hósdagur 20. september 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 181 - 20. september 2001
Nr. 181 - 20. september 2001
19
2. partur
Bioprospektering -
møguleikar og
marknaðir
Hugtakið "bioprospekter-
ing" merkir at leita eftir
"nýggjum" virðismiklum
mýlum, arvaeindum og
smáverum og at finna útav,
hvussu hesi kunnu brúkast.
Tey norðaru havumhvør-
ini er eyðkend við stórum
margfeldi av lítið kannað-
um lívverum.
Tað kalda umhvørvið
inniber eisini mýl við eina-
standandi eginleikum.
Samstundis er stórur
tørvur á nýggjum heili-
vágsúrdráttum (antibiotika,
medisin).
Sokallaði "kuldatillagað"
ensymir sum finnast í
havumhvørvinum, eru sera
eftirspurd til ídnaðarligar
endamál, og í matvøruídn-
aðinum annars. Hesi en-
symini kloyva proteinur,
sukur, og DNA frá ymisk-
um organismum, og verða
brúkt til matvøru-fram-
leiðslu, orkusparandi ídn-
aðarligar
framleiðslur,
vaskievnir og til gransking.
Bakteriudrepandi
evni
sum finnast í skeljum,
krabbum, rækjum, igulker-
um og øðrum dýrum,
kunnu brúkast sum anti-
biotika og til at økja um
haldføri. Evni sum tálmað
vøkstur av soppi og virus
kunnu brúkast til heili-
vágsúrdráttir og krabba-
meins heilivág.
Í Tromsø er tað eydnast
eini fyritøku at fáa fatur á
ensymi sum er "kulda-
tillagað". Hetta ensymið
verður útvunnið úr vatni,
sum frystar rækjur verða
tinaðar í og verður brúk til
vinnuligt endamál innan
mýlgenetikk og sjúkugrein-
ing (sí mynd 4).
Mynd 4: Biotøkniskir úr-
dráttir frá rækjuvinnu og
brúksumráðir
(Eggset
2001).
Her skal heilt stutt nevnast
eitt dømi um, hvussu
fiskídnaðurin kann brúka
tað sum biotøknin finnur
útav.
Maritex sum er ein norsk
biotøknisk fyritøka fram-
leiðir m.a. ensymur úr
toskamagum. Sandoy Sea-
food keypir hesi ensymini
frá norsku fyritøkuni og
brúkar tey til at avroðsla
hýsu til amerikanska mark-
naðin.
Fyrimunurin við hesi
hátti fram um eina me-
kaniska avroðsling, er, at
tað fer munandi betri við
fiskinum og tískil gevur
eina betri úrtøku.
Biotøkni - neyðug fyri
menning av ali-
vinnuni í framtíðini
Mett verður at biotøknin
verður
avgerandi
fyri
menningina av havbún-
aðarvinnuni í framtíðini.
Her verður hugsað um, at
biotøknin er neyðug í
samband við:
o fyribyrgjing av smittandi
sjúkum
o menning av yngulfram-
leiðslu
o serfóður til alilívverur
o umhvørvisvernd- dálk-
ing, algur
o kynbótararbeiði - úrvelj-
ing fyri skjótan vøkstur,
sjúkumótstøðu,
seina
kynsbúning, góðsku
Í samband við royndirnar at
fyribyrgja smittandi sjúkur,
er avbjóðingin fyri bio-
tøknina:
-nýggjar sjúkur - laks og
havfiskasløg
-koppingarevnir - menning
og framleiðsla
-sjúkugreining
-yngulsjúkur -
verjustimbran ?
-snúltarar, laksalús
Í samband við yngul-
framleiðslu liggur avbjóð-
ingin fyri biotøknina, sum
víst á mynd 5 niðanfyri.:
MYND 5: Biotøkni - neyð-
ugt fyri at menna hav-
búnaðarvinnuna
(Eggset
2001).
Í samband við menning av
nýggjum alifiskasløgum, er
avbjóðingin at menna ser-
fóður til fóðringina. Fóðrið
skal hava góðar eginleikar
hvat
viðvíkur,
vøkstri,
sansabærum
eyðkennum
(smakkur, litur) o.s.fr.
