Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 13 - 20. januar 2009 Tað tykist ganga illa hjá Kringvarp Føroya at fylgja sjónvarpsskránni til tíðir. Avbrotnar, fluttar og manglandi sendingar órógva hyggjaran, ið hevur ilt við at líta á skránna Sjónvarp Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Menniskjansligir feilir og tekniskir trupulleikar órógva regluliga sjónvarps­ skránna hjá Kringvarp Føroya. Seinasta dømið var nú sunnudagin, tá ung sum gomul sótu við sviðusoð og bíðaðu eftir sendingum. Fyrstu ferð var um morg­ unin, tá barnasendingar úr farnu vikuni skuldu endur­ sendast. Henda løtan er helst kærkomin hjá bæði foreldrum og børnum, tá heili átta barnasendingar eru á rað frá klokkan 8 á morgni, til klokkan 10.45, tá seinasta sendingin byrjar. Talan er um vælumtóktar barnasendingar sum Mumi, Robin Hood, Flipper og Miðlingurin Malcolm. Hesar sendingarnar skuldu eftir ætlan byrja frá klokkan 8, men sunnumorg­ unin sótu børn við sviðusoð og bíðaðu eitt langt og sjey breið. Tá klokkan var farin av 9 vóru heldur ongar send­ ingar byrjaðar, og tá mundu flestu børnini langtsíðan verða troytt av at bíða. Feilir henda, og at nakrar sendingar ikki verða sendar sunnumorgun er ikki nøkur skandala í sjálvum sær. Men longu sama kvøldið var aftur galið. Á skránni stóð ein send­ ing um Barack Obama í Afrika at koma í bestu sendi­ tíð, beint eftir Lívverjarnir. Tá sendingin Lívverjarnir var av, kom ein rødd til og greiddi frá, at orsakað av tekniskum trupulleikum varð sendingin flutt til eftir hondbóltsdystin millum Danmark og Serbia. Sostatt sótu tey meira tilkomnu eisini við sviðusoð. Vildu tey síggja sendingina um komandi forsetan í USA, noyddust tey at bíða til klokkan 23.25. Tá klokkan nærkast midnátt munnu flest øll, ið skulu tíðliga til arbeiðis mánamorgun vera væl á veg í song, og tískil er lítið hugsandi at henda send­ ingin hevði tann heilt stóra hyggjaraskaran, hon annars kundi havt fingið. Ótrúliga óheppið Allan Dalsgarð, leiðari á Miðladeildini í Kringvarp Føroya, hevur evstu ábyrgd av skránni hjá bæði út­ varpinum og sjónvarpinum. Sambært honum var fyrra hendingin ein menniskjans­ ligur feilur. – Tá tú er 100 prosent bundin av menniskjum, so henda feilir. Tá mann bland­ ar menniskju og tøkni, so verða tað altíð onkrir feilir, sigur Allan Dalsgarð. Í svari til trupulleikarnar við sendingini sunnukvøld­ ið, greiðir Allan Dalsgarð frá, at tað vóru tekniskir servaratrulleikar, ið gjørdu at teir ikki fingu sent send­ ingina um Barack Obama til tíðina. – Tað er soleiðs, at vit eru rættiliga bundin av at taka sendingar niður frá Dan­ marks Radio. Tilfarið verð­ ur lagt á servaran, og har var so onkur trupulleiki, og tí fingu vit ikki sent hana til tíðina, greiðir Allan Dals­ garð frá. Tað tykist vera ein aftur­ vend­and­i trupulleiki at hald­a skránna. Hvat verður gjørt fyri at betra um tað? – Tað verður arbeitt við at umskipa og menna tekniska partin. Onkrar automatiser­ ingar verða gjørdar og deild­ irnar eru eisinki umskipað­ ar, so tað er ein yvirgangur, har tað kanska henda feilir. Tað er sjálvandi ótrúliga óheppið, tá fleiri feilir koma so knappliga, men breitt útyvir árið vóni eg ikki at tað órógvar so nógv, sigur Allan Dalsgarð. Eftir øllum at døma eru samanleggingarnar av deild­ unum í Kringvarpinum eis­ ini ein partur av frágreiðing­ ini, har nú bæði sjónvarps­ og útvarpsskráin verða umsitnar á somu deild. – Kringvarpið arbeiðir við at menna og automatis­ era alla skipanina, men tað er altíð soleiðs, at tá menn­ iskju og tøkni eru saman­ blandaði, so stinga onkrir feilir seg upp, staðfestir Allan Dalsgarð. So má tíðin bara vísa, hvørt sjónvarpsskráin er álítandi teir nógvu komandi sunnumorgnarnar og aðrar dagar annars. Sjónvarpsskráin er óálítandi Jákup Símun formaður í havnarnevndini Jákup Símun Simonsen úr Tjóðveldi verður formaður í havnanevndini í Tórshavnar býráð hetta valskeiðið. Tað staðfesti fyrsti nevndarfundur í havnanevndini, sum varð hildin á Havnarskrivstovuni í dag. Næst­ forkvinna í havnanevndini verður Maria Hammer Olsen úr Javnaðar­ flokkinum. Bæði formaður og næstforkvinna eru nývald í Tórshavnar býráð. Hinir nevndarlimirnir í havnanevnd Tórshavnar býráðs hetta skeiðið eru Jógvan Arge úr Tjóðveldi, Levi Mørk úr Javnaðarflokkinum og Vagnur Johannesen úr Fólkaflokkinum. Eitt langt og sjey breið sótu børn spent og bíðaðu eftir barnasendingum sunnumorgunin. Men, sum eisini myndin vísir, var bert hetta eyðkenda bílætið at síggja (mynd: Eirikur Lindenskov) Írar kunnu sleppa evruni David Mc Williams, sum er fyrrverandi nevndarlimur í írska tjóðbankanum, heldur, at Írland eigur at hótta við at taka seg burtur úr evrusambandinum, um landið ikki kann fáa hjálp frá ES til at loysa trupulleikarnar av fíggjarkreppuni. David Mc Williams er av teirri áskoðan, at írar kunnu ikki loysa trupulleikarnar, sum teir hava onga ávirkan á tað gjaldoyra, sum teir brúka. Hann ivast ikki í, at hevði Írland tikið seg burtur úr evruni, høvdu Italia og Spania gjørt tað sama.