hósdagur 20. september 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 181 - 20. september 2001
Hóast aðrudeildar-
liðið hjá GÍ noyðist
niður í triðju deild, so
eru tey í Gøtu kortini
nakað heilt fyri seg
FEÐGAR
Jákup Mørk
Tað serliga við næst besta
liðnum hjá GÍ í ár er, at í
onkrum av dystnum hava
einir feðgar verið á liðnum.
Talan er um teir báðar,
Símun Petur og Bjarna
Justinussen. Símun Petur
hevur
flestum
kunnugt
verið ein av drúgvastu
gøtumonnunum í fyrstu
deild, og hóast hann fleiri
ferðir boðaði frá, at nú var
nokk, so hevur fyrrverandi
toppskjúttin ferð eftir ferð
verið at sæð á liðnum, sum
hevur
verið
hitt
mest
vinnandi, síðani teir í 1980
fyri fyrstu ferð áttu umboð í
bestu deildini.
Hevur arvað okkurt
Bjarni Justinussen er enn
ikki vorðin eitt navn, sum
ítróttarhugaði føroyingurin
bítur merki í, men hevur
hann arva ein part av evn-
unum hjá pápanuim, so er
tað als ikki óhugsandi, at
navnið verður alt meira
kent komandi árini.
Longu í dystinum móti
ÍF fyri tveimum vikum
síðani var um reppið, at
Bjarni veruliga setti ljós á
seg sjálvan. Eins og Símun
Petur so ofta hevur skotið
ella stútað týdningarmikil
mál fyri GÍ, so nýtti Bjarni
høvdið til at skora við í tí
dystinum, men nóg mikið
stig gjørdist tað kortini
ikki.
Saman við hinum úrslit-
unum í ár hevur hetta so
viðført, at ferðin hjá feðg-
unum í ár gongur niður í
triðju deild, men tað er so
als ikki víst, at hon steðgar
har, og so als ikki, tá talan
er um fótbóltsspælarar úr
Gøtu við eftirnavninum,
Justinussen.
At viðhaldsfólkini hjá
ymsu ítróttarfeløg-
unum ikki duga sær
hógv, hevur viðført,
at flestu kjakforumini
hjá hesum eru horvin
FÓTBÓLTSKJAK
Jákup Mørk
So hvørt sum alnetið er
vorðið ein slt størri partur
av gerandisdegnum hjá
okkum, hava felagsskapir
av ymsum slag gjørt alsamt
størri nýtslu av hesum, í
royndunum at kunna um
tað virksemi, sum hesir
standa fyri.
Føroysku fótbóltsfeløgini
hava einki undantak verið í
so máta. Heimasíður av
bæði almennum og óal-
mennum slag hava stungið
seg upp, og hjá viðhalds-
fólkunum man tað so hvørt
hava verið ein partur av
degnum, at logga seg inn á
www.hb.fo,
www.nsi.fo
ella aðrar heimasíður, har
upplýsingar um júst teirra
felag hevur verið at síggja.
Kjakið
Á fleiri av hesum síðum
hevur ein partur av tilfar-
inum verið sonevnd kjak-
forum, har viðhaldsfólk -
og eisini mótstøðufólk -
hava givið sítt íkast til kjak
um ymisk evni.
Hesi hava fevnt um at
kalla øll viðurskifti í feløg-
unum. Onkur hevur tosað
um leiðsluhátt, onnur um
samanseting av liðnum, og
meðan su mmi hava borið
rós, hava onnur verið at-
finningarsom.
Tó at hesi kjakforum utt-
an iva hava verið millum
mest vitjaðu partarnar í
hesum síðum, so eru flestu
teirra nú stongd, og orsøkin
tykist vera hin sama alla
staðni. Tað eru ov nógv av
teimum vitjandi, sum als
ikki kenna sær hógv, og
verður talan tí ofta um
beinleiðis útspillingar av
fólki, har hin skrivandi ikki
so mikið sum setir eina e-
mail adressu sum avsend-
ara, og tíansheldur nakað
kristið navn.
Ein av teimum fótbólts-
síðum, sum hevur verið
mest vitjað í so máta, og
sum uttan iva kann skýrast
mest vitjaði føroyska fót-
bóltssíðan, er tann hjá HB.
