Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 13 - 20. januar 2009 tíðindi Politikkur Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Tey, sum hava fylgt eitt sind­ ur við í amerikanskum politikki, ella bara eru áhugað í retorikki sum heild, hava havt nakrar stór­ ar upplivingar hetta seinasta árið, tá eminenti røðarin, Barack Hussein Obama, hevur staðið á røðarapall­ inum. Hetta upplivdu vit eitt nú í januar í fjør, tá hann talaði í kirkjuni hjá Martin Luther King í Atlanta, og aftur í fjørsummar í Berlin, har hann bar fram boðskapin, um ein sameindan heim. Og tað verður seinur dagur áðrenn vit gloyma røðuna, sum Obama helt, á sjálvum valdegnum, tá tað var greitt, at hann hevði sigrað yvir mótvalevninum McCain. Hesar vóru megnar røð­ ur. Nemandi, stórfingnar og sannførandi. Tí bíða øll nú spent eftir setanarrøðu hansara, sum verður varpað út um allan heimin seinnapartin í dag, tá hann verður innsettur sum 44. amerikanski forset­ in. Enn er óvist, hvønn Obama fer at nevna ella endurgeva í røðuni. Fleiri eygleiðarar hava gitt, at røðan, sum Franklin D. Roosevelts helt í 1933, tá landið var í svárari kreppu, verður tikin fram aftur í dag. Her segði Roosevelt víðagitna setningin »the only thing we have to fear is fear itself«. Onnur vilja vera við, at Obama helst fer at vísa til eitthvørt brot frá borgararættindastríðsmanni num, Martin Luther King, sum hann eisini ofta verður samanborin við. . Í øllum førum verður hetta røðan frá einum manni, sum ivaleyst hevur annað í hyggju, enn bara at tøla eina fjøld av áskoðarum, ella at kenna súsið frá viður­ kennandi lógvabrestum. Einum manni, sum tykist at meina tað, hann talar um, og sum veit, hvat hann vil. Klassiskar dygdir Men 47 ára gamli Barack Obama er heldur ikki hvør sum helst. Hann er maðurin, sum framum nakran í nýggjari tíð, hevur funnið øll tey klassisku retorisku amboð­ ini og snildini fram aftur úr gloymskuni og gjørt tey til síni eyðkenni. Minuttirnir eftir, at hann trínur niður av røðarapall­ inum seinnapartin í dag, standa lesandi og profess­ arar í retorikki til reiðar at greina enn eitt meistaraverk frá Obama og skaranum av ráðgevum, sum leggja hon­ um lag á, tá ið røðurnar verða til. Vón, samanhald og felags­ skapur eru afturvendandi evnini í røðunum, sum eru eyðkendar av hátíðarligum orðum, messandi rútmum, endurtøkum og passaligum pausum. Við einum sann­ førandi kropsmáli og einari djúpari og týðuligari rødd, spælir karismatiski Obama fyrst og fremst upp á kensl­ urnar, ella patos, hjá áhoyr­ arunum. Tí er hetta eisini ein retorikkur, sum vit fyri lang­ ari tíð síðan hava vant okk­ um av við hesumegin At­ lantshavi. Kanska tí tær vekja minni um tíðarskeið í søguni, sum vit eru minni errin av. Men, amerikanum líkt, so letur Obama seg ikki binda niður; hvørki av for­ tíðini ella mótstøðufólkum. Og tí sleppa vit tíbetur aftur í dag at uppliva eitt stjørnu­ skot á røðarahimlinum úr Guds útvalda landi. Idéalisman er vaknað Nógv hava greinað retorisku og politisku gávur Obama. Ráðgevi hansara, David Axelros, sum eisini hevur skipað fleiri onnur valstríð hjá demokratiskum valevn­ um, hevur sagt, at ideal­ isman doyði við Kennedy. Men við Obama sum val­ evni varð idealisman vakt til lívs aftur. Hesum er danska Heidi Jønch­Clausen ph.d.­les­ andi á Center for Journal­ istik á SDU samd í. Hon hevur fylgt amerikanska valstríðnum frá fyrsta degi, á lestrarferð síni “over there”. Á Videnskab.dk greina hon og Nanna Vestgård, retorikari frá fyritøkuni Rhetor, hvørji snildi Barack Obama brúkar í orðaleiki sínum. Og niðurstøðan er greið: Obama vinnur hjørtu, tí hann talar til tað heila menn­ iskjað. Hetta ger hann mill­ um annað við klassisku retorisku amboðunum: logos, etos og patos, sum umboða ávikavist skil, per­ sónligt trúvirði og kenslur. Sum áður nevnt, talar Obama til felagsskapin og samanhaldið. Hetta heldur Heidi Jønch­Clausen sæst best aftur í herrópinum ’Yes, we can’, sum varð endurtikið uppísaman undir valstríðnum. Her verður móttakarin roknaður upp í og ikki útihýstur. Obama talar um okkum, og ikki um tykkum, sum vit kenna tað frá mót­ valevninum McCain. Sostatt er Obama ikki einsamallur, men partur av einari rørslu og virkisætlan, sum veljarin eisini kann kenna seg sum ein part av. ­ Herrópið er positivt, opið og leypur ikki á. Held­ ur vísur tað á ein veg, sum Obama og veljararnir kunnu Røðara­ gávur sum fáur Røðurnar hjá Obama eru at finna á heimasíðum hjá heimspressuni og á YouTube. Komandi amerikanski forsetin hevur bergtikið milliónatals áhoyrarar kring allan heimin við framúrskarandi røðaragávum sínum. Retorikarar skíra hann at vera eitt oratoriskt begávilsi uttan samanbering