KRØV TIL OG
FORTEYTIR FYRI
EINI HAVBIO-
TØKNISKARI VINNU
À sama hátt sum við øðrum
vinnum,
eru
nakrar
grundleggjandi fortreytir
sum mugu vera til steðar
fyri
eini
biotøkniskari
vinnu:
o rávørur
o menniskjaligt tilfeingi
o kapitalur og tøkni
o marknaður
o gransking, menning og
útbúgving
Rávørur:
Rávøran sum verður brúkt í
biotøkni er vanliga sera
viðbrekin fyri góðsku.
Innvølir, sum t.d. livur,
rogn, sil og magar, halda
sær munandi verri enn
sjálvur fiskurin annars.
Hetta setir stór krøv til
feskleikan og møguliga
eisini til, hvussu fiskurin
verður fiskaður.
Tann vanligi ísingarhátt-
urin er óivað heldur ikki
tann besti. Ístaðin er tað
betri at køla fiskin við
ísi/sjógvi, um innvølurin
skal halda sær so væl sum
møgulig.
Í Noregi verður nú tosað
um at føra fiskin livandi til
lands, og síðani at viðgera
hann á landi. Norðmenn
gera eisini nakað við at taka
fisk, seta hann í ringar og
fóðra hann við fiskaavfalli
frá fiskiídnaðinum. Síðan
verður fiskurin aftur tikin
og tá vísir tað seg, at bæði
fiskur og hjáframleiðslur-
nar eru sera góð.
Eg meti tó at hesir
arbeiðshættir liggja eitt
sindur frammi í tíðini í
Føroyum. Tó er neyðugt at
fylgja væl við menningin
innan hesi økir í framtíðini.
Ein gongd leið hevði
verið at skipa so fyri, at
bátarnir
kundu
avreitt
fiskin rundan, so at hann
kundi verið kruvdur á
landi.Tað merkir at umborð
verður hann bara blóðgaður
og niðurkøldur.
Rávøran má eisini við-
gerast og handfarast varis-
liga, tí teir bleytaru úrdrátt-
irnir eru sera viðbreknir.
Harafturímóti
eru
teir
harðaru partarnir av hjá-
framleiðsunum, sum t.d.
høvd, ryggir, o.l., ikki so
viðbreknir sum teir bleyt-
aru partarnir av hjáfram-
leiðslunum.
Feskleikin frá rávøru sum
stavar frá aling eigur ikki at
verað nakar trupulleiki um
rætt verður atborið. Tó
kann maskinella kryvjingin
av alifiski, soleiðis sum
hon er í dag, verða ein
trupulleiki. Týska fyritøkan
BAADER
arbeiðir
tó
miðvíst saman við gransk-
ingarstovnum fram ímóti at
menna betri kryvjimaskin-
ur, sum fara betri við
innvøllunum.
Menniskjaligt
tilfeingi:
Ein biotøkniskur ídnaður er
í størri mun enn tann van-
liga fiskivinnan, bundin av
vælútbúnari arbeiðsmegi
við serkunnleika innan
ymiskir fakøki. Talið av
starvsfólki pr. framleidda
nøgd, er eisini munandi
minni enn í vanliga fiski-
ídnaðinum, tí at oftast kevja
virkini
sum
framleiða
biotekniskar
úrdráttir
rættiliga stórar íløgur.
Tey fakøkini sum eru
umboðað í biotøknisku
vinnuni spenna frá teknisk-
um starvsfólki sum verk-
frøðingum, maskinmeist-
arum o.l., til evnafrøð-
ingar, smáverulívfrøðingar,
lívevnafrøðingar,
fiski-
vinnufrøðingar, sølu- og
marknaðarfólk.
Stutt kann sigast í bio-
tøkniski vinnuni er tørvur
er á rættuliga fáum, men
vælútbúnum-fólkum
við
serkunnleika.
Fleiri av teimum norsku
fyritøkunum í biotøknisku
vinnuni, hava egna gransk-
ingardeild, sum bæði fáast
við grund - og nýtslu-
gransking.
Kapitalur og tøkni:
Krøvini til eginfígging í
samband við biotøkniska
vinnu eru stór, og størri enn
tað, sum er vanligt í fiski-
vinnuni annars. Hetta tí at
váðin er størri, íløgurnar
oftast rættiliga kostnaðar-
miklar, og tí at neyðugt er
at granska allatíðina, og
úrslitini
ikki
síggjast
beinanvegin.