Har hevur kjakið í langa tíð
verið ein av føstu tættun-
um, men nú hava tey so
eisini gjørt av at avtaka
hetta fyribils.
Vit hava spurt Marna
Mortensen, sum er web-
master á heimasíðuni, og
boðini frá honum eru eisini,
at talan ov ofta gjørdist um
útspillingar á síðuni.
- Hetta var tó ikki einasti
trupulleikin, sum vit høvdu
við kjakinum, og hetta
merkir ikki, at kjakið ongan
tíð aftur gerst ein partur av
síðuni, sigur hann.
- Vit hava alla tíðina
hildið, at kjakið eigur at
vera ein náttúrligur partur
av heimasíðuni, men í okk-
ara føri hevur tekniski leist-
urin í kjakinum verið eitt
sindur óheppin.
- Kjakforumið er soleiðis
bygt upp, at tá eitt evnið
verður upprættað, ber til
hjá teimum vitjandi at gera
viðmerkingar til hetta. All-
ar
hesar
viðmerkingar
verða ketaðar saman, so-
leiðis at til ber at fylgja
kjakinum. Trupulleikin við
hesum er, at vit fáa ikki
strikað eina einstaka við-
merking, uttan at alt evnið -
ella tráðurin – samstundis
verður strikað. Hetta ger, at
eitt annars gott og kon-
struktivt kjak verður strik-
að, bara tí ein einstakur
viðmerkjari
kemur
við
onkrari grovari útspilling,
sum vit ikki vilja hava á
síðuni.
- Í løtuni arbeiða vit so at
finna eina loysn á hesum,
og ætlanin er so avgjørt, at
kjakið eisini verður ein
møguleiki á síðuni í fram-
tíðini. Sjálvandi verður
framvegis neyðugt við sen-
suri, og vit vilja framvegis
ikki
hava
útspillingar
standandi á síðuni, men
hinvegin haldi eg kjakið
eisini hevur borið somikið
nógv positivt við sær, at tað
avgjørt skal vera til staðar,
sigur altso webmastarin á
www.hb.fo at enda.
Hitt fría orðið
Eins og hjá flestu av hinum almennu fótbóltsheimasíðunum er kjaktorgið á www.hb.fo stongt í
løtuni
Feðgar á ferð
Feðgarnir báðir, Símun Petur
og Bjarni Justinussen, hava í
ár leikt saman á næst besta
liðnum hjá GÍ
Mynd: Áslakur Nesá
C
M
Y
K
22
Nr. 181 - 20. september 2001
23
Í samband við ólógliga
springaradrápið í Sanda-
gerði í týsdagin skrivaðu
vit, at ongar fyriskipanir
eru fyri býti, tá springarar
leggja beinini. Soleiðis var
fyrr, men í 1998 var hetta
broytt. Í eini broyting í
reglugerðini um grind frá
apríl 1998 eru springarar
tiknir við í løgtingslógina
um hvalaveiðu. Hendan
staðfestir, sum vit skrivaðu,
at sýslumaðurin er ovasti
myndugleikin, og tað er
hann sum gevur loyvi at
halda springarum til og
sum stendur fyri skiftinum.
Tá grind hevur stóran
áhuga, so prenta vit niðan-
fyri alla kunngerðina um
grind.
Nr. 46
8. apríl
Kunngerð um grind.
Við heimild í § 3 í løgtings-
lóg nr. 57 frá 5. juni 1984
um hvalaveiðu við seinni
broytingum og § 17 í løg-
tingslóg nr. 9 frá 14. mars
1985 um vernd av dýrum
við seinni broytingum verð-
ur fyrisett:
I. Um eftirlit við grind.
§ 1. Føroya Landsstýri er
hægsti myndugleiki í øllum
málum viðvíkjandi grind.
Stk. 2. Landsstýrið kann
við kunngerð áseta bráð-
feingis bann fyri grinda-
drápi í ávísum grindaum-
dømum.
Stk. 3. Bannið eftir stk. 2
verður ikki ásett, uttan at
onnur grindaumdømi hava
fingið høvi at seta fram
ynski um at skifta grind úr
avvarðandi grindaumdømi,
samanber § 18, nr. 9.
§ 2. Sýslumaðurin stílar
fyri grindadrápi og hevur
eftirlit við, at rakstur og
dráp fara fram eftir reglu-
num, og skal hann saman
við grindaformonnunum
ansa eftir, at ein og hvør ger
skyldu sína.
