mánadagur 19. januar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Hans Edward, forsangarin í The
Dreams greiður frá einum heldur
ókendum parti av lívið sínum í samrøðu
við Sosialin.
Hans Edward og The Dreams hava
seinastu tíðina skapt sær góða
undirtøku millum fólk, og teir ungi
føroyingarnir hava veruliga sett síni
spor í tónleiki heimin í Føroyum og
uttanlands. Sosialurin hevur eina
samrøðu við Hans Edward, har hann
greiður frá einum heldur ókendum parti
av lívið sínum.
1. Hvussu ofta hyggur tú eftir
porno?
- Seinast eg hugdi eftir porno var tá
eg gekk á Bakarskúla í Danmark. Danir
hava ein løgnan vana tá tað kemur til
porno, og tað bleiv eg rættiliga bilsin
av. Teir sita fleiri undir somu dýnu
meðan teir hyggja eftir porno. Tað havi
eg so ikki gjørt, sigur Hans Edward við
einum smíli.
2. Kennir tú teg nakrantíð
einsaman?
- Um eg bleiv spurdur um hatta fyri
einum hálvum árið síðani hevði eg sagt
ja, men nú er daman hjá mær flutt til
Danmarkar eisini, so nú kenni eg meg
ikki einsaman longur.
3. Hvørjum tónleikarar hevur tú
mest virðing fyri?
- Eyðun Nolsøe. Hann hevur altíð spælt
framúrskarandi góðan tónleik.
4. Hvørjum tónleikara hevur tú
minst virðing fyri?
- Gestum. Eg haldi teir eru yvirfladiskir,
og keðiligur persónar.
5. Hvør er besta uppliving tú hevur
havt í tínum tónleika lívið?
- Tað stendur millum tríggjar ymsar
festivalar. Summarfestivalurin var
ótrúligur, umframt Skanderborg
Festivalurin og tá vit spældu í Londom.
6. Hevur tú nakrantíð tikið
rúsevnir?
- Eg havi roynt hassj tá eg var 18 ár,
men tað eri eg givin við.
7. Hevur tú nakrantíð brotið
lógina?
- Vit stjólu ræðuliga illa tá vit vóru
ungir, men tað var mest góðgæti o.s.fr.
Men einki meira álvarsamt enn tað.
8. Hvat er tað mest flóvisliga tú
hevur uppliva í tínum tónleika
lívið?
- Eg datt av einaferð undir einari
konsert hjá okkum tá vit vóru umleið
14 ár. Tað var ikki flóvisligt tá, men eg
hevði tað ikki so gott dagin eftir tá eg
var vorðin edrúur.
9. Nær koma tit aftur at spæla í
Føroyum?
- Vit spæla fyrstu ferð aftur í Føroyum
á Festivalinum við Múrin, sigur Hans
Edward at enda.
Eivør
fram-
førur í
Hawaii
Í hesum døgum
ferðast føroyska
Eivør Pállsdóttir runt
í Hawaii, har hon
millum annað skal
framføra við ymsum
lokalum tónleikarum.
Eivør hevur seinastu
árini verið í tættum
samstarvið við
eysturríkska Villu Veski,
og tað er orsaka av
hesum samstarvið at
Eivør nú skal framføra
í Hawaii fyri aðru ferð.
Fyri okkurt um fýra árum
síðani vóru Eivør og Villu
eisini í Hawaii, og tað
er sama leið tey leggja
hesu ferð. Ætlanin er at
framføra tríggjar ferðir,
og verður tað somu støð
ið tey vitjaðu fyri fýra
árum síðani.
Eivør og Villu búgva
í einari hyttu í Hawaii,
og hóast tey bert skulu
framføra tíggjar ferðir,
so steðga tey á í Hawaii
í heilar 10 dagar. Orsøkin
til hetta er at Eivør hevur
ætlanir um at fáa nýggja
inspiratión frá sínum
samstarvsfelaga, og
ikki minst frá tí vakra
umhvørvinum í Hawaii,
og vónandi verður okkurt
nýtt tilfar at sýna fram,
tá Eivør aftur leitar sær
heim til klettarnar..
Hans Edward
í Heita Stólinum