Hetta ger at íleggjarnir,
umframt váðafúsan kapi-
tal, eisini mugu hava neyð-
ugt tolni, áðrenn teir fáa
vinning burturúr íløguni.
Táið so íløgan ber seg, er
ofta talan um stóran vinn-
ing.
Sjálvt um t.d. fleiri av
teimum norsku fyritøkun-
um, sum fáast við biotøkni
innan fiskivinnuna, hava
givið undirskot í fleiri ár,
sær ein støðugt, at íleggj-
arar keypa og selja parta-
brøv fyri munandi størri
upphæddir enn tað virði
sum roknskapurin sigur,
partabrøvini
eru
verd.
Vónirnar til framtíðina eru
oftast endamálið við slík-
um handlum.
Av tí at talan eisini er um
váðafúsan kapital, er oftast
eisini almennir íleggjarar
(grunnar, stovnar) at síggja
millum partaeigarnar. Ùt-
lendskar fyritøkur, sum
síggja
fyrimunir
við
samvirking (synergieffekt)
við biotøknina, eru eisini at
síggja sum íleggjarar. Tær
útlendsku fyritøkurnar sum
ofta eru risafyritøkur tilføra
umframt
kapital
eisini
virðismiklan serkunnleika
til biotøknisku feløgini.
Tøkniliga mennigin sum
fer fram bæði innan kunn-
ingartøkni og aðra tøkni, er
eisini avgerandi fyri menn-
ingina av biotøkniska ídn-
aðinum.
Marknaðir:
Sum víst á mynd 3 framm-
anundan, er marknaðurin
fyri biotøkniskar úrdráttir,
rættuliga fjølbroyttur, og
spennir frá fóðurmarkn-
aðinum til heilsikostídn-
aðin og heilivágsídnaðin.
Krøvini sum marknaðirnar
seta, eru tí ymisk.
Heilsikostídnaðurin og
heilivágsídnaðurin seta sera
stór krøv til útvegaratrygd
og skjalprógv og avtalurnar
eru oftast langtíðarvatalur
sum kunnu ganga yvir fleiri
ár hvørja ferð.
Íslendingar hava lagt seg
eftir at gagnýta allan fiskin
til matvørur av ymiskum
slag. Hetta eru høvd, kjálk-
ar, lippur, sundmagar, rogn
og livur sum verða bæði
fryst, saltað niðursjóðað og
turkað.
Hesir
úrdráttir
Egil Olsen fiskivinnufrøðingur (Master of Fishery Science)
Biotøkni – møguleikar
og avbjóðingar í Føroyum
Egil Olsen,
fiskivinnufrøðingur
Mynd 4 : Biotøkniskir úrdráttir frá rækjuvinnu og brúksumráÝir (Eggset 2001).
verða seldir víða um, t.d. í
Portugal, Spania, Japan,
Russlandi og Nigeria.
Tó eru nakrar íslendskar
fyritøkur farnar at fram-
leiða biotekniskar úrdráttir
til heilsikost- og heilivágs-
ídnaðin.
Norðmenn hava í størri
mun lagt seg eftir at menna
teir bleytaru partarnar av
hjáfram-leiðslunum.
Í
Noreg eru umleið 30 fyri-
tøkur sum virkað úrdráttir
burtur hesi rávøruni. Hetta
eru seroljur, omega 3 kon-
sentratir, DNA , litevnir,
ensymir av ymskum slag,
kaviar, gelatin o.s.fr.
Hetta eru framleiðslur
sum eru bæði meira íløgu-
krevjandi og har tilgongdin
av menniskjaligum til-
feingi er avgerandi fyri
góðum úrslitum. Oftast er
úrdráttirnir úrslit av størri
granskingarætlanum
og
fyri at verða kappingarførar
hava norsku fyritøkurnar
sett á stovn egnar gransk-
ingardeildir.
Almennir karmar; fígg-
ing, gransking og útbúgv-
ing
Teir almennu karmarnir
eru av avgerandi týdningi
fyri menning av biotøkn-
iskum fyriøkum. Hetta um-
fatar bæði fígging, gransk-
ing og útbúgving.
Grunnar við váðafúsum
kapitali og almennir stovn-
ar ella tiltøk sum birta upp
undir áhugan hjá privatum
at fara í gongd , eru heilt
avgerandi fyri at nakað
hendir
á
biotøkniska
økinum..
