Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 13 - 20. januar 2009 tíðindi OBAMA-MENU OBAMANIA Lagt til rættis: Rigmor Dam / Myndir: AP Viðhaldsfólk hjá Obama hava tikið hendan setningin til sín undir amerikanska val­ stríðnum: ”Rosa sat so Martin could walk, Martin walked so Obama could run, Obama ran so our children can fly!” Rasuskilnaður á einum vegamóti Rosa Parks (1913-2005) var svørt kvinna, sum varð handtikin í Montgomery, Alabama, í 1955, tí hon noktaði at lata einum hvítum manni sess sín í bussinum. Martin Luther King, (1929-1968) var svartur baptistaprestur og borgararættidastríðsmaður, sum skipaði stórar kravgongur móti rasuskilnaði í USA. Hann varð skotin til deyða í 1968. Triði mánadagur í januar á hvørjum ári er frídagur í USA, til minnis um Martin Luther King. Barack Obama (1961- ) er fyrsti litti amerikanski forsetin nakrantíð. Á amerikanskum máli verður runnið eftir (“run for”) forsetasessinum. Barack Obama saman kenyanska pápanum, sum eisini æt Barack Obama Saman við indonesiska fosturpápanum, Lolo Soetoro, mammuni Ann Dunham og hálvsystrini, Maya í Jakarta, Indonesia Við mammuni einaferð í 60’unum Obama og abbin, Stanly Armor Dunham Barack Obama spældi kurvabólt í skúlanum. Her á einum liði frá 1976. Obama er fremst nummar fýra frá høgru FAKTA Barack Hussein Obama Føddur 4. august 1961 á Hawaii Mamman er hvítur amerikanari og pápin úr Kenya Løgfrøðingur frá Harvard University í Boston Valdur í amerikanska senatið í 2004 Høvundi til bøkurnar Dreams from My Father og The Audacity of Hope Er giftur og eigur tvey børn Barack Obama varð fyrsti litti stjórin á Harvard Law Review