mánadagur 19. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 12 - 19. januar 2009 ]
Við hálvum beini í
steypafinaluni tykist
KÍF veruliga hava
fingið glið á sítt spæl.
Sunnudagin køvdu
teir vónirnar hjá StÍF
um at røkka FM-
finaluni
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eftir at teir fyri viku síðani
meldaðu seg aftur í stríðið
um FM-finaluplássini, tá
teir vunnu á Neistanum,
tveittu strandingar mest
sum allan vinningin fyri
borð, tá teir vitjaðu í Kolla-
firði í gjár.
KÍF hevur annars í fleiri
førum víst, at teir væl og
virðiliga kunnu bjóða teim-
um fremstu av, men í avger-
andi løtunum hava kollfirð-
ingarnir ikki verið nóg
neyvir, og tí hava teir mest
sum sum ongan leiklut havt
í landskappingini.
Kanska var hóskvøldið
vendipunktið hjá KÍF í so
máta. Við at basa Neistanum
í Havn fekk liðið prógvað
fyri sær sjálvum, at dystirnir
kunnu vinnast, hóast nógv
stendur á, og hetta sjálvs-
álitið fylgdi teimum eisini
sunnudagin.
Og tað gav eisini at bíta
seinastu løtuna av dystinum.
KÍF hevði annars verið á
odda fyri tað allarmesta,
men við bara fimm minutt-
um eftir hevði StÍF strítt
seg framum við einum
máli. Seinastu løtuna av
dystinum vann heimaliðið
tó 3-1, og so kundu teir
frøast um bara næsta sigurin
í landskappingini.
Á talvuni hevði sigurin
kanska ikki so nógv at siga
fyri KÍF, men kunnu teir
byggja víðari upp á hetta,
er steypafinalan væl og
virðiliga heilt nær.
Hjá strandingum merkti
tapið hinvegin, at teir nú
aftur er langt frá finalu-
plássinum, og við stórtapin-
um í fyrru hálvfinaluni í
tonkunum er tí líkt til, at
talan nú kann verða um
fyrsta kappingarárið í 11 ár,
har einki heiðursmerki verð-
ur hongt um teir.
Skjúttarnir fingu
góðar ræsur, tá
Tjaldur og StÍF
spældu undirhald-
andi dyst í Runavík
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tjaldur heldur framvegis
fast í trýstinum, sum teir
seinastu umførini hava lagt
á VB.
Sunnudagin hevði Tjald-
ur heimavøll móti StÍF, og
eins og sum í hálvfinaluni
fyrr í vikuni, gjørdist talan
um tryggan sigur til Tjald-
ur.
Leingi var StÍF tó heilt
væl við í til tíðir javna dyst-
inum. Tjaldur hevði hesa
ferð nýggja spælaran, Patru
Marilena, við á liðnum, og
tað merkti, at høvuðsdent-
urin í spælinum varð lagdur
á sterku skjúttarnar, sum
eisini veruliga sluppu at
royna. Tað gav tó aftur at
bíta í hinum endanum, har
skjúttarnir hjá StÍF eisini
hildu seg framat, soleiðis at
talan gjørdist um ein óvan-
liga málríkan dystin.
Stutt inn í seinna hálvleik
eydnaðist tó hjá Tjaldri at
betra um flogið, og eftir at
tær tá høvdu økt munin til
eini fýra-fimm mál, var
eingin vegur aftur í dystin
hjá hjá StÍF, sum tó støðugt
stríddist fyri einum góðum
úrsliti.
Sigurin ber við sær, at
munurin upp til VB fram-
vegis er fýra stig. Men
Tjaldur eigur ein dyst til-
góðar, og longu komandi
umfarið eigur Tjaldur aftur
heimavøll móti VB, so tá er
møguleiki at fáa javnvág í
roknskapin.
Tjaldur-StÍF 35-29 (14-13)
10 min: 6-5
20 min: 10-7
40 min: 21-17
50 min: 26-23
Málskjúttar
Tjaldur: Adina Petrea 12(3), Elinbjørg Hammer 5, Alina Olaru
5(2), Patru Marilena 4, Annika Thomsen 3, Jacoba Langgaard 3,
Benedikta Johannesen 2, Sarah Ann B. Thomsen 1
StÍF: Rebekka Justinussen 8(2), Ninna K. Johansen 8(1), Anna
Petersen 5, Sunfríð Johansen 4, Mariann L. Petersen 3, Fríðrún
Danielsen 1
Brotskøst: Tjaldur 6, StÍF 4
Útvísingar: Tjaldur 2, StÍF 4
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA um dystin
Tjaldur-StÍF 35-29 (14-13):
Málveitsla í Runavík
KÍF-StÍF 21-20 (10-6):
Ferð komin á botnliðið
KÍF-StÍF 21-20 (10-6)
10 min: 5-3
20 min: 7-4
40 min: 13-11
50 min: 17-17
Málskjúttar
KÍF: Ási Dam 9(2), Pætur Johansen
3, Rógvi Weihe 2, Teitur Joensen
2(1), Suni Johannesen 2, Andreas
Nielsen 1, Niklas Reginsson 1,
Jákup Trúgvason 1
StÍF: Sveinur Justinussen 5,
Mortan Hansen 3, Rúni Johansen
3(3), Bárður B. Danielsen 2,
Hávardur Trúgvason 2, Pauli G.
Hansen 2, Cristian Prede 1, Borgar
Danielsen 1, André F. Danielsen 1
Brotskøst: KÍF 4, StÍF 4
Útvísingar: KÍF 3, StÍF 4
Dómarar: Hans Thomassen &
Hanus Kúrberg
FAKTA um dystin
Strandingar høvdu vunnið sær takið á KÍF, men seinastu
minuttirnar reistist heimaliðið kortini, soleiðis at næsta
landskappingarsigurin hetta kappingarárið kom til høldar
Mynd: Álvur Haraldsen
Mourinho tagdi
Tað er ikki ofta, at Jose Mourinho ikki vil
siga nakað serligt um ein dyst ella eitt avrik,
men soleiðis var støðan eftir 3-1 tapi hjá
oddaliðnum Inter fyri Atalanta um
vikuskiftið. - Í dag skal eg bara tiga. Eg plagi
at rósa mótstøðuliðnum, um tey vinna, hóast
vit spæla væl. Men í dag var tað okkara egna
mistak, at vit taptu, so eg sigi einki, segði
Mourinho við Sky Italia.
Rangers eltir Celtic
Spenningurin í toppinum í skotsku landskappingini øktist um
vikuskiftið, eftir at Celtic tapti á útivølli ímóti Aberdeen. Samstundis
eydnaðist tað Rangers at vinna sín dyst ímóti Falkirk, og nú eru bert
tvey stig á muni millum liðini. Celtic og Rangers spæla aftur ímóti
hvørjum øðrum á Celtic Park tann 14. februar.
17