Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 12 - 19. januar 2009 ] Undirhaldsvirðið var einki serligt, tá Stjørnan staðfesti sína oddastøðu í gjár. Í einum óvanliga málfátækum dysti vunnu klaksvíks­ kvinnur fyri fimtu ferð upp í slag, tá tær vitjaðu hjá Neistanum Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo 30 mál. Millum lítið og einki hugflog. Ússaligar atsóknir. Fáir áskoðarar. Og lág leikferð. Tað var í høvuðsheitum tað, áskoðararnir í høllini á Hálsi vóru vitni til í gjár. Í einum linligum dysti, eydnaðist tað Stjørnuni at staðfesta sína oddastøðu. Um at sovna Millum áskoðararnar var lítið lív í. Tað skyldaðist einamest, at spælararnir ikki fingu teir at reisast og rópa. Fýra mál vórðu skotin fyrstu tíggju minuttirnar, og tað var serliga takka ver­ ið einari stórspælandi Fríðu Petersen, at Neistin fram­ vegis kundi hótta klaksvíks­ kvinnur. ­ Fótbólti kann eg altíð hyggja at í sjónvarpinum, helt ein á síðulinjuni fyri og sipaði til fáu málini sum komu. Áskoðararnir hugsaðu skjótt ikki longur um leikin á gólvinum. Prátið flutti seg til fíggjarkreppuna, HM í hondbólti og fótbóltsárið, sum stendur fyri framman. ­ Eg eri um at sovna, staðfesti ein klaksvíkingur, sum hevði leitað sær til høvuðsstaðin at hyggja at hondbólti. Og tað lýsir væl fyrra hálvleik. Meira avgjørdar Tað varð frægari eftir steðg­ in. Stjørnan hevði støðugt munin, og miðskeiðis i seinna umfarinum skrædn­ aði – og tá kundu gestirnir koyra sigurin trygt í hús. ­ Tú trýrt ikki, hvussu irreteraður eg eri, nú eg siti her, greiddi ein dúgliga frá í telefonini, tá onkur for­ vitin vildi vita úrslitið. Liðini vóru meira bein­ reikin í seinna hálvleiki, og einu løtuna gekk kom glið á málskjótingina. Men 17 mál var meira enn nógmikið hjá Stjørnuni at fáa neyðugu stigini. Men tað undraði sjálvt venjaran, Henrik Gerster, at leikararnir ikki vóru meira ágrýtnar. ­ Hvorfor skyder vi ikke?!, helt hann fyri á síðu­ linjuni einu ferðina. Men í síðsta enda eru tað úrslitini, sum hava týdning. Og sum ein eldri klaksvíks­ kvinnur tók til móti dysta­ renda, so “ger tað einki, so leingi, vit vinna”. Tað er í øllum førum nakað um tað. VB vann væntaða sigurin á Kyndli, men dysturin verður heldur mintur fyri truplu upptaktina, har HSF kom við einum kreativum uppskoti um at fáa dystin avgreiddan Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var vónleyst at fara undir nakran dyst í Vági klokkan 15 sunnudagin. Partur av hópinum hjá Kyndli var komin suður kvøldið fyri, men restin av spælarunum saman við venjaranum og dómarunum hevði ætlað sær suður sunnudagin. Og tá bar so ikki til at sigla, og tí varð skjótt tosað um, at royna at fáa dystin avgreiddan seint um kvøldið, tá siglingar­ líkindini skuldu verið batn­ að nakað nógv. Um døgurðatíð komu tó nýggj boð til Kyndil. Nú var uppskotið nevnliga, at dysturin skuldi spælast klokkan 15, og um Kyndil hevði tørv á tí, kundu tær »bara« læna ein málverja frá VB. Eitt uppskot, sum Kyndil als ikki kundi góðtaka, og sum venjarin hjá liðnum eisini undraðist á í samrøðu við portalin sunnudagin. Í tungan sjógv Tá tað leið út móti midnátt, bar tó til at fáa dystin avgreiddan. Onkur einstak­ ur spælari hjá Kyndli fekk tó ikki komið við suður, og annar av dómarunum gav somu boð, men undir so­ mikið góðum karmum, sum til bar, varð dysturin kortini avgreiddur. Og var sjógvurin tungur fyrr um dagin, so var