Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-19, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 12 - 19. januar 2009 Andlát og jarðarferðir Elsabeth Bjarnason fer til gravar úr Foss­ vogs­kapell í Reykjavík hósdagin 22. januar klokkan 13. Christen Joensen, Klaksvík, vanliga nevnd­ ur Christen hjá bedings­ meistaranum, andaðist hósdagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 74 ára gam­ al. Torleif Pugesgaard, Vigersted í Danmark, andaðist á Roskilde sjúkrahúsi mikudagin, 60 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Dagurin 19. januar. Pontianus. Úr Spoleto í Italia. Doyði umleið ár 160 fyri trúgv sína. Gamli Knútur hertogi er eftir julianska kalendaranum sami sum nevndur er 7. januar. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Tøkk Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Haldgrím Gregersen Syðrugøta andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Gøtu kirkju. Takk til øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Hallgerð, Maria, Kirstin, Randi og Jónvá v/ familjum Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri bróðir og svágur Peter Jacob Vágsá (Piddi í Búðinum) andaðist og varð jarðaður. Ein serlig tøkk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Heimarøktina, ið vóru um hann við hjálpsemi og umsorgan. Takk til prest, kirkjutænarar, sangarar, berarar og tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk fyri blómur og kransar. Vit ynskja tykkum øllum eitt gott nýggjár og Harrans signing. Fyri tey avvarðandi Selma, Kristin og Simona Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá mín kæra kona og okkara kæra mamma, vermamma og omma Súsanna Dam doyði og varð jarðað. Vit takka Hera Joensen presti fyri troystarrík orð, kirkjutænarum, sangarum, gravarum og tykkum, sum hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Eina serstaka tøkk til Øss Berghamar fyri vitjanir og troystarrík orð í tíðini á Ríkissjúkrahúsinum. Takk fyri heilsanir, kransar og blómur. Takk fyri peningagávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Jógvan, Jóhanna Elisabeth, Margreta, Torgerð og Bjørg Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Henny Jensen úr Kvívík andaðist á Landssjúkrahúsinum leygardagin 17. januar, 86 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum týskvøldið kl. 19.00. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju mikudagin kl. 13.00. Sungið verður úr sálmabókini. Katrin, Marjun, Birita, Durita og Jóan Petur Tey, ið ynskja at senda eina heilsan, kunnu lata Kvívíkar kirkju eina gávu. Leygardagin 17. januar fylti Jørgen Niclasen, uttanríkis­ ráðharri, vinnulívsmaður og formaður Fólkafloksins, 40 ár. Jørgen Niclasen er sør­ vingur, sonur Hervør, f. Jørgensen úr Miðvági, og Niclas Niclasen úr Sørvági. Jørgen tók studentsprógv í Hoydølum í 1988. Hann var ungur, tá hann kom upp í politikk. Hann var vara­ maður á tingi fyri Fólka­ flokkin nøkur tíðarskeið frá 1989 til 1993 og varð fyrstu ferð valdur á ting fyri Fólka­ flokkin í Vága valdømi í 1994. Hann hevur havt nógv álitisstørv. Frá 1994­96 var hann formaður í Lands­ stýrismálanevndini, og frá 1996­98 var hann formaður í Vinnunevndini. Hetta tíðar­ skeiðið (1996­98) var hann limur í sendinevnd Løgting­ sins í Norðurlandaráðnum. Hann hevur eisini verið Fíggjarnevndini og í para­ graf 19 nevndini, sum kann­ aði 1980­ini. Frá 2004­2008 var hann formaður í Trivn­ aðarnevndini. Hann var landsstýrismað­ ur við fiskivinnumálum frá 1998­2003, og síðan sep­ tember 2008 hevur hann verið uttanríkisráðharri. Sum vinnulívsmaður hev­ ur Jørgen eisini roynt seg á ymiskum økjum. Hann hev­ ur verið stjóri í familjufyri­ tøkuni Handilsvirkinum Niclasen í Sørvági, har hann eisini er partaeigari, í fleiri ár. Fyrst eitt skifti fyrst í 1990­unum, síðan var hann stjóri frá 1994­98 og frá 2003­2008. Hann var eisini í saltfiskavirkinum p/f Tomba frá 1994­1998 og nevndarlimur í Atlantic Airways frá 1990­91. Jørgen er giftur Annelenu Vest, f. Joensen, úr Hvalvík, dóttir Ásvør og Julian. Børnini eru: Linda (f. 1993), Ásvør (f. 1995) og Julian (f. 2001). -red Jørgin Niclasen 40 ár altíð við tí nýggjasta! Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið borið út 5 ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Bygd / býur: Telefon: Undirskrift: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64 Í dag er neyðugt hjá øllum at fylgja væl við í fjølmiðlunum, har vinnulív, politikkur, mentan, handil o.a. verður dagliga viðgjørt. Tekna teg sum haldara nú fyri einans 495,- um ársfjórðingin Sparið 560,- í mun til leysasølu! Send lepan til: Sosialurin, boks 76, FO-110 Tórshavn