Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 13 - 20. januar 2009 7 tíðindi Í dag verður Barack Obama tikin í eið sum tann 44. forsetin í USA, og tað er ein sera møtimikil uppgáva, sum stendur fyri framman hjá tí unga forsetanum. Almenna amerikanska skuldin er tvífaldað undir George Bush, og búskapurin stendur fyri álvarsomum hóttafalli. Men tað er júst í slíkum krepputíðum, at tíðin er búgvin at fremja umfatandi reformar, og Obama hevur tí ein gyltan møguleika at gera nakrar búskaparligar broytingar, sum eru alneyðugar í hesum tíðum USA Stefan í Skorini stefan_skorini@hotmail.com Í gjár var seinasti dagur hjá George Bush í teimum hvítu húsunum, og upptakið eftir hann verður stórt. Al­­ menna skul­din er tvífal­dað undir Bush­stjórnini, og amerikanski staturin skyl­d­ ar nú 10,6 bil­l­iónir, sum er ein upphædd, ið tey fl­estu hava il­t við at skil­ja. Sein­ astu fýra mánaðirnar hava tvær mil­l­iónir fól­k mist starvið, og arbeiðsl­oysið, sum nú er á 7,2 prosent, er á veg uppeftir. Undirskotið á al­mennu fíggjarl­ógini hev­ ur eisini verið stórt, meðan Bush hevur sitið við stýris­ vøl­in, og reyðu tøl­ini hava ikki sæð sín l­íka síðan seinna heimsbardaga. Ein tann fremsta orsøkin til­ undirskotið er, at Bush hevur l­atið stórar skatta­ l­ættar, sum ikki hava verið fíggjaðir við øðrum inntøk­ um, og eitt kríggj í Irak, sum hevur kostað stats­ kassanum nógvan pening. Bush arvaði eitt l­ítið yvir­ skot á fíggjarl­ógini frá Bil­l­ Cl­inton, ið hann l­egði stóran dent á at náa, men hetta yvirskotið er vent til­ eitt metstórt undirskot, og Bush fer úr teimum Hvítu Húsunum sum tann mest ópopul­eri forsetin í nýggjari tíð, hóast hansara undirtøka er batnað nakað síðan val­­ ið. Barack Obama arvar eina katastrofal­a búskaparstøðu, og hansara pol­itiska sveina­ stykki verður tí at fáa búskapin aftur á beint, og tað verður ikki nøkur l­øtt uppgáva. Bjargingarpakkin George Bush hevur l­ongu sett ein bjargingarpakka í verk, sum hevði til­ endamál­s at bjarga fíggjarkervinum. Hesin kostaði 168 mil­l­iardir dol­l­arar, men tað skal­ eftir øl­l­um at døma sterkari l­útur til­. Tí hevur Barack Obama boðað frá, at hann fer at seta í verk eina stóra bjarg­ ingarætl­an. Hendan ætl­anin fer væntandi at kosta eini 800 mil­l­iardir amerikanskar dol­l­arar og kann gerast enn størri. Enn hevur Obama ikki sagt nágreinil­iga, hvussu bjargingarpakkin skal­ skrúvast saman, men hann hevur tríggjar høvuðstættir. Fyrsti táttur er at l­ata pening til­ teir einstøku statirnar og l­okal­ar myndugl­eikar, sum skal­ forða fyri, at hesir fara at hækka skattirnar og at skerja al­mennar tænastur. Annar táttur er at l­ata pen­ ing til­ fól­kið, sum síðani fer at nýta hann til­ forbrúk. Hetta verður framt ígjøg­ num skattal­ættar til­ l­ág­ og miðal­inntøkur umframt hægri arbeiðsl­oysisstuðul­ og heil­sutænastur til­ arbeiðs­ l­eys og l­ágl­ønt, sum ikki hava ráð til­ sjúkratrygging. Grundl­eggjandi hugsanin er, at tá tú l­etur skattal­ættar fyri at stimul­era búskapin, er best at l­ata hann til­ fól­k, ið ikki hava ráð til­ at spara hann upp, men hel­dur fara út og brúka pengarnar. Har­ umframt inniber pakkin møgul­iga skattal­ættar til­ vinnul­ívið. Triði tátturin í bjargingarpakkanum inni­ ber, at tað al­menna fremur al­mennar verkætl­anir í serl­iga infrastrukturin fyri at skapa nýggj størv. Ameri­ kanarar fáa harvið sín egna asfal­tfestival­ við stórum íl­øgum til­ eitt nú nýggjar vegir. Obama hevur nevni­ l­iga boðað frá, at staturin skal­ skapa fýra mil­l­iónir nýggj størv áðrenn 2010 er runnið. Hetta er ein sera ambitiøs ætl­an, ið fl­eiri ser­ frøðingar ivast stórl­iga í. Harumframt er ætl­anin at investera 150 mil­l­iardir dol­l­­ arar í grøna og burðardygga orku komandi tíggju árini. Trupul­l­eikin við einum sl­íkum bjargingarpakka, ið hevur til­ endamál­s at stimul­era búskapin, er, at tann frammanundan