Stk. 2. Á hvørjum ári ger
sýslumaðurin grindalistar,
sum eru yvirlit yvir fólkatal
í grindaumdøminum, og
hvussu tað er býtt millum
bátar ella aðra samskipan.
Sýslumaðurin kann í sam-
ráð við hvørja einstaka
kommunu avgera, hvussu
grindalistin skal skipast,
herundir um fólkayvirlitið í
kommununi skal nýtast
ella onnur skipan gerast.
Grindalistin skal liggja al-
ment frammi.
Stk. 3. Ein samskipan, ann-
aðhvørt tað er til bát ella á
annan hátt, kann ikki hava
færri partar enn 50, um so
er, at avvarðandi bygd er so
stór.
§ 3. Bátseigarin ella maður
í hansara stað er formaður á
báti, og skulu sýslumaður-
in/grindaformenninir
til
eina og hvørja tíð kunna
krevja upplýsingar um,
hvør er formaður.
Stk. 2. Bátsformaðurin hev-
ur ábyrgd av, at allir báts-
menninir gera sína skyldu.
Stk. 3. Bátur, sum fer í
grind, skal vera merktur við
havnakenningartekini.
§ 4. Til hvørja hvalvág
verða 4 mans uppnevndir
til grindaformenn og 2
tiltaksmenn umframt.
Stk. 2. Hesir menn stíla fyri
grindini, um sýslumaðurin
ikki er til staðar, og skulu
teir gjølliga útinna alt, sum
er
álagt
sýslumanni-
num/teimum í kunngerðini.
Stk. 3. Sýslumaðurin upp-
nevnir grindaformenninar
eftir ummæli frá bygdaráð-
num (býráðnum) fyri 5 ár.
Um
semja
er
millum
grindamenn á staðnum, er
loyvt at halda fram at velja
grindaformenn, sum van-
ligt hevur verið, og sýslu-
maðurin uppnevnir síðan
hesar. Sýslumaðurin hevur
harumframt heimild til at
boðsenda ella bráðfeingis
seta aðrar grindaformenn,
um hann heldur tað vera
neyðugt.
Sýslumaðurin
kann eisini avgera, at upp-
nevndir
grindaformenn
skulu vera grindaformenn
fyri fyribilsgóðkenda hval-
vág.
Stk. 4. Eingin undir 60 ár
kann sýta fyri at verða
grindaformaður.
II. Um grindaboð og reið-
skap, sum hvør grinda-
bátur skal hava.
§ 5. Tá bátur sær grind, skal
hann beinanvegin, sum
vanligt er, hava upp á mast-
ur og um tilber boða frá til
sýslumannin, sum letur
boðini víðari, samstundis
sum hann ger vart við
møguligt forboð fyri at
drepa grind sambært § 1,
stk. 2.
Stk. 2. Verður grind sædd
av landi, verður farið fram
á sama hátt.
§ 6. Formaðurin á hvørjum
báti, ið fer í grind, hevur
skyldu at ansa eftir, at van-
ligur grindareiðskapur er
umborð.
Stk. 2. Vanligur grindareið-
skapur er fastakast, leysa-
kast, sóknarongul/blástur-
krókur við línu (sissal og/-
ella manilla), brýni og
grindaknívur.
Stk. 3. Forboð er fyri at
nýta annan reiðskap enn
tann, sum er nevndur í stk.
2. Tó kunna, eftir serligum
loyvi frá landsstýrinum í
hvørjum einstøkum føri,
royndir gerast við reið-
skapi, hvørs endamál er at
bøta um drápsháttin. Hetta
skal fyriskipast av lands-
stýrinum.
§ 7.
Sýslumaðurin og
grindaformenninir skulu, tá
ið teir fara í grind, hava
Merkið ella serligt av
landsstýrinum
góðkent
eyðkennismerki uppi á eini
stuttari stong, sum skal
standa aftast í bátinum.
Rópari kann vera á for-
mansbátinum.
Stk. 2. Á landi skulu sýslu-
maður, grindaformenn og
vaktarmenn hava kort ella
eyðkennismerki sambært
stk. 1, sum prógvar mynd-
ugleika teirra.
