mánadagur 19. januar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 12 - 19. januar 2009
Næsta oljuleiðin hjá
Atlantic Petroleum
nærkast framleiðslu
Framleiðsluskipið, Aoka Mizu, sum Atlantic
Petroleum saman við øðrum hevur leigað til
framleiðslu av Ettrick leiðini, er nú komið
til Rotterdam, har skipið skal góðkennast
av bretskum myndugleikum, áðrenn farast
kann víðari út í Norðsjógvin til Ettrick
leiðina
Oljuframleiðsla
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Skipið, ið er bygt á Sembawang skipasmiðjuni í
Singapore, fór úr Singapore fyri góðum mánað síðani.
Týsk og russisk krígsskip fylgdu Aoka Mizu á væl
eydnaðu ferðina ígjøgnum Aden Víkina, framvið
Somalisku strondini, sum er illa herjað av sjórænarum.
Beint eftir ársskiftið var skipið við Suez veitina, og helt
síðan leiðina fram móti Rotterdam, har tað kom
sunnukvøldið 18. januar.
Skipið skal liggja í Rotterdam í nakrar dagar, áðrenn
tað verður ankrað upp á Ettrick leiðini í Norðsjónum,
har tað skal liggja komandi árini og framleiða oljuna úr
Ettrick leiðini. Ettrick er næsta oljuleiðin hjá Atlantic
Petroleum, sum fer í framleiðslu. Chestnut leiðin fór í
framleiðslu í september mánaði.
Tú veitst ikki, um tú skalt
flenna ella gráta, nú ið
løgmaður ger greitt, at
ætlanirnar viðvíkjandi
visjón 2015 aftur skulu
takast fram – nakrar vikur
eftir, at henda samgongan
harðliga hevur skorið játt
anir burtur til júst teir
stovnar, sum undirvísing
arliga skulu lyfta okkum
upp á eitt hægri støði.
Føroya skúlabókagrunnur
fyllir í ár fimmti ár, og tað
hevur kostað avvarðandi
grunsins ómenniskjansligt
stríð at fáa landsins
skiftandi stýri at kvinka
játtanina til skúlabókagerð
upp so frægt, at hon so dánt
fylgir øktari dýrtíð.
Føðingardagsgávan frá
fíggjarnevndini er, at kr.
500.000 verða skornar av
játtanini fyri 2009, og ein
hálv millión eru nógvir
pengar, tá ið vit tala um
hetta økið.
Eitt, ið nógv hevur verið
talað um seinastu mánað
irnar, er, at nú ræður um at
stýra soleiðis, at fólk ikki
flyta av landinum, men at
fólk – serliga familjur við
børnum fáa hug at flyta
til Føroya.
Kanna vit henda spurn
ing og bera hann saman
við støðuna á økinum, sum
hevur við undirvísingar
miðlar at gera, so hava vit
ikki nógv at bjóða. Í øllum
grannalondum okkara,
hagar fólk vanliga flyta,
ella haðan fólk vanliga
flyta til okkara, er støðan
viðvíkjandi undirvísingar
miðlum so nógv betri, enn
hon er hjá okkum.
Tað kemst sjálvandi
partvíst av, at londini eru
fjølmentari enn okkara, og
at tað tí loysir seg hjá
privatum forløgum at
framleiða og selja undir
vísingarmiðlar. Men tað
kemst eisini av, at landsins
myndugleikar raðfesta
hetta økið og virða tað
arbeiðið, sum gjørt verður.
Tess fámentari ein tjóð
er, tess størri týdning hevur
tað at játta munandi upp
hæddir til átøk, ið styrkja
mál og mentan.
Hetta er ein av niður
støðunum, sum Málstevnu
nevndin kom til í áliti
sínum, sum handað varð
Mentamálaráðnum 18.
desember 2007. Har verður
m.a. tikið soleiðis til:
”Stavnhaldið kundi ver
ið, at alt undirvísingartilfar
varð endurnýggjað fimta
hvørt ár. So høvdu vit havt
dagførdar bøkur at undir
víst eftir, og trýstið frá
undirvísingarmiðlum á
øðrum málum, mest
donskum, hevði linkað.”
Í álitinum verður skotið
upp, at játtanin til skúla
bókagerð verður hækkað
við 25 milliónum. Hetta
verður gjørt skipað yvir trý
valskeið.
Sum sagt svaraði ein
samd fíggjarnevnd í des
ember 2008 aftur við at
lækka játtanina til Skúla
bókagrunnin við hálvari
millión. Hetta kann bara
tulkast sum, at ein heilt
stórur meiriluti á Føroya
løgtingi (allir flokkar, ið
umboðaðir eru í fíggjar
nevndini) ikki unnir før
oyskum børnum undirvís
ingarmiðlar á móðurmáli
num og vil, at børnini í
staðin skulu brúka útlend
skt (les: danskt) tilfar.
Starvsfólkini á Skúla
bókagrunninum kýta seg
av øllum alvi, og tað, ið
grunnurin leggur úr hond
um, er dygdargott tilfar,
bæði tá ið vit hugsa um
fakliga og námsfrøðiliga
støðið og um tann málsliga
búnan.
