Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 12 - 19. januar 2009 ] Hóast talan er um botnlið, sum skuldi spæla útidyst móti toppliði, so ber ikki til, at HSF skal ganga í odda í royndini at finna kreativar loysnir, tá føroyska veðurlagið argar Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At veðurlíkindini kunnu gera samferðsluna trupla, vita suðuroyingar betur enn nakar annar. At samferðsluleiðarin og komandi strandferðslu­ stjórin eisini partur av venjarabeinkinum hjá VB, mundi ikki gera støðuna truplari í so máta, og tí var eisini skjótt at broyta annars løgdu ætlanirnar, soleiðis at VB og Kyndil kundu avgreiða dyst sín sunnukvøldið. Hvaðani uppskotiðå so kom um, at dysturin kortini skuldi spælast klokkan 15, er ilt at vita, men tað er serstakliga merkisvert, at HSF skal taka undir við eini roynd at trumfa dyst ígjøgnum undir umstøðum, sum eru bæði ítróttarliga óforsvarligar og sum eisini eru greitt brot á allar reglur. Gaman í er Kyndil niðast í kvinnudeildini, og sjálvandi var VB risa­favorittur undan dystinum. Men tað forsvarar ikki eina roynd at trýsta ein skerdan hóp at spæla undir ringast hugsandi fortreytunum. Og tað er greitt brot á reglurnar, tá HSF samstundis tekur undir við eini loysn, har spælari verður læntur frá mótstøðuliðnum. Ikki minst, tá hugsað verður um, at HSF í aðrar mátar hevur staðið serstakliga steyrrætt í spurninginum um at flyta spæliloyvið hjá einum øðrum Kyndils­málverja. Tá kundi spurningurin hóskandi verið, hvørja støðu HSF hevði til, at Kyndil til stuttleika styrkti seg við einum trimum­fýra spælarum, tá tær skulu royna at fanga StÍF aftur. Ella kanska bara fyri at arga okkurt av oddaliðunum! Og so er tað alla æru vert, at Kyndil á náttartíð vildi avgreiða dystin í Vági. Tá tosa vit um tað fair­ play, sum VB so sanniliga eisini eigur uppiborið. Óteljandi ferðir hava tær havt ótespiligar ferðir og truplar umstøður at avgreiða sínar útidystir, men tað man hoyra til undantøkini, at hesir ikki verða greiddir. Fair play – eisini frá HSF Heini Hanusarson hevur nú fingið longt leikbann frá Hond­ bóltssambandinum. Størsti profilurin á føroyska hondbólts­ landsliðnum sleppur ikki at spæla við restina av EM­undan­ kappingini Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Dimmalætting skrivaði fríggjadagin, at Hondbólts­ sambandið og landsliðs­ venjarin hjá monnum, Dia Midjord, hava tikið avgerð um, at Heini Hanusarson ikki verður partur av mans­ landsliðnum í ár. Efitr útidystin móti Bosnia í fjør fingu sjey spælarar innanhýsis leik­ bann, og longu móti Russ­ landi og Italia sat Heini sítt leikbann av. Men hetta er eftir øllum at døma ikki nógv mikið. ­ Heini var ein av høvuðs­ monnunum í tí, sum hendi í Sarajevo, og ferðalagið kennist ikki við tær frágreið­ ingar, sum hann hevur givið í fjølmiðlunum. Venjararnir hava tí tikið avgerð um, at hann ikki verður partur av hópinum restina av árinum, og sum starvsnevnd er tað okkara lutur at fráboða hes­ um. Og tað er ein avgerð, sum vit eisini standa við, segði formaðurin í Hond­ bóltssambandinum, Kristi­ an Johansen, við Útvarpið sunnudagin. ­ Tað eru nakrir reglar, sum ein landsliðsspælari má geva seg undir. Og kunnu spælarar ikki taka undir við hesum, so kunnu teir ikki vera partur av lands­ liðnum, og longur enn tað er søgan ikki. Hinir seks spælararnir, sum