hósdagur 20. september 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 181 • hósdagur • 20. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hóast fleiri ábending-
ar eru um, viðgerðin
av Jóhannis Joensen
málinum ikki hevur
verið heilt eftir bók-
ini, so bendir eins
nógv á, at málið
sleppur at fara stillis-
liga aftur við borð-
inum
MÁLSVIÐGERÐ
Jákup Mørk
Í teimum báðum undan-
farnu bløðunum hava vit
undir viðgerðini av leik-
banninum, sum Jóhannis
Joensen varð ídømdur, víst
á, at fleiri illa skiljandi ella
torgreidd viðurskifti eru í
hesum.
Úr øllum ættum tykist
tað eisini soleiðis, at part-
arnir kalla avgerðina hjá
kappingarnevndini
fyri
óskiljandi, men felags fyri
partarnar tykist tó vera, at
hvørgin tykist serliga áhug-
aður í at fara víðari við
málinum.
Ein millumloysn
Málið snúði seg uppruna-
liga um, at kappingar-
nevndin skuldi taka støðu
til eina dómarafrágreðing,
har Jóhannis Joensen varð
ákærdur fyri at hava stútað
dómaran, og tískil varð rik-
in av vølli.
Um so var, at leikarin
varð funnin sekur í hesi
ákæru, var lítið at ivast í, at
eitt langt leikbann var í
eygsjón. Fordømini bendu í
øllum førum á einar átta
dystir uttan fyri síðulinj-
urnar.
Kappingarnevndin
frí-
kendi tó leikaran fyri ákær-
una, men harafturímóti
fekk leikarin fýra daga leik-
bann fyri atburð sín eftir út-
vísingina.
Uttan at vit her á nakran
hátt skulu taka dagar ímill-
um, hvussu ósømiligur at-
burðurin hjá Jóhannisi var
eftir reyða kortið, so kann
staðfestast, at talan her var
um ein óvanliga harðan
dóm. Vit kenna í øllum før-
um ikki til nakað fordømi,
har leikari hevur fingið so-
mikið harða revsing fyri
mótmæli móti dómaranum,
uttan so at hesi hava verið
soleiðis, at leikarin krops-
liga hevur gjørt vart við
sína misnøgd.
Tá kappingarnevndin so
kortini hevur valt hesa
loysnina, kundi tað bent á,
at nevndin onkursvegna
hevur leitað eftir einum
millumvegi millum millum
ákæruna og kravið um frí-
døming frá tí ákærda. Ein
møguleiki er eisini, at John
Petersen málið, sum var til
viðgerðar um somu tíð – og
har leikarin varð fríkendur
– hevur spælt inn í málsvið-
gerðini.
Kærdu ikki
At kappingarnevndin hjá
FSF soleiðis uttan víðari
hevur broytt ákæru, má
metast sum sera óheppið,
og ikki er tað minni óhepp-
ið, at nevndin samstundis
skapar eitt nýtt fordømi, ið
kann merkja, at leikarar, ið
eru misnøgdir við at verða
riknir av vølli, kunnu fáa
drúgt leikbann.
Tí var tað kanska vænt-
andi, at HB ætlaði at fara
víðari við málinum. Leik-
arin varð jú fríkendur fyri
ákæruna, og tí átti hann
helst ikki at fingið annað
leikbann enn tað, sum eitt
reytt kort vanliga gevur.
Eingin kæra er tó latin
dómsnevndini, og orsøkirn-
ar til hetta kunnu vera fleiri.
Mest sannlíkt tykist tað tó,
at í HB hava tey ikki rokn-
að við, at ein kæra til dóms-
nevndina fór at bøta um
støðuna hjá leikaranum, og
tá tað kortini »bert« var
miseydnaða kappingarárið í
ár, sum varð rakt, var tað
eingin katastrofa, at felagið
noyðist at vera landsliðs-
leikaran fyri uttan.
