mánadagur 19. januar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 12 - 19. januar 2009 ]
Við Nemanja Vidic
á toppinum hevur
Manchester United
hildið málið reint í
10 dystir á rað. Ikki
minst takkað verið
stórspæli frá Nemanja
Vidic
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Verjan hjá Manchester Uni
ted hevur ikki verið í besta
standi seinastu tíðina. Rio
Ferdinand
hevur
verið
skaddur, Patrice Evra hevði
fýra daga leikbann, so fyri
treytirnar vóru ikki tær
bestu,
nú
meistararnir
skuldu brúka strævnu jóla
skránna til at toga seg nærri
Liverpool og Chelsea. Ikki
minst, tá havt verður í huga,
at Manchester United als
ikki hevur havt somu ferð á
málskjótingini hetta kapp
ingarárið, sum teir høvdu
tað seinasta kappingarár.
Verjuskansin
Sæð burtur frá 50 sigrinum
móti Stoke í november og
30 móti Chelsea, tá nýggja
árið varð skotið inn, hava
málini frá Ronaldo, Rooney,
Berbatov og hinum heldur
ikki verið tey heilt nógvu.
Men í samfullar 10 dystir
hevur Manchester United
hildið málið gullreint, og
tað bar við sær, at teir leyg
ardagin kundu staðfesta, at
teir nú aftur eru fremsta
liðið í OnglandiOg garant
urin fyri hesum hevur verið
serbiski verjuskansin hjá
liðnum.
Nemanja Vidic er kanska
ikki tann spælarin, sum
finnur leiðina fram til yvir
skriftirnar á sama hátt, sum
stjørnukendu
liðfelagar
hansara í álopspartinum
gera tað. Mest av øllum er
hann kendur fyri kompro
misleysa spælistílin, har
hann ekkaleysur tveitir seg
í allar nærdystir. Til tíðir
enntá somikið harðliga, at
hann eins og Chuck Norris
hevur fingið sína heilt egnu
skemtgenru á netinum.
Og hóast fjølmiðlarnir
heldur nýta orkuna til at
hyggja eftir frítíðarítrivun
um hjá celebru liðfeløgun
um, so er Sir Alex Ferguson
ivaleysur, tá hann hevur
givið síni skoðsmál um
góðu úrslitini hjá liðnum
seinastu tíðina.
Vit eru sjálvandi í einum
felag, har áhugin altíð snýr
seg um stjørnurnar. Men eg
plagdi altíð at siga um
Dennis Irwin, at á einum
skala til 10 fingu vit altíð
eitt átta ella níggjutal frá
honum. Men tað var ongan
tíð hann, sum stóð á bredd
anum, tá rósurnar komu í
miðlunum, sigur Alex Fergu
son.
Vit vistu tó altíð, hvussu
stórt virði hann hevði, og
tað er tað sama við Vidic.
Hann hevur verið heilt fan
tastiskur hjá okkum, sigur
venjarin.
Og so telur tað helst ikki
skeiva vegin, at Vidic eisini
er ein sera vandamikil harri,
tá hann leitar sær fram í
brotsteigin hjá mótstøðu
liðunum.
Soleiðis
var
leiðslumálið, sum hann stút
aði inn í 30 sigrinum móti
Chelsea, hansara triðja mál
hetta kappingarárið.
Trupul byrjan
Sjálvur hevur Sir Alex
Ferguson ongan tíð verið í
iva, síðani hann jóladag í
2005 legði 70 milliónir
krónur á borðið hjá Spartak
Moskva fyri at fáa fatur á
Vidic.
Fyrstu dystirnar ivaðust
fleiri tó í, um talan var um
rætta mannin at styrkja um
verjuna hjá stórfelagnum.
Tíðin var ikki akkurát
tann rætta hjá honum. Tá
hann kom til okkara, hevði
hann ikki spælt nakran dyst
í ein mánað, og samstundis
skuldi hann venja seg við
ein nýggjan spælistíl. Men
eg visti alla tíðina, at hann
fór at menna seg til ein sera
týðandi spælara hjá okkum,
sigur Ferguson.
