Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2009 3 tíðindi savnast um, sigur Heidi Jønch-Clausen. Syngja sama lag Nanna Vestgård samanber røðurnar hjá Obama við messandi sang, sum er eitt kent retoriskt amboð. Tí, á ein ella annan hátt talar sangur positivt til kenslur okkara. Síðsta røðan, sum Obama helt áðrenn valið, fór fram í Canton, Ohio. Um hesa røðu sigur Nanna Vestgård: - Hon er bygt upp sum ein sangur, við einari aftur- vendandi rútmu. Hetta ger, at vit verða sannførd, og tað er júst hetta, sum er enda- málið við retorikkinum: at sannføra fólk. Sama niðurlagið gongur aftur og aftur. Til dømis byrjar hon við “one week”, og hetta gongur aftur allan vegin ígjøgnum taluna, og endar hana eisini. Hetta verður rópt ein anaforur, og merkir, at setningarnir byrja eins fleiri ferðir. Tað gevur eitt gott refræn, ella niður- lag, við einari 1-2, 1-2- rútmu. Endurtøkurnar verða til ein sang, har vit kunnu syngja við, um vit vilja - eis- ini tá røðan er av. Eins og við orðunum “Yes we can”, sum allur heimurin longu kennir. Elegant runublaking Eitt annað, sum Nanna Vest- gård hevur bitið merki í er, hvussu Obama megnar at spotta mótvalevnið, uttan at dálka seg sjálvan. Áðrenn valstríðið segði Barack Obama, at hann ynskti ikki eitt valstríð við runublaking. Men hann er kortini ikki heilt so óspiltur, sum hann vil vera við. Nanna Vestgård forklárar tað soleiðis: - Í byrjanini av røðuni sig- ur hann, at republikanski politikkurin er gamal, troytt- ur og drepandi fyri skila- góðan politikk. Men í næsta setningi sigur hann, at McCain hevur tænt landin- um við sóma. Við hesum retoriska snild- inum fær hann móttakarin at seta navnið hjá McCain í samband við orðini gamal, troyttur og drepandi. Ele- gant! Lítil logikkur Sum nevnt omanfyri, brúkar Obama allar teir klassisku retorisku grundarsteinarnar. Nanna Vestgård trívur eisini í tey trý kendastu hugtøkini: logos, etos og patos. - Hann brúkar nógv meira patos (kenslur) og etos (per- sónligt trúvirði) enn logos (skil). Í byrjanini av røðuni tekur hann fíggjarliga veru- leikan fram (logos), men hann verður ballaður inn í patos (kenslur). Uppísaman sigur hann orðini: ”Hetta er ikki broyting”, til dømis tá McCain vil brúka 700.000 dollarar til skattalættar hjá hvørjum einasta ríkmanni. Og ”hetta er ikki broyting”, tá McCain ætlar at geva 200 mia. dollarar til størstu fyritøkurnar. Boðskapurin um, at “hetta er ikki broyt- ing”, sleppur eisini at enda røðuna, og hetta stendur eisini eftir í minninum hjá fólki, tá røðan er av, sigur hon. Amerikanski dreymurin Men tað eru ikki bara framúr góðu talugávurnar, sum gera, at Obama vinnur so nógv hjørtu. Sambært Heidi Jønch-Clausen er Obama ímyndin av øllum Amerika. Hon greiðir frá, at Clinton spældi saxofon, fyri at vísa, hvussu herligur hann var. Og Bush var ein hugnaligur gubbi, tá hann bjóðaði fólki heima á garðin, har øll vórðu vinir. Og McCain var sanni patrioturin, sum setti lívið í vága fyri tjóðina undir Vietnam-krígnum. Men Obama hevur eitt sindur av hvørjum. - Hann er bæði svartur og hvítur. Hann hevur lisið løg- frøði á Harvard og er borga rararættindastríðsmaður frá politiska umhvørvinum í Chicago. Hann er alt Amerika og amerikanski dreymurin í einum persóni, og hann eggjar amerikan- arum at trúgva upp á hendan dreymin: At við trúgv og vón og hørðum arbeiði, skal tað gott ganga tað heila. Obama talar kenslurnar fram hjá áhoyrarunum. Her í Dr. Martin Luther King Jr.’s church í Atlanta