týsdagur 20. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 13 - 20. januar 2009
Helena Dam á
Neystabø, lands
stýriskvinna, er
komin til eina fyri
bils niðurstøðu.
Sambært henni
skal bygnaðurin í
Kringvarpinum broyt
ast. Rúni Heinesen,
formaður í kring
varpsstýrinum, held
ur, at Helena Dam á
Neystabø kann gera
so væl at leggja upp
skot fyri løgtingið um
broytingarnar, so tað
verður greitt, hvørjar
reglur eru galdandi
Tíðindadeildir
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast
kringvarpið
hevur
fleiri ymiskar tíðindamiðlar,
so hevur stovnurin bara ein tíð
indaleiðara.
Hetta
heldur
Helena Dam á Neystabø,
landsstýriskvinna
við
mentamálum, ikki vera í tráð
við galdandi kringvarpslóg, tí
heldur hon, at kringvarpið skal
broyta bygnaðin.
Í skrivi hon hevur sent Kring
varpsstýrinum stendur millum
annað, at tá kringvarpslógin
var fyri á Løgtingi vóru fleiri
politikarar, sum vildu ansa væl
eftir, at tíðindaeindirnar vóru
sjálvsstøðugar, fyri at tryggja
fjølbroytni í tíðindaflutning
inum.
Síðan bygnaðarbroytingar
nar í Kringvarpinum hava
fleiri politikarar úttala seg um,
at tað ikki er í lagið, at bert ein
tíðindadeild er, og fleiri
løgfrøðingar hava sagt tað
sama.
Orsøkin til, at hesi ikki hal
da, at Kringvarpið fylgir
lógini, er, at bert ein leiðari
er fyri tíðindaeindirnar hjá
Kringvarpinum.
Helena Dam á Neystabø
er, eftir at hava tosað við við
komandi partarnar, komin
til, at Kringvarpið ikki fylgir
lógini og vil tí broyta
bygnaðin í Kringvarpinum.
Í síðsta enda er tað mín
uppgáva at tryggja, at lóg
gáva á mínum málsøki verð
ur hildin, stendur í skrivi
num, sum Helena Dam á
Neystabø
hevur
skrivað
undir. Tískil kann mann rok
na við broytingum. Hetta er
ein fyribils niðurstøða, og
Helena Dam á Neystabø vil
hava fund við Kringvarpið
einaferð enn, og eftir tað, fer
hon
at
taka
endaliga
niðurstøðu til málið.
Stýrið ósamt
Kringvarpsstýrið greiðir frá,
at tey alla tíðina hava hildið
seg til tað, sum Kristina
Háfoss, fyrrverandi lands
stýriskvinna, góðtók. Tí tá
bygnaðurin var avráddur, var
mann nevniliga samdur. Tað
kundi vera ein tíðindaleiðari
fyri ymisku tíðindaeindirnar.
Útvarp, sjónvarp og internet.
Stýrið sigur í skrivi, tað
sendi til Mentamálaráðið í
seinastu viku, at Kringvarps
stýrið harmast um, at lands
stýrismaðurin
nú
eftir
fylgjandi er komin til eina
fyribils niðurstøðu viðvíkj
andi tulkingina av § 6, stk. 2
í kringvarpslógini, sum ikki
er í samsvar við tulkingina
hjá Kringvarpsstýrinum.
Stýrið greiðir somuleiðis
frá, at fyri at spara pening
hevur tað hjálpt nógv, at
eindirnar hjá Kringvarpinum
hava samstarvað.
Somuleiðis sigur stýrið í
skrivinum, at tað mælir til, at
Mentamálaráðið leggur upp
skot fyri Løgtingið, fyri at
fáa greiðar ásetingar um,
hvat politiska skipanin vil.
Málið avgreiðast nú
Helena Dam á Neystabø,
heldur ikki, at Kringvarpið
kann geva henni boð at fara
á Løgting við málinum, og
sigur eisini, at málið verður
loyst heilt skjótt.
Stýrið kann ikki geva
mær nøkur kravboð. Vit
hava eina politiska støðu,
og tað er hana vit skulu
implimentera. Men hetta er
ein avleiðing av, at Kring
varpið er í einari truplari
støðu, og tí royna tey at
skumpa hetta málið fram
eftir. Tí fari eg ikki at loyva,
og vit fara at fáa skil uppá
hetta í vikuni. Ella í hvussu
so er at koma nærri at eini
loysn,
staðfestir
Helena
Dam á Neystabø.
Ein Jón Brian er ov lítið
Nú er ikki nokk
við einum Jón
Briani Hvidtfeldt
í Kringvarpinum.
Helena Dam á
Neystabø, lands
stýriskvinna, hevur
nevniliga í brævi
sagt, at Kringvarpið
ikki heldur lógina
um sjálvsstøðugar
tíðindaeindir
Tilgjørd mynd
Gaza verri enn jarðskjálvtaøki
Oyðileggingarnar í Gaza eru so stórar, at sjálvt tann ringasti
jarðskjálvtin hevði ikki lagt so nógv í oyði. Í býnum Jabalya har
norðuri í Gazageiranum eru fleiri býarpartar bumbaðir í sor, og
nógvastaðni í býnum eru hús, verksmiðjur og aðrir bygningar javnaðir
við jørðina, skrivar Reuters. Verkfrøðingurin Ashraf Faraj sigur við
tíðindastovuna, at oyðileggingarnar eru verri, enn nakar jarðskjálvti
hevði megnað. Harafturat eru teir flestu vegirnir í býnum oyðilagdir
av bumbum ella av teimum ísraelsku stríðsvognunum, sum tóku seg
inn í býin. Nú eru teir ísraelsku stríðsvognarnir farnir úr býnum, men
teir standa enn við markið nakrar fáar hundrað metrar burturi.
Obama lovar skjót
tiltøk í Miðeystri
Seinnapartin verður Barrack Obama tikin í eið sum
amerikanskur forseti, og í dag sigur hann, at longu frá fyrsta
degi í Hvítu Húsunum fer hann at leggja seg eftir at fáa
avrandi frið í Miðeystri. Tað eru fleiri trupulleikar í økinum,
og vit ætla at loysa teir hvør sær, men vit mugu vera virkin á
øllum økjum fyri at loysa teir einstøku trupulleikarnar, sigur
Obama við blaðið USA Today. Obama sigur, at umframt
stríðið millum Ísrael og palestinar er tað neyðugt at taka sær
av avbjóðingunum í Afghanistan, Pakistan og Iran.