Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 12 - 19. januar 2009 ] Arbeiðið sæst ikki aftur Tá VÍF fyri tveimum vik­um síðan vitjaði á Hálsi, vunnu vestmenn­ ingar við sek­s málum. Hóast úrslitini siga hvør sína søgu, heldur Ingi Olsen, spælandi venjari hjá Neistanum, ik­k­i, at munurin á dyst­ unum var serliga stór­ ur. ­ Tá geva vit upp sein­ astu løtuna, og tí varð munurin so stórur. Men málverjarnir á báðum liðum stóðu eisini betri tá, samanborið við hesa­ ferð, sigur Ingi Olsen. Neistin hevur skotið flest mál og latið flest mál ígjøgnum í hesum kappingarárinum. Ber ikki til at fáa bæði álops – og verjuspælið at rigga í einum? ­ Sjálvandi. Og vit arbeiða eisini dúgliga við verjupartinum, hóast tað ik­k­i sæst aft­ ur. Tað eigur at vera nóg mik­ið at sk­jóta 30 mál fyri at vinna ein dyst, men soleiðis varð ik­k­i hjá VÍF í dag. Men Ingi Olsen, hava tit ikki betri lið enn stigatalvan vísir? ­ Tað er torført at siga. Tað nyttar lítið at hava fimm landsliðs­ leik­arar, um eindin ik­k­i riggar. Tað eru helst fleiri feløg, sum k­undu ynsk­t sær ok­k­ara leik­­ arar. Men um tú ik­k­i spælir sum eitt lið, k­ann tað gera tað sama, hvørji nøvnini á pappír­ inum eru, sigur Ingi Olsen. Við sigrinum í gjár otaði Neistin seg nærri fyrsta plássinum. Tvey stig sk­ilja havnarfelagið og VÍF, men tað er ein­ asti munurin á liðunum, heldur spælandi venj­ arin. ­ Vit standa eink­i aftanfyri vestmenning­ ar. Vit hugsa fyrst og fremst bara um at sleppa í finaluna, stað­ festir Ingi Olsen. -uni Í sannari málveitslu reistist Neistin aftur, tá oddaliðið úr Vestmanna vitj­aði á Hálsi í gj­ár. Havnar­ felagið styrkti um sína støðu í odd­ anum, meðan VÍF framvegis ikki er trýst í finalustríðnum Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Seinast teir vitjaðu í høllini á Hálsi var eingin ivi. Tá Sámal Joensen, Ák­i Olsen og Agnar Joensen prógvaðu k­lassamunin millum liðini, og nær um samstundis stað­ festu sín leik­lut í finaluni í landsk­appingini. Men hesaferð løgdu neistamenninir lík­a í. Teir vóru til reiðar at bjóða av – av tí einføldu orsøk­, at teir vóru trýstir. Trýstir í odda­ stríðnum. Liðini fylgjast allan veg­ in. Serliga Sámal Joensen bítur frá sær og vil treyðugt lata heimaliðið fara til strok­s í høvuðsstaðnum. Lið um lið verður togað um at fáa leiðsluna, men eingin sleppur undan. Vestmenn­ ingar halda seg hava gjørt sítt, tá teir sk­ora til 37­36 tveir minuttir undan leik­­ lok­i. Men eink­i er avgjørt. Ik­k­i fyrrenn serbisk­i Jugo­ slav Djumic brádliga sk­ræð­ ir seg leysan og sendur bóltin trygt í netið handan Eli Müller. 50 sek­und eftir, og eitt mál á muni. Málveitsla í Havn Tað manglaðu ik­k­i mál á Hálsi í gjár. Heili 75 ferðir k­undi onnur helvtin av ásk­oðarafjøldini reisast, rópa og k­lappa. Men til sein­ ast var tað heimaásk­oðar­ arnir, sum k­undu frøast. ­ Hygg, hvussu glaðir teir eru fyri at hava vunnið á VÍF, sigur ein vónbrotin vestmenningur á ásk­oðara­ plássinum, júst sum neista­ menn leypa í ein trunk­a. Og tað var eisini ein orsøk­ til at frøast. Neistin reistist aftur eftir ósigrarnar á Sk­ála sein­ asta vik­usk­iftið og