III. Um grindarakstur
og -dráp.
§ 8. Sýslumenninir og/ella
grindaformenninir úr teim-
um ymsu hvalvágunum
taka eftir at hava samráðst
við finningarbátin, avgerð
um, hvønn veg grindin
skal verða rikin. Grindin
skal rekast á góðkenda
hvalvág smb. § 9. Grinda-
formenn hava skyldu at
fylgja teimum boðum, sum
sýslumenninir geva eftir
hesi grein. Høgligasta hval-
vágin skal veljast eftir
stødd á grind, 1íkindum og
streymviðurskiftum. Ikki er
loyvt at reka grind uttan
undir fyriskipan av
sýslumonnum
og/ella
grindaformonnum.
Stk. 2. Einhvør, sum hevur
skyldu at hava eftirlit við
grind, skal beinanvegin,
hann er komin til grindina,
ansa eftir, at reglurnar um
grindarakstur verða hild-
nar.
Stk. 3. Luttakararnir hava
skyldu at fylgja teimum
boðum og forboðum, sum
sýslumaðurin
og/ella
grindaformaðurin tekur av-
gerð um í hesum sambandi.
§ 9. Landsstýrið lýsir í ser-
ligari kunngerð navnið á
góðkendum hvalvágum.
§ 10. Tá ið grindin er kom-
in inn á góðkenda hvalvág,
skulu sýslumaðurin og/ella
grindaformenn, sum hoyra
hvalvánni til, stíla fyri, nær
og hvar hon skal verða hild-
in til, og hvussu fram skal
verða farið við drápinum.
Stk.
2.
Sýslumaðurin
og/ella grindaformenninir
skulu skipa fyri, at nóg
nógv fólk er á landi til at
taka sær av drápinum. Eis-
ini skulu teir skipa fyri, at
økið kring hvalvánna verð-
ur frítt fyri óviðkomandi
fólki, so at grindamenn fáa
arbeitt ótarnaðir.
Stk. 3. Tað eigur so mest
møguligt at verða strembað
eftir, at teir smæstu bátarnir
liggja fremst, teir størru
bátarnir og skipini skulu
liggja uttast og forða og
annars - eins og allir aðrir
bátar og fólk á landi - út-
inna tað, ið sýslumaður
og/ella grindaformenn geva
boð um.
Stk. 4. Tá grindin er komin
á land ella so nær landi, at
hvalirnir liggja fastir, gevur
sýslumaðurin
og/ella
grindaformaðurin boð um,
at nú kann verða skorið á
háls. Hvalur, sum ikki er
komin at landi, kann verða
høgdur frá landi og drigin
upp. Ikki kann verða høgt
ella skorið á háls frá báti
uttan so, at sýslumaðurin
og/ella grindaformaðurin
hevur givið serligt loyvi til
hetta.
Stk. 5. Tá ið skorið verður á
háls, skal verða skorið
djúpt niður við báðum
vangunum og stungið í
mønuna. Síðan skal skerast
á hálsæðrarnar.
§ 11. Um grind, sum verður
hildin til, er størri enn pláss
er fyri á hvalvánni, kann
sýslumaðurin steðga drápi-
num. Skipað verður so fyri,
at tað, ið eftir er av grind-
ini, verður rikið útaftur.
Stk. 2. Um so er, at fleiri
miseydnaðar royndir eru
gjørdar at halda grindini til
inni á tí hvalvág, hon er rik-
in, og grindin hvørki fæst at
gera landgongd ella kann
verða høgd, skal sýslumað-
urin saman við grindafor-
monnunum geva boð um at
reka grindina útaftur. Tað
sama er galdandi fyri bólk-
ar, sum ganga eftir.
Stk. 3. Allir bátar og fólk á
landi hava skyldu at útinna
tað, ið sýslumaður og/ella
grindaformenn geva boð
um.
IV. Um vaktarhald,
uppfisking og meting.
§ 12. So skjótt grind er
deyð, setir sýslumaðurin
og/ella
grindaformaður
beinanvegin vakt á sjógvi
og landi og gevur vaktar-
monnunum tørvandi leið-
beining, herundir at varð-
veita hvalirnar heilar, und-
antikið oping eftir § 15,
merking eftir § 17 og
møguliga
upplæring
í
drápsháttinum.
