Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 12 - 19. januar 2009 ] Verjan var lykilin Heldur enn at seta fokus á sítt egna avrik, valdi stjørnuskotið í H71- málinum at geva verjuni heiðurin av sigrinum móti Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fram til í gjár vóru ikki so nógv í føroyska hond­bóltsheiminum, sum kend­ust við Jóhan Hofgaard­. Men tey, sum vóru í Hoyvíkarhøllini í gjár, hava í øllum førum bit­ ið merkið í navnið, sum uttan iva verður at hoyra rímiliga ofta kom­ and­i árini. Eftir framúr gjøgn­ umbrotið, har Jóhan stóð samfullar 60 mi­ nuttir í H71­málinum, vild­i 19 ára gamli mál­ verjin tó ikki sjálvur gera alt ov nógv burtur úr sær sjálvum. – Fyrst og fremst gleðist eg bara um, hvussu gott tað er at hava slíkar menn sum Jens Skipagøta og Levi Nybo afturat mær und­ir venjing. Tað hevur lært meg ótrúliga nógv, og í d­ag stuðlaðu teir mær alla tíðina, so hetta var ein fantastiskt uppliving. Men var hetta ikki ein av heldur strævnu døg­­­unum sum mál­ verji? ­ Eg hald­i, at verjan hjá okkum gjørd­i eitt serstakliga stórt arbeiði. Og tað var fyrst og fremst har, at vit vunnu d­ystin. Tað hevði ovur­ stóran týd­ning hjá okk­ um, at vit kund­u steðga sigursrøðini hjá Kynd­li, og tað er bara heilt fan­ tastiskt, at hetta eyd­nað­ ist, sigur Jóhan Hof­ gaard­. Hóast týdningurin av dystinum var stórur, so var tað avrikið hjá blaðunga Jóhan Hofgaard, sum var í fokus, tá H71 sunnudagin steðgaði sigursgongdini hjá Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Venjararnir hjá H71 hava ein sannan luksus­trupul­ leika. Við tveimum land­s­ liðsmálverjum í hópinum er sjálvand­i ikki lætt at gera av, hvør teirra skal sita á beinkinum. Sunnud­agin høvd­u venj­ ararnir tó tikið avgerð, um at seta báðar land­sliðsmenn­ inar á beinkin. Í teirra stað varð bert 19 ára gamli Jóhan Hofgaard­ settur, eftir at hann í longri tíð hevur givið meira roynd­u liðfeløg­ unum kapping. Kanska varð ehtta gjørt, soleiðis at ungi málverjin fekk snod­d­að til hond­bólt í fremstu røð, og í øllum før­ um má bara staðfestast, at ungi málverjin tók av. Við báðum land­sliðsmálverjun­ um sum íd­num stuðlum, ið støðugt vegleid­d­u og hepp­ aðu, stóð ungi máðurin enn brand­d­yst av tí slagnum, sum helt báðum starvsfeløg­ unum á beinkinum í sam­ fullar 60 minuttir. Og mest av øllum var hetta eisini munurin, tá H71 stegaði sigursgongd­ini hjá Kynd­li, sum íroknað d­yst­ irnar í steypakappingini annars var komin upp á fýra d­ystir. Eini grannauppgerð so líkt, so var spælið í longum løtum rættiliga rótut. Hoy­ víkingar megnaðu sjáld­an at ferðina upp á eitt støði, har teir veruliga kund­u stressa ikki heilt so breiða hópin hjá Kynd­li, og fleiri ferðir koppaði spælið tann vegin, at teir grønu fingu møguleikan at stinga av. Ikki tí. Lars L. Black í Kynd­ils­málinum átti sín stóra lut í, at Kynd­il støðugt var við í d­ystinum, men í hinum end­anum stóð nýggi H71­málverjin enn sterkari. Og bein t und­an steðginum bar hetta við sær, at hoyvík­ ingar fingu møguliekan at leggja seg nøkur mál framum. Og so var støðið líka sum lagt fyri seinna hálvleik. Her var nervin alla tíðina til staðar, tí Kynd­il noktaði at geva upp, hóast mótbrekkan var tung. Eina einstaka ferð fingu teir eisini minkað munin niður í eitt mál, men í aðrar mátar vórðu opnir møgu­ leikar misnýttir, hvørja ferð teir grønu veruliga høvd­u møguleikan, og at end­a megnaðu hoyvíkingarnir eisini at revsa hetta. Tvídystur Úrslitið ber við sær, at kapp­ renningin í od­d­inum nú aft­ ur er farin at líkjast einum tvíd­ysti millum Neistan og H71, sum vilja sleppa í finaluna móti VÍF, sum longu er heilt væl ávegis. Við góðu gongd­ini í mentu, so var ikki óhugs­ and­i, at Kynd­il eisini kund­i leggja seg út í kappingina, men tann møguleikan má nú sigast at vera farin. Og tað er nokk eingin ivi um, at fokus hjá teimum grønu nú er á steypakappingini, har teir hava møguleika at tryggja sær, at eisini hetta kappingarárið kastar heið­ ursmerki av sær. Hoyvíkingar sýnd­u kanska ikki nóg gott álops­ spæl hesaferð, men í verjuni stríd­d­ust teir framúr, og tá teir so eisini hava tríggjar málverjar í land­sliðsflokki gevur hetta venjarunum nøkur góð alternativ á teirri síðuni. H71-Kyndil 22-19 (11-8): 10 min: 3-3 20 min: 6-5 40 min: 14-10 50 min: 17-16 Málskjúttar H71: Gunnar Bláberg 4, Johnny Durhuus 3, Janus Sørensen 3, Halgir Dahl Olesen 3(2), Danni Syhler 2, Poul Kjartan Dam 2, Bárður Brimvík 1 Kyndil: Bárður Johannesen 9(2), Høgni Klein 4, Josef Abrahamsen 2, Janus Einar Sørensen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, Rani Ellingsgaard 1 Brotskøst: H71 2, Kyndil 2 Útvísingar: H71 4, Kyndil 3 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin H71-Kyndil 22-19 (11-8): Landsliðið sett á beinkin Jóhan Hofgaard ristist ikki á hondunum, tá hann fekk møguleikan í málinum hjá H71. Í sínum elddópi tók ungi hoyvíkingurin fullkomuliga myndina, tá H71 aftur vann seg á beint í stríðnum um at røkka finalusessinum Mynd: Álvur Haraldsen Kinnear revsar undanmenn Joe Kinnear, sum venur Newcastle, held­ur at hann kann ikki lastast fyri keyp av spælarum, sum und­anmenn hansara í starvinum hava gjørt. Kevin Keagan og Sam Allerd­yce hava vant felagið, og teir hava keypt nógvar av spælarunum, sum eru í Newcastle nú. ­ Vit hava ein lítlan hóp, sum und­anfarnu venjarar ikki hava gjørt nakað við. Eg kann ikki revsast fyri tað, sigur Joe Kinnear við BBC. Barca setir met Tað hevur gingið óvanliga væl hjá FC Barcelona í hesum kappingarárinum. Nú hevltin av d­ystunum eru leiktir í sponsku land­skappingini, hevur Barcelona vunnið sær 50 stig. Tað er nýtt met. Real Mad­rid­ átti metið vði 47 stigum eftir helvtina av d­ystunum. Barcelona er heili 15 stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar í Primera Division. 19