hann tað ikki minni hjá Kyndli fyrstu løtuna í høllini. Áðrenn tær veruliga høvdu vent sær, var VB lopið avstað, og so ráddi mest av øllum um at halda fast um leiðsluna og koyra sigurin heim. Og hetta gjørdi heimaliðið eisini uttan stórvegis trupulleikar, áðrenn spæl­ ararnir kundu fara í song. Neistin – Stjørnan 13-17 (7-7): Lítið undirhald á Hálsi Ferðin var ikki tann mesta, og málini komu bara annan hvønn minutt, tá Neistakvinnur tóku móti Stjørnuni í gjár Mynd: Álvur Haraldsen VB-Kyndil 27-17 (14-7) Spenningurin var í forspælinum Neistin skiftur ov ofta venjara Nicoleta Radu Hansen staðfestir í dystarblaðn­ um til dystin millum Neistan og Stjørnuna, at bláa havnarfelagið ov ofta skiftir venjara. ­ Tá tú spyr meg um neistakvinnurnar, haldi eg, at felagið skiftir alt ov ofta venjara. Eg spæli nú á fjórða ári í Neistanum, og eg havi havt fýra ymsar venjar­ ar. Hvørt ár byrja vit við mest sum nýggjum liði. Kanska er tað orsøkin til stóru sveigg­ ini í okkara avrikum. Venjarar eru ymiskir og vilja eisini ymiskt við hondbólsspælinum, og vit spælarar skulu umstilla okkum, sigur Nicoleta Radu Hansen í dystarblaðnum. Hon leggur afturat, at hon vónar, at Neistin kann varðveita núverandi manning, soleiðis, at tær kunnu bjóða av í FM­stríðnum í kom­ andi kappingarári. -uni Neistin-Stjørnan 13-17 (7-7) 10 min: 2-2 20 min: 4-5 40 min: 8-10 50 min: 9-13 Málskjúttar Neistin: Heidi Maria Akselsen 4, Trodis Tróndarson 3, An- nika Ljósstein 2(1), Anja Heinadóttir 1, Stine Mikkelsen 1, Nicoleta Radu Hansen 1(1), Elin Stakksund 1 Stjørnan: Simona Petersen 8(1), Una Olsen 4, Durita Mikkelsen 2, Durita Christophersen 2, Dianne Møller 1 Brotskøst: Neistin 3, Stjørnan 1 Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 1 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA um dystin VB-Kyndil 27-17 (14-7) 10 min: 8-1 20 min: 11-6 40 min: 17-10 50 min: 22-14 Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 5, Rannvá Johannesen 5, Bára Mortensen 4, Svava Vestergaard 3, Asta Armanaviciute 2, Laila Jespersen 2, Aukse Vysniaskaite 2(1), Theresa Joensen 1, Monika Samuelsen 1, Una Egilsdóttir 1, Sára Samuelsen 1 Kyndil: Jacklin Durhuus 6(1), Barbara Egilstrøð 4, Helena á Krákusteini 2, Ronja Mikkelsen 1(1), Halla Midjord 1, An- nika Poulsen 1, Beinta Laursen 1, Jórun Ludvig 1 Brotskøst: VB 2, Kyndil 2 Útvísingar: Kyndil 1 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Birgir Sondum FAKTA um dystin Moyes stúrir ikki Í kvøld verður stóri lokaldysturin í Liverpool spældur. Liverpool tekur ímóti Everton, og dysturin hevur ikki minst stóran tydning fyri Liverpool í toppinum í ensku landskappingini. Venjarin hjá Everton stúrir ikki fyri trupla dystinum. ­ Eg eri rættiliga róligur, tí eg síggi, hvussu væl mínir spælarar spæla, og hvat teir avrika. Teir hava sjálvsálit og njóta fótbóltinum. Um vit klára at liva upp til hetta í dystinum ímóti Liverpool, so hava vit einki at verða bangnir fyri, sigur David Moyes. Messi vil ikki hoyra um City Manchester City, sum hevur fingið eitt ótal av milliónum at ráða yvir, leitar eftir veruligum superstjønum at styrkja liðið hjá sær við. Í løtuni stendur brasilski Kaká ovast á listanum, men ein annar spælari stóð frammanfyri hann. Tað var Lionel Messi, sum spælir fyri Barcelona, men Messi er als ikki áhugaður í at skifta til Manchester City at spæla, hóast tað kundi givið nógvar pengar.