Og so kundi skotin annars
frøast
leygarkvøldið,
tá
Manchester United aftur
hevði sett seg á toppin í
deildini. Í øllum førum
fram til í kvøld, tá Liverpool
hevur møguleikin at ota seg
upp á oddasessin, sum teir
hava sitið á seinastu nógvu
vikurnar.
Tað er sjálvandi tað,
sum tað snýr seg um. Eg
veit ikki, um tú kanst siga,
at vit vunnu okkum nakran
sálarligan fyrimun við sigri
num í dag. Men tað stutt
ligasta plássið at vera á er á
toppinum. Og so er tað ikki
so týdningarmikið, um tað
er eftir fyrsta ella tjúgunda
umfarið, segði venjarin hjá
Manchester United.
Nemanja Vidic
Føddur 21. Oktober 1981 í Uzice (Serbia & Montenegro)
185 sentimetrar
84 kilo
2000-2004
Red Star (68 dystir/12 mál)
2000-2001
Spartak Moskva (læntur)
(27/6)
2004-2006
Spartak Moskva
(39/4)
2006-
Manchester United (88/7)
2002-
Serbia
(36/2)
»When Nemanja Vidic does a pushup, he isn’t lifting
himself up, he?s pushing the Earth down«
»If you beat a team containing Nemanja Vidic in Pro Evo it
will cause your PS2 to blow up«
»Nemanja Vidic once ate an entire bottle of sleeping pills.
It made him blink«
»Nemanja Vidic played Russian Roulette with a fully
loaded gun and won«
»Nemanja Vidic died ten years ago, but the Grim Reaper
can’t get up the courage to tell him«
»Nemanja Vidic doesn’t mark players, he permanently
stamps them«
»Nemanja Vidic once turned up for training late Fergie
fined the rest of the team for being early«
»Nemanja Vidic doesn’t head the ball away, the ball heads
the other way«
»The “big bang” was a Nemanja Vidic tackle«
Fakta um nummar 15
Skemt um Vidic
Serbiski skansin
hjá Fergie
Umframt at vera ein krútsterkur
verjuspælari, er Vidic eisini
vandamikil við deyðbóltsstøðum.
Her fegnast hann um sigursmálið,
sum hann skoraði beint undan
dystarloki, tá Manchester United í
desember vann 1-0 á Sunderland
Mynd: Polfoto/AP
Tey 10 nullini
15.11 Manchester Utd-Stoke
5-0
22.11 Aston Villa- Manchester Utd
0-0
30.11 Manchester City- Manchester Utd 0-1
06.12 Manchester Utd-Sunderland
1-0
13.12 Tottenham- Manchester Utd
0-0
26.12 Stoke- Manchester Utd
0-1
29.12 Manchester Utd-Middlesbrough
1-0
11.01 Manchester Utd-Chelsea
3-0
14.01 Manchester Utd-Wigan
1-0
17.01 Bolton- Manchester Utd
0-1
Fowler á veg til Australia
33 ár gamli álopsveteranurin Robbie Fowler fer nú møguliga til
Australia at spæla. Fowler hevur seinast spælt fyri Blackburn,
men nýggi venjarin Sam Allerdyce hevur boðað frá, at hann
ætlar sær ikki at brúka Fowler. Nú hevur North Queensland
boðað frá sínum áhuga fyri Fowler, og venjarin í felagnum
hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast lokka Fowler til
Australia at spæla.
Robbie Fowler er serliga kendur fyri síni avrik í Liverpool, har
hann skoraði 183 mál í 369 dystum.
La Galaxy lokkar Del Piero
Tað kom óvart á tey flestu, tá ið amerikanska felagið LA Galaxy
keypti David Beckham úr Real Madrid, men nú ætlar felagið at
draga enn eina superstjørnu tvørtur um Atlantshavið. LA Galaxy er
sinnað at gjalda 300 milliónir krónur fyri Alessandro Del Piero,
sum spælir fyri Juvenstus, men tað verður ikki roknað við,a t Del
Piero tekur av. Hann miðjar eftir at spæla við í HM í 2010.
22