Samstundis er neyðugt at
grund- og nýtslugransking
støðugt fra fram. Í hesum
sambandi er tað skilagott at
fáa lesandi at gera serupp-
gávur og/ella skriva høv-
uðsritgerðir og doktara-
ritgerðir á teimum ymisku
økinum innan biotøknina.
Almenn tiltøk sum náms-
styrkur, gott granskinga-
umhvørvi, íverksetarastuð-
ul og annar byrjunarstuðul,
eru skilagóð tiltøk í hesum
sambandi.
Umráðandi er eisini at
vinnan sjálv er virkin í
verkaætlanum á biotekn-
iska økinum, eins og sam-
starvið millum tað almenna
og privata er gott.
Tey tiltøk sum hetta
landstýrið hevur gjørt í
seinastuni eru sera skilagóð
og hava rós uppiborið:
o Granskingargrunnur er
skipaður
o Ætlanin er at seta
sjódepil á stovn
o Vinnuframagrunnurin
o KT-klekingardepil
o Partafelagsskatturin
er lækkaður
Hesi tiltøk fara óivað at
gera sítt til at menna nýggj-
ar vinnur sum krevja nógva
vitan.
HVØRJIR MØGU-
LEIKAR ERU FYRI
HAVBIOTØKNI Í
FØROYUM ?
Fyrst skal nevnast at ymiskt
hendir í føroysku fiski- og
alivinnuni sum bera á tað
rætta borðið, hvat viðvíkur
royndunum at fáa meiri
burtur úr hjáframleiðslum.
Í hesum sambandi kann
t.d. nevnast:
o Turkivirki hjá Faroe
Marine Products í Leir-
vík, sum fyrsta dagin fer
at turkað høvd, ryggir
v.m.
til
nigerianska
marknaðin,
í
tøttum
samstarvi við íslending-
ar
o Ætlanin hjá felagnum
Salmo Proteins um at
taka ímoti og viðgera
alislógv
o Verkaætlanin "virðisøk-
ing av útróðrarfiski" har
ætlanin er at taka ímóti
rundum fiski, við tí fyri
eyga at fáa innvøllirmar
til høldar á bestan hátt.
Undirritaði er av tí fatan, at
neyðugt er, at føroyska
vinnan í mest møguligan
mun stendur saman um at
seta á stovn biotøkniskar
fyritøkur. Hetta tí at talan er
um stórar íløgur bæði
menniskjaliga og tøkniliga
og tí tær eru eru so váða-
ligar.
Neyðugt
er
eisini
í
fyrstuni at fáa útlendskar
íleggjarar og samstarvs-
felagar, sum bæði kunnu
koma við kapitali og virði-
smiklari vitan. Tí mugu
forðingar ikki setast í vegin
fyri útlendskum íleggjar-
um, men heldur eigur tað
almenna at setatiltøk í verk,
sum
birta
upp
undir
útlendska áhugan.
Peningur frá ein møgu-
ligari oljuvinna undir Før-
oyum, eigur eisini at verða
brúkt til at byggja upp
gransking og útbúgving
innan biotøkni í Føroyum.
ENDI
Tað er avgerandi neyðugt í
einum sjálvberandi før-
oyskum búskapi, at hava
fleiri bein at standa á. Um
rætt verður atborið, hevur
ein biotøknisk vinna innan
fiski- og alivinnu stórar
møguleikar í Føroyum.
Fortreytin fyri hesum er
gott samstarv ímillum al-
menna og privata sektorin,
eins og gott samstarv við
útlendskar fyritøkur og
granskingarstovnar.
Tað almennu eigur at
stuðla og birta undir áhug-
an at seta slíkar fyritøkur á
stovn.
Neyðugt er eisini at
íleggjarir tora at seta váða-
fúsan kapital í fyritøkur
sum tey síggja møguleikar
í, og at fíggingarstovnar
vísa enn størri áhuga fyri
vinnuni.
KELDUR:
Olsen, E. (2000): Utnyttelse av
Marine Biprodukter på Færøyene.
Delprosjekt 1: Råvarer og logistikk.
RUBIN (2000): Biprodukter fra
fiskerinæringen: Fra utkast til
inntekt.
Eggset, G. (2001): Bioteknologi -
fiskerinæringens 3. bein med størst
potensiale
MYND 5 : Biotøkni - neyðugt fyri at menna havbúnaðarvinnuna (Eggset 2001).
C
M
Y
K
19
18