týsdagur 20. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
vinnan
Nr. 13 - 20. januar 2009
Magni Arge, stjóri hjá
Atlantsflogi, minnist
serliga, at hann var
glaður fyri heiðurin
“Ársins Leiðari 2005”
vegna øll starvsfólkini.
Og so taldi tað eisini
eitt sindur á “image-
kontoini”, sum hann
sigur
ársins leiðara
dagur
Leif Láadal
Fyrstu ferð Synergi skipaði
fyri Leiðaradegi, var í 2005.
Eftir øll tey fakligu innlegg
ini, skuldi Ársins Leiðari
kjósast fyri fyrstu ferð, og
valið fall á Magna Arge,
stjóra í Atlantsflogi.
Hvussu
minnist
hann
hendan dagin?
– Ivaleyst er onkur, sum
heldur meg verða somikið
innbilskan, at tað ikki kom
óvart á meg at verða valdur
ársins leiðari, men satt at
siga, so gjørdist eg rættiliga
bilsin. Tá var kjósingin skip
að soleiðis, at luttakarar á
Leiðaradegnum valdu mill
um nøkur evnir í uppskoti.
Tað kennist sjálvsagt væl,
at onnur í leiðandi størvum
virða títt arbeiði og avrik.
Men eg vil fegin undirstrika
við feitum, at einhvør viður
kenning til mín sum leiðara
er í veruleikanum ein viður
kenning av tí samlaða liði,
sum fremur avrikini í fyri
tøkuni, ið eg arbeiði fyri.
Og tað gongur líka frá teim
um tímaløntu parttíðarsettu
til leiðarar og nevnd.
Ófyrireikaður
Magni Arge sigur, at hann
ikki var fyrireikaður til
heiðurin, og visti tí heldur
ikki hvat skuldu brúka hann
til.
– Hugsi tað taldi á image
kontuni hjá fyritøkuni, og
tað er altíð gott. Men tað er
væl sum í ítrótti: Tað eru
úrslitini sum geva pokalar,
og
ikki
umvent,
sigur
Magni Arge í dag.
Men hvussu er so at vera
leiðari í dag, nú tíðirnar eru
væl øðrvísi í mun til tá
Magni Arge bleiv valdur
ársins leiðari?
– At hava verið ígjøgnum
byltingarnar í 90’unum er
ivaleyst ein størri fyrimunir
enn at hava vunnið pokalar.
Nú ræður um at trimma og
laga virksemið til, so fyri
tøkurnar klára at sigla
millum
brotasjógvarnar.
Tað kann gerast ein spurn
ingur um at yvirliva, men
tað er eisini ein spurningur
um at síggja møguleikarnar
í
broyttu
umstøðunum,
sigur Magni Arge.
Marner Jacobsen,
stjóri í Eik Banka,
varð í 2006 valdur
Ársins Leiðari á
Leiðaradegnum hjá
Synergi. Hann var
glaður fyri viður-
kenningina, sum
hann sendi víðari
til starvsfólkini í
bankanum
ársins leiðara
dagur
Leif Láadal
Eik Banki er ein av teimum
fyritøkum, sum hevur brúkt
heiðurin “Ársins Leiðari”
aktivt í marknaðarføringini
av bankanum, eins og heið
urin Ársins Virki, sum Eik
Banki eisini er kjósin, hevur
verið brúktur í hesum høpi.
Tá Marner Jacobsen fekk
heiðurin “Ársins Leiðari”
fyri tveimum árum síðani,
var tað ein góð kensla,
minnist hann.
– Tað var væl fyrst og
fremst eitt herðaklapp, men
ein slíkur heiður kann eisini
brúkast til okkurt meira
ítøkiligt, sigur Marner Ja
cobsen og vísir á, at bankin
hevur brúkt hann í sínari
marknaðarførslu, eins og
mann ikki skal undirmeta
týdningin
slíkur
heiður
kann hava fyri starvs
fólkini.
– Tað er væl út frá einum
samlaðum arbeiðsinnsatsi
hjá øllum í bankanum, at
mann fær eina viðurkenning
av hesum slagi, og eg haldi
tískil at okkara starvsfólk
kunnu kenna seg errin av
sínum arbeiðsplássi, sigur
hann og leggur afturat:
– Tað er sera týdningar
mikið, at starvsfólkini trív
ast, og kenslan av at vera
partur av einum toymi, sum
klárar tað væl, fær fólk at
trívast betri.
Stór avbjóðing
Nú búskaparligu tíðirnar
eru væl øðrvísi enn fyri
tveimum árum síðani, er
arbeiðið hjá einum stjóra
ella leiðara eisini eitt sindur
øðrvísi, metir Marner Jacob
sen.
– Grundleggjandi snýr
leiðsla seg um tað sama í
góðum og ringum tíðum,
men avbjóðingarnar eru
størri, tá tíðirnar eru verri,
sigur stjórin í Eik Banka.
– Men harafturat kann
sigast, at tað bæði kann
vera læruríkt og í summum
førum áhugavert, tá tíðirnar
broytast, leggur hann aftur
at.
Starvsfólk skulu
vera errin av
arbeiðsplássinum
Taldi væl á image-kontoini
hjá Atlantsflog
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Marner
Jacobsen til Ársins leiðari 2006:
Hann er málrættaður, framsíggin og stuðlar
nýhugsan. Hevur staðið á odda fyri at
nútímansgjørt Føroya Sparikassa og er
innovativur og hevur megnað at fara út um
landoddarnar við bankavirkseminum.
Marner Jacobsen, stjóri
í Eik Banka, varð í 2006
valdur til Ársins Leiðara á
Leiðaradegnum.
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Magna Arge
til Ársins leiðari 2005:
Hevur ment Atlantic Airways sum fáur.
Hevur gingið á odda og funnið nýggjar
marknaðir uttanlands. Hevur ein opnan og
nútímans leiðsluhátt.
Mr. Atlantsflog, Magni
Arge, var tann fyrsti, sum
fekk heiðurin “Ársins
leiðari”. Tað var í 2005
Havnin full av sild
Ta seinastu tíðina hevur óvanliga nógv sild verið rundan um
Vestmannaoyggjarnar, og í gjár skrivaðu bløðini, at nú var so nógv sild
komin inn í sjálva havnina, at hon var at kalla full av sild. Hetta sama
fyribrigdið var um ársskiftið, men sambært Morgunblaðnum stendur sildin
tættari í havnini nú enn tá. Fólk í Oyggjunum greiða frá, at sjógvurin inni í
havnini er silvurlittur av sildini, og at tað hendir meiri enn so, at tað kókar
úti fyri havnarlagnum.