Dómararnir
At dómarin ikki hevur kært
málið, kann skiljast tann
vegin, at dómarin hevur
góðtikið avgerðina, men
tað nýtist hetta tó ikki at
merkja. Serstakliga tí tað
als ikki er eftir ákæruni frá
dómaranum, at málið er
viðgjørt. Nakað sum eisini
kann skapa fordømi, og
sum kann fáa avleiðingar
fyri líknandi málsviðgerðir
í framtíðini.
Hugsast kann hinvegin,
at dómarin ikki hevur vilja
koyrt málið víðari, tí at
hetta frá fleiri síðum kundi
verið uppfatað sum ein
roynd at leggja eftir leikar-
anum, og tað er sum so ikki
hann, sum er tann sentrali
parturin, soleiðis sum mál-
ið hevur útviklað seg.
Dómarafelagið hevur eis-
ini givið til kennar, at í
teirra hugaheimi er talan
um tveir óskiljandi dómar
(tann hjá Jóhannis og
John), men felagið leggur
samstundis dent á, at tað
bert er ein áhugabólkur
undir FSF, og tí einki fær
gjørt við sjálva málsvið-
gerðina.
Dettur framvið
Nú freistin fyri einari kæru
til dómsnevndina er farin,
tykist tað mest sannlíkt, at
hetta málið er eitt av teim-
um, sum í fyrstu atløgu
sleppur at fara aftur við
borðinum
uttan
víðari.
Eingin av pørtunum í mál-
inum hevur gjørt meira við
hetta, og tí kann tað metast
sum endaliga avgreitt.
Hetta nýtist tó ikki at
merkja, at málið tekur eina
framtíðar málsviðgerð við
sær í grøvina, soleiðis at
tað, sum er farið fram í hes-
um, eisini verður galdandi
praksis framyvir.
Tað tykist í øllum førum
púrasta víst, at hetta verður
nakað, sum dómararnir fara
at tosa um, tá teir fara at
hava sínar innanhýsis fund-
ir í vetrarhálvuni, og úrslit-
ið av hesum kann væl ger-
ast ein fyrispurningur til
aðalfundin hjá FSF, har
dómararnir hava rætt til at
føra síni sjónarmið fram.
Sæð í ljósinum av hesum,
er eisini sannlíkt, at feløg-
ini fara at taka málið upp á
fundinum, sum hesi vanliga
hava undan aðalfundinum.
Sum málið stendur í løt-
uni, er tað sostatt líkt til, at
tað í fyrsta umfarið sleppur
at doyggja stillisliga, men
hinvegin eigur møguleikin
fyri eini bráðari upplivan
als ikki at útilokast. Eina
mest tí hetta inniheldur so-
mikið nógvar prinsipiellar
avgerðir, sum fara at skapa
fordømi framyvir, um hesar
verða góðtiknar uttan víðari
viðgerð.
Málið, sum sleppur at tagna
Formaðurin í
kappingarnevndini hevur
ikki vilja gjørt nakra
viðmerking, men tað tykist,
sum nevndin hevur leita eftir
eini millumloysn í málinum
Mynd: Jens Kr. Vang
Formaðurin í dómarafelagnum sigur, at felagið einki fær gjørt
við sjálva málsviðgerðina
At HB ikki hevur kært dómin, bendir á, at felagið ikki roknar
við at ein kæra hevði bøtt um støðuna hjá leikaranum
21
20
Nr. 181 - 20. september 2001
Undirritaði teknar seg sum
haldara av Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Navn:
Bústaður:
Postnr.:
Bygd/býur:
Undirskrift:
Arbeiðsleysur:
Jákup er liðugur
í Herfølge
Ítróttur, s. 13–28
Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00
Dansurin
gekk so
lystiliga
í Havn
síða 4
Fyrstur við tí seinasta
5 ferðir um vikuna
Ja!
Sjálvandi
vil eg
halda
Sosialin
Ókeypis
Verður sent
ópostað
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Postsmoga 76
110 Tórshavn
Tekna teg sum
haldara nú,
so fært tú Sosialin
ókeypis
restina av hesum
ársfjórðinginum
C
M
Y
K
20