§ 13. Eftir fyriskipan av
sýslumanni/grindaformann
i skulu hvalirnir verða
sleipaðir til annað stað (t.d.
bryggju o.t.), heysaðir upp
og lagdir har.
Stk. 2. Har hetta ikki er
gjørligt, skulu hvalirnir
verða drignir niðanfrá og
lagdir lið um lið, har sum
tað ber til, soleiðis at kúlur-
nar eru flóðfríar á hægstu
flóð.
Stk. 3. Arbeiðinum sam-
bært stk. 1 og 2 hava allir
grindamenn og grindabátar
skyldu at taka lut í, beint
sum grindin er deyð.
Stk. 4. Tá alt neyðugt ar-
beiði er gjørt, senda grinda-
formenninir bátar og fólk
til lands, og nú verður tekn-
að upp, hvørjir hava tikið
lut í rakstri og drápi. Henda
upptekning skal verða í
seinasta lagi 1 tíma eftir, at
neyðuga arbeiðið er liðugt.
Stk. 5. Eingin kann fiska
upp uttan loyvi frá sýslu-
manni ella grindaformonn-
um. Allir aðrir bátar skulu
halda seg burtur.
§ 14. Er ósemja um, hvør ið
sambært §§ 12 og 13 er
rakstrarmaður, tekur sýslu-
maðurin avgerð eftir sam-
ráð við grindaformenninar.
Stk. 2. Ongin kann bera seg
undan at fylgja boðum frá
sýslumanninum
og/ella
grindaformonnum.
§ 15. Vaktarmenninir opa
allar hvalirnar, so teir ikki
spillast, og teir ansa eftir, at
eingin óviðkomandi kemur
at hvalunum.
Stk. 2. Eingin kann bera
seg undan at fylgja boðum
frá vaktarmonnum.
§ 16. Sýslumaðurin tekur
so tvey ella um neyðugt
fleiri kend, óheft skilafólk
at meta grindina, sum gam-
alt er, eftir góðkendum máli
soleiðis, at hvalur, sum er
3,14 m = 5 alin til longdar
úr eyga í got, er mettur til
gyllin, og hinir mettir har-
eftir og eisini eftir góðsku.
Stk. 2. Springari og hvess-
ingur verður mettur hvørt
drápið sær. Sýslumaðurin
ger av, hvussu metast skal.
§ 17. Metingin skal fara
fram sum skjótast eftir av-
talu millum sýslumann og
metingarmenn.
Stk. 2. Metingarmenninir
skera í rómartølum skinna-
talið og í vanligum tølum
numrini á hvalunum, sum
so, saman við kyninum á
hvalunum og longdini í cm
frá fremst á kúluni til gripið
á sveivini, verða førd á
blað.
V. Um grindaskifti
og útlegging.
§ 18. Tá grindin er merkt,
skiftir sýslumaðurin og
leggur út soleiðis:
1) Finningarfiskur.
2) Vaktarhald.
3) Metingarmenn.
4) Sýslumaðurin.
5) Grindaformenn.
6) Skaðasýnismenn.
7) Skiftishjálp.
8) Drápspartur.
9) Heimapartur/parta
hvalur.
10) Annað og avlopsgrind.
11) Tá ið grind ikki verður
skift í heimapartar.
Stk. 2. Um sýslumaður,
grindaformenn og grinda-
menn eru samdir um hetta,
kann skifti halda fram, so
sum siður hevur verið á
staðnum, somuleiðis skaða-
endurgjald og rudding.
Landsstýrið skal hava boð,
um so verður gjørt.
1) Finningarfiskur: Bátur,
sum finnur grind og fylgir
henni til grindaboð eru giv-
in og til aðrir bátar koma til
grindina, fær finningarfisk-
in. Tá ið grind verður fyrst
sædd frá landi ella frá báti,
sum ikki verður verandi hjá
grindini, til aðrir bátar
koma, men boðað verður
frá henni, fer finningarfisk-
urin í helvt til teirra, sum
boðað hava frá henni, og til
bátin, sum er fyrstur til
grindina. Á sama hátt verð-
ur farið fram, tá boð verða
givin úr bygd í aðra, og bát-
ur úr seinnu bygdini er
fyrstur til grindina. Teir,
Springarar eru eisini undir reglugerð
Framhald á síðu 30
23