika, umframt at tey
ynskja ráð um mangt og
hvat. Bogi Andreasen sigur,
at tey ungu eru sera opin
fyri starvsfólkunum, og at
tey eftir øllum at døma taka
ráðini frá starvsfólkunum til
eftirtektar.
Vilja hava størri ábyrgd
“Street Team” og Margarin
fabrikkin hoyra undir
barna og ungdómsdeildina
hjá Tórshavnar Kommunu,
og fáa tey játta stuðul
til millum annað átakið
“Street Team”. Stigtakar
arnar hava ætlanir um at
víðka um átakið, og fram
tíðarætlanirnar eru stórar.
Vit vilja spesialisera
okkum innan ein ávísan
aldursbólk, sigur Bogi
Andreassen.
Um “Street Team” kann
fáa ábyrgdina frá Tórs
havnar Kommunu at varða
av aldursbólkinum 1216
ár, kann virksemi víðkast,
soleiðis at hesin aldurs
bólkur kann fáa tað neyð
ugu umsorganina.
Vit kunnu fara út í
skúlarnar og ferðast runt
alla Tórshavnar Kommunu,
soleiðis at vit kunnu røkka
út til so nógv í hesum aldur
sbólki sum møguligt, sigur
Bogi Andreassen.
Saman við SSP sam
skipanini vil “Street Team”
virka fyribyrgjandi, og fan
ga trupulleikarnar áðrenn
teir gerast ov stórir.
Vit hava ikki fatan av at
ungdómurin er á skeivari
kós tá talan er um rúsevnir,
men vit vilja saman við
SSP samskipanini virka
fyribyrgjandi, so hetta ikki
kann gerast ein trupulleiki
seinni, sigur Bogi Andreas
sen í samrøðu við Sosialin.
“Street Team”
hjálpir ungdóminum