hava fing­ ið leikbann, hava allir verið hjá venjaranum við umber­ ing, men tað hevur Heini Hanusarson ikki, sigur Kristian Johansen. Sjálvur sigur Heini Han­ usarson, at hann framvegis hevur hug at spæla á lands­ liðnum. Meginparturin av landsliðshópinum hjá kvinnum hevur skrivað undir eitt skriv, har tær krevja nýggjan landsliðs­ venjara Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Starvsnevndin hjá Hond­ bóltssambandinum sleppur í næstum at taka støðu til, hvat svar tey skulu geva spælarunum á kvinnulands­ liðnum í hondbólti. Meginparturin av hópin­ um hevur nevnliga skrivað undir eitt skriv, har tær krevja, at landsliðsvenjarin, Sophus Dal­Christiansen, verður skiftur út. ­ Talan er um generella ónøgd, tí vit meta ikki, at Sophus er rætti maðurin at standa á odda fyri liðnum. Eitt nú er tað ikki serliga motiverandi, at boð um landsliðsvenjingar verða sendar umvegis SMS, uttan at venjarin er í sambandi við einstøku spælararnar. Seinast var úrslitið, at tað bara vóru spælarar hjá Kyndli og Neistanum, sum vóru til landsliðssamling, verður millum sagt úr hópinum. Eisini verður sagt, at ein­ stakir av spælarunum fyrr hava gjørt HSF vart við sína ónøgd, uttan at hetta tó hevur ført nakrar broytingar við sær. Verður sjálvandi tikið upp Kristian Johansen, er for­ maður í Hondbóltssamband­ inum, og tá vit høvdu sam­ band við hann, kendi hann einki til skrivið, sum skal vera ávegis. ­ Hetta er púrasta nýtt fyri mær, so eg fái als ikki sagt, hvørja støðu eg havi til hetta. Sjálvur havi eg heldur ikki upplivað nakað fordømi av hesum slag, og tí fái eg heldur ikki sagt, hvør politikkurin hjá okkum er. ­ Men tað sigur seg sjálvt, at kemur eitt slíkt skriv, so er tað nakað, sum verður tikið upp á starvsnevndar­ fundi, og so verður taka vit tað harífrá, sigur Kristian Johansen. Men tað verður sagt, at spælarar áður hava gjørt nevndina vart við sína ónøgd? ­ Vit fingu bræv frá ein­ um spælara beint undan kappingini í Onglandi í heyst, og har varð funnist at fyrireikingunum til kapp­ ingina. Tá var tó bert ein vika eftir til kappingina, og viðkomandi spælari var ikki úttikin, so hetta fekk ikki tí heilt stóru viðgerðina, sigur Kristian Johansen. Sjálvur hevur Sophus Dal­Christiansen ikki nakrar viðmerkingar til ætlaða skrivið. Men hann sigur tó, at eru trupulleikar, so heldur hann tað vera upplagt, at hesir fyrst verða viðgjørdir saman við venjaranum. Rommedahl skal skifta felag Danski vongspælarin Dennis Rommedahl er úti í kuldanum í niðurlendska stórfelagnum Ajax. Rommedahl roynir nú at finna sær eitt nýtt felag at spæla fyri, og líkt er til, at eitt annað felag í Niðurlondum er áhugað í at leiga hann frá Ajax. Felagið er NEC Nijmegen, og roknað verður nú við, at Rommedahl fer at skifta felag í vikuni. Defoe skoraði beinanvegin Enski álopsspælarain Jermaine Defoe spælir nú aftur við Tottenham, eftir at hann fyri einum ári síðani var seldur frá júst Tottenham til Portsmouth. Fyrsti dysturin hjá Defoe gjørdist ímóti Portsmouth í gjár, og Defoe skoraði málið hjá Tottenham í 1­1 javnleikinum. Við stiginum gruvlaði Tottanham upp um niðurflytingarstrikuna í Premier League. Vilja sekkja lands­ liðsvenjaran Heini sleppur ikki á landsliðið í ár Sum skilst vil stórur partur av kvinnulandsliðnum í hondbólti hava ein annan venjara enn Sophus Dal- Christiansen 16