KÍF mik­uk­vøldið, og somuleiðis styrk­ti sína støðu í FM­ k­appingini. Lík­amik­ið við verjuspælinum, málunum og persónligu villunum – úrslitið taldi. Sami trupulleikin Neistin hevur bestu álops­ k­ortini í landinum. Finnur Hansson, Jugsolav Djumic, Ák­i Mørk­ og Tróndur Kragesten fyri at nevna nøk­ur. Teir hava staðið fyri allarflestu málunum, sum liðið hevur fingið í hesum k­appingarárinum. Og tað er sanniliga teimum at tak­k­a, at Neistin hevur sk­otið flest mál higartil. Men í verju­ partinum riggar ik­k­i. Bláa havnarfelagið hevur latið flest mál ígjøgnum. Fleiri vildu eisini seta spurnartek­in við, um tað var flott ella k­eðiligt at vinna við 38­37 á vestmenningum. Rómur í høllini Eyguni fylgja hvørjari send­ ing. Dómarin fær eina átalu, hvørjaferð hann brík­slar í floytuna. Fólk­ fáa nóg illa sitið á afturpartinum. 37­ 37, og ein minuttur eftir at spæla. ­ Teir mugu ik­k­i sk­ora nú!, rópar ein vestmenning­ ur, tá Ák­i Mørk­ stendur við bóltinum. Men so tek­ur Neistin time­out. Seinasta álopið sk­al leggjast til rætt­ is. Lítil løta seinni. Heima­ liðið stillar upp, og uppspæl­ ið endar við, at Jugoslav Djumic leypir inn í feltið og leggur Neistan á odda. 38­37. Talvan vísir 59.09. Seinasti møguleik­in fyri stigi. VÍF byggir upp. Jugo­ slav Djumic, sum eina løtu er hetjan, fellir óneyðugt ein mótstøðumann og verð­ ur útvístur. 13 sek­und eftir. Vestmenningar vita ik­k­i, hvussu teir sk­ulu bera seg at. Eingin ætlan. Ák­i Mørk­ leypur út og fær hendur á bóltinum. Hann leggur seg niður við bóltinum í føvn­ inginum. Liðugt. Ásk­oðar­ arnir k­unnu umsíðir fagna sínum monnum aftur. Neistin – VÍF 38-37 (21-16): Mál, mál, mál! Á myndini er tað Joen P. Høgnesen hjá VÍF, sum rennur undan Finni Hansson hjá Neistanum. Neistin hevði tó takið sunnudagin, men á stigatalvuni er VÍF framvegis frammanfyri Mynd: Álvur Haraldsen Neistin-VÍF 38-37 (21-16) 10 min: 5-3 20 min: 11-8 40 min: 24-23 50 min: 32-32 Málskjúttar Neistin: Áki Mørk 14(7), Jugoslav Djumic 6, Tróndur Kragesteen 6, Finnur Hansson 6, Bogi Berg 2, Birgir Poulsen 1, Ingi Olsen 1 VÍF: Sámal Joensen 14(4), Áki Olsen 6, Áki G. Olsen 6, Rúni Joensen 5, Joen P. Høgnesen 4, Agnar Joensen 1 Brotskøst: Neistin 7, VÍF 5 Útvísingar: Neistin 3, VÍF 5 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA um dystin Abramovich stevnir blaði Russisk­i Roman Abramovic, sum eigur ensk­a fótbóltsfelagið Chelsea, hevur nú gjørt av at stevna blaðnum The Sunday Times. Orsøk­in er, at blaðið sk­rivarði herfyri, at Abramovich ætlaði at selja Chelsea. Hetta nok­taði Abramovic fyri, og nú dregur hann Sunday Times í rættin. Abramovich hevur átt Chelsea í sek­s ár í summar. Scolari setir allar til sølu Venjarin hjá Chelsea er so troyttur av áhaldandi søgunum um, at hansara spælarar sk­ulu fara til onnur feløg, at hann hevur sett allar spælararnar til sølu. ­ Venjarar og stjórar í øðrum feløgum royna at seta seg beinleiðis í samband við mínar spælarar, og tað órógvar ok­k­um. Tí eru allir spælarar hjá Chelsea hervið til sølu, og tey, sum eru áhugað í teimum, k­unnu venda sær beinleiðis til mín, sigur Luiz Felipe Scolari. 18