mánadagur 19. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 12 - 19. januar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Andreas Djurhus í Havn
fyllir 100 ár hósdagin 22.
januar, og móttøka verður á
Hotel Føroyum henda dagin
frá kl. 15 til 18.
Góði pabba, ein heilsan
á 100 ára føðingardegnum
Tað hevur verið ein stór
gleði pabba, fyri okkum øll,
at vit hava havt teg hjá okk
um í so langa tíð, og at
síggja hvussu væl tú hevur
verið fyri, at tú minnist
bæði tað sum nú hendir og
tað sum fyrifórst fyri so
mongum árum síðani. Tí
hevur tú verið so interessant
ur at lurta eftir.
Pabba er føddur í Porkeri
22. januar 1909, og var so
leiðis 5 ára gamal tá fyrri
veraldarbardagi brast á, og
tað er áhugavert at síggja
og hoyra, hvussu tú minnist
so langt aftur.
Ein persónur sum bæði
hevur upplivað fyrra heims
bardaga,
1930ini,
sum
vóru vánalig ár um alla
heimin, og seinna heimsbar
daga og minnist hesi, er
altíð áhugaverdur frásagnar
maður.
Tað hevur verið ein
frægd hjá okkum og okkara
familjum at sæð, hvussu
væl tú og mamma passaðu
saman, har tú altíð hevur
verið so stillførur, og tær
dámdi so væl, tá mamma
tók orðið.
Tey fingu ta gleði at liva
saman í heili 62 ár, í einum
góðum hjúnalagi, og tað
eru so fá, sum fáa eitt so
gott og langt lív saman, og
tað kunnu vit takka Gudi
fyri.
Pabba og mamma búðu
í Vági til fyrst í 1970unum,
tá tey fluttu til Havnar, har
hann helt fram at arbeiða,
inntil hann varð 75 ára gam
al. So tað eru heili 25 ár –
ella ein fjórðingsøld – ging
in, síðani hann sum ein
eldri maður legði frá sær.
Hann hevur altíð verið
sera røkin, og hevur til
henda dag røkt urtagarðin
og húsini bæði væl og
virðiliga. Ikki er longri síð
ani, enn síðsta summar at
hann málaði stakittið.
Tú hevur verið kærleiks
fullur við okkum øll, og vit
tora at siga, at eftir at tú
komst til trúgv á Harran
Jesus, sum ein ungur maður,
hevur tú víst hetta bæði og í
orði og verki, og tú hevur
ongantíð smæðst við at lata
frá tær.
Vit fara tí at senda tær
hesa lítlu heilsan á 100 ára
føðingardegnum,
og
vit
hava verið ómetaliga glað
fyri at hava havt teg her
norðuri hjá okkum, og
vóna, at vit fáa nógvar dag
ar saman afturat.
Harrans ríku signing og
styrki ynskja vit at niður
biðja yvir teg og eru sera
takksom fyri at vit fram
vegis hava teg okkara mill
um.
Bestu heilsanir
Oddvør og Páll
við familju
Andreas Djurhuus 100 ár
Høgni Poulsen, fyrrverandi
prestur, í Havn, andaðist
hósdagin 15. januar, 79 ára
gamal.
Høgni var ættaður úr
Sandvík, sonur Johannu, f.
Poulsen, og Dánjal Poul
sen.
Sum ungur fór Høgni til
Danmarkar, har hann tók
studentsprógv í Rønde í
1951. Síðan las hann gud
frøði á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn og varð
liðugur í 1957.
Í Danmark giftist hann
við Elin av Tvøroyri, dóttir
Ingu, f. Nielsen, og Magnus
Magnussen. Tey bæði hitt
ust, tá ið tey undir krígnum
gingu í realskúla á Tvøroyri.
Tey vóru bæði undir útbúgv
ing hesa tíðina. Elin lærdi
til sjúkrasystir á Bispebjerg
Hospitali í Keypmanna
havn.
Í lestrartíðini vóru Høgni
og Elin í Ungmannafe
lagnum í Keypmannahavn,
har nógvir føroyingar savn
aðust, og har vunnu tey sær
nógvar vinir. Tað var Emil
Joensen, prestur, sum var
ættaður úr Bø, og sum var
prestur í Mariekirken í
Keypmannahavn, sum upp
runaliga fekk ungmanna
felagið í lag.
Í 1957 fluttu tey heim aft
ur til Føroya at búgva, tá
Høgni fekk starv sum prest
ur í Suðurstreymoyar presta
gjaldi. Frá 1963 og fram til
í 1976 var hann prestur í
Vága prestagjaldi, sum um
framt bygdirnar í Vágum
fevndi um Mykines. Í mong
ár vóru Elin og Høgni
prestahjún í Vágum.
Tá ið ellisheimið í Vág
um, sum var tað fyrsta av
sínum slagi í landinum,
varð bygt, var Høgni Poul
sen formaður í byggi
nevndini. Grundarsteinurin
varð lagdur av Ingrid drotn
ing í 1969, og heimið varð
tikið í nýtslu í 1972. Tá
fekk Elin brúkt sína útbúgv
ing og fekk starv á ellis
heiminum sum sjúkrasystir.
Í 1976 fluttu tey aftur til
Havnar, har Høgni hevði
fingið starv í vestara presta
gjaldinum, og í Vesturkirkj
uni og hinum kirkjunum í
sóknini. Í Havn fekk Elin
starv á røntgendeildini á
Landssjúkrahúsinum.
Høgni røkti prestastarvið til
hann legði frá sær fyri
aldur.
Høgni hevði eisini onnur
álitisstørv. Hann var limur í
Samfundsráðnum ella Høv
uðsstýrinum, sum tað nú
nevnist, fyri Heimamissi
ónini í Føroyum í nógv ár.
Hann var við til at stovna
Heimamissiónsforlagið, og
hann var í mong ár í stýri
num fyri Meinigheitshúsið
í Havnini. Hann hevur eisini
verið formaður í nevndunum
fyri
KFUM
og
Bláa
Krossi.
Elin og Høgni Poulsen
fingu tríggjar døtur: Jó
hanna, sum er sjúkrasystir,
Inga, sum er prestur, og
Durita, sum er lækni.
-red
Høgni Poulsen deyður
Høgni og Elin Poulsen. Myndin er tikin í sambandi við teirra gullbrúdleyp í 2005