Men grunnurin er í eini
vónleysari støðu. Hann fær
ákoyringar fyri ikki at út
vega dagført tilfar til allar
lærugreinir á øllum aldurs
stigum. Samstundis er fyri
fleiri árum síðan staðfest,
at skal røkkast hesum máli,
má játtanin til grunnin
fimmfaldast.
Svarið úr fíggjarnevndini
er niðurskurður.
So løgmaður kann
gloyma alt um visjón 2015,
tá ið ræður um undirvísing
armiðlar.
Føroyskir politikarar
geva føroyskum børnum
myndaliga: steinar fyri
breyð, ítøkiliga: asfalt fyri
undirvísingarmiðlar.
Undirvísingarmiðlar og visjón 2015
formaður
Skúlabókanevndin
Árni
Dahl
Dóttir mín var til jóla
aftanskvøld í Dóm
kirkjuni í Havn. Har var
lítið av fólki, sum ikki er
hent áður.
Kirkjan er almenn og
ikki privat, so har hava
øll loyvi at fara inn, um
tú ert limur ella ei.
Ein glæsilig kirkja er
bygd í Hoyvík, spurning
urin er, um tørvur er á
henni?
Jenis tosar um paradís
her á jørð; men tað er
trupult at hóma!
Jørgen Niclasen
harmaðist um, at einki
var sett av til eina
sendistovu í Russlandi –
okkum tørvar ikki sendi
stovur, men eldraíbúðir!
Bara í miðstaðar
økinum sita 200 gomul
og leingjast eftir heima
hjálp...
Landsins kosnu menn
ætla tit bara at látast,
sum um hesi menniskju
ikki eru til?
Skelkandi; mann bara
øtast!
Ein hugleiðing
hilDibjørt
Gulklett
Katrin Dahl Jacobsen,
forkvinna í Vinnu
nevndini hjá løgtingi
num, undrast stórliga
á, at virkir, sum eru
eldri enn 1988 kunnu
dálka sum teimum
lystir. – Innast inni
trúgvi eg, at tað er ein
vilji til at broyta hetta,
sigur forkvinnan í
Vinnunevndini
umhvørvi
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hósdagin í seinastu viku
skrivaði Sosialurin um, at
síðani lógin um umhvørvis
vernd varð sett í gildið í
1988, hevur tað verið soleið
is, at bara virki, ið eru
nýggjari enn, ella eru broytt
síðani 1988, eru umfataði
av lógini um umhvørvis
vernd. Virkini talan er um,
eru virkir av serliga dálk
andi slag, so sum asfaltverk,
skipasmiðjur, sementvirkir
og so framvegis. Annika
Olsen,
landsstýriskvinna,
varð spurd, um hon fór at
gera nakað við hetta, men tí
roknaði hon ikki við og
grundgav við manglandi
politiskum vilja.
Hetta
undrar
Katrina
Dahl Jacobsen.
Eg veit ikki, hvør er
spurdur um politiska viljan.
Eg haldi, at øll innast inni
hava ein vilja til at broyta
hetta, sigur forkvinnan í
Vinnunevndini. Hon leggur
afturat, at hon ikki veit, um
politiskur vilji er fyri at
broyta hetta, men hon ætlar
sær at kanna, hvat hetta í
veruleikanum handlar um.
Óskiljandi
hugsunarháttur
Katrin Dahl Jacobsen skilur
heldur ikki, at mann uttan
at blunka kann siga, at
mann ikki ætlar at gera nak
að.
Eg skilji ikki eina mein
ing, har mann bara kann
siga, at mann ikki ætlar at
gera nakað. Sjálvandi skulu
øll virki framleiða so reint
sum til ber, sigur Katrin
Dahl Jacobsen. Hon leggur
afturat, at dálking stendur
ovarlaga í heiminum í dag,
og tí eigur mann at halda
fingurin á pulsinum, tá tal
an er um dálking. Hon
greiðir somuleiðis frá, at
hetta ikki er nakað, ið skal
diskuterast, men at tað bara
skal gerast.
Geva tíðarfreist
Katrin Dahl Jacobsen vísir
tó á, at kanska hevur okkurt
við tíðarfreistum nakað at
siga, tí tað kann taka tíð, at
gera neyðugu umleggingar
nar, men at tað tykist løgið,
at summi virkir kunnu
dálka sum tey vilja, meðan
onnur skulu uppfylla ymisk
ar treytir.
Í blaðnum hósdagin kom
eisini fram, at mann ikki
veit, hvussu stórar nøgdir
talan er um, tí tað ongantíð
hevur verið kravt, at hetta
varð kannað. Eisini segði
Jóhanna Olsen, deildarleið
ari á Umhvørvisstovuni, at
um tað verður sett í gildi, at
virkir eldri enn 1988 skulu
kannast, so hevði hetta
kostað eini tvey starvsfólk
til Umhvørvisstovuna.
Umhvørvisvernd er eitt krav
Katrin Dahl Jacobsen skilir ikki, hvussu Annika Olsen kann
siga, at hon onki ætlar at gera við umhvørvisgóðkenningar hjá
virkjum eldri enn 1988