ovur­ stóra al­menna skul­din kann gerast enn størri. USA eigur nevnil­iga ikki hesar 800 mil­l­iardirnar á bók. Tað verða tí framtíðar ættarl­ið, ið skul­u rinda tær útreiðsl­­ urnar, ið staturin átekur sær nú, og fl­eiri pol­itikarar í Washington hveppa seg við at hal­da áfram við ovur­ stórum undirskoti á fíggjar­ l­ógini og eini vaksandi al­­ mennari skul­d. Bjartskygni Hóast USA gongur eini daprari tíð í møti við bú­ skaparkreppu og ótrygg­ l­eika hjá vanl­iga borgaran­ um, er fól­kið merkil­iga bjartskygt um framtíðina. Í eini meiningakanning í New York Times sigur 80 prosent av fól­kinum, at tey hava bjartar vónir um fram­ tíðina undir Barack Obama, sum fær tvey ár til­ at fáa skil­ á trý tey størstu mál­ini í amerikanskum pol­itikki: Búskapin, trupul­l­eikarnar í heil­suverkinum og kríggið í Irak. Obama skul­di havt góðar fortreytir fyri at náa teimum mál­um, ið hann setur út í kortið, av tí at demokratarnir í l­øtuni hava meiril­uta í báð­ um húsunum í Kongressini. Men tað verður tó ein stór avbjóðing at fáa stuðul­ frá Kongressini til­ tær stóru broytingarnar, tí hóast demokratarnir hava meiri­ l­utan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, skul­u bert nakrir fáir demo­ kratar hoppa frá, áðrenn Obama fær ein meiril­uta ímóti sær, og tað kann l­ætt­ l­iga henda, um demokrat­ arnir í Kongressini ikki fáa nóg stóra ávirkan á tann førda pol­itikkin. Fl­eiri eygl­eiðarar meta tó, at í sl­íkum krepputíðum er tað mangan l­ættari at fáa pol­itiska undirtøku fyri meira umfatandi reformum, sum møgul­eiki ikki er at fremja í “friðartíð”. Dagsins kreppustøða í USA er tí ein pol­itiskur møgul­eiki hjá komandi forsetanum, skrivar Robert Samuel­son í Washington Post. Hann samanber Obama við Ronal­d Reagan, sum fekk ovurstóra fól­ksl­iga undirtøku, m.a. tí at hann í eygum vel­jarans hevði fing­ ið búskapin aftur á rættkjøl­ og syrgt fyri búskaparl­igum tryggl­eika eftir nógv ár við ovurstórari infl­atión. Um Obama tí megnar at fáa skil­ á búskapin og skapa vón fyri eini bjartari framtíð, er stórur møgul­eiki fyri, at hann hel­dur fram í for­ setaembætinum um fýra ár. Stórar kreppur skapa stórar forsetar Eingin ivi er um, at fól­kið í USA metir, at búskapurin er tað mest týdningarmikl­a mál­ið at l­oysa. Meira enn hel­mingurin hel­dur, at búskapurin skal­ standa ovast á breddanum hjá nýval­da forsetanum, meðan bert uml­eið tíggju prosent hal­da, at kríggini í Irak og Afghanistan hava størst týdning. John Judis frá tíðarrit­ inum, New Republ­ic, metir, at Barack Obama skal­ handl­a skjótt, um hann ikki skal­ gerast eitt stórt vónbrot hjá vel­jarunum. Stórar kreppur skapa stórar forsetar. Tað er í krepputíðum – antin av krígsávum el­l­a búskapar­ l­igum turbul­ensi – at teir stóru forsetarnir verða skaptir. Tí minnast vit Roosevel­t, Truman, John­ son, Nixon og Reagan. Bil­l­ Cl­inton iðraði seg al­tíð um, at hann ongantíð fekk nakra stóra kreppu, sum kundi givið honum mandat til­ nakrar umfatandi reformar. Obama hevur hendan møgu­ l­eikan, sigur John Judis. Eingin ivi er um, at Barack Obama situr við ein­ um stórum mandati til­ at fremja umfatandi broytingar í amerikanska samfel­agnum – bæði viðvíkjandi heil­su­ verkinum og skattapol­itiskt, har Barack Obama hevur ætl­anir um at “spjaða ríki­ dømi”. Bil­l­ Cl­inton hevði t.d. stórar ætl­anir um al­menna sjúkratrygging, men hann varð steðgaður av einum republ­ikanskum meiril­uta í Kongressini. Hesa forðing hevur Obama hinvegin ikki (enn í øl­l­um førum), og nú bíða ameri­ kanarar og ikki minst restin av heiminum eftir, hvussu Obama fer at umsita sítt søgul­iga mandat til­ at fremja tær neyðugu broyt­ ingarnar, tí tá USA hostar, fær restin av heiminum krím. tykkið hjá Obama Barack Obama avmyndaður á russisku trædukkuni ’Matryoshka’ á einum uttandura sølutorgi í bulgarska høvuðsstaðnum, Sofia Mynd: AP Photo/Petar Petrov