Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 vinnan Nr. 13 - 20. januar 2009 hevur nakað av tí, sum hesir tríggir stjórarnir hava; nevni­ liga tað “ótradisjonella”. men er tað neyðugt at vera øðrvísi fyri at vera ein góður leiðari? – Ja, generelt haldi eg at tað er ein góður eginleiki hjá einum leiðara, at hann dugir, torir og tímir at taka øðrvísi og kanska á tann hátt nýskapandi avgerðir, sigur Andras Róin. Starvslýsingin, har tað bleiv sagt, at Føroya Tele var ein fyritøka, har tað ikki varð lagt nakað í, hvønn húð­ arlit og hvønn átrúnað fólk høvdu, eins og seksuella støðan hjá fólki ikki var nak­ að, sum fyritøkan blandaði seg uppí, var eitt dømi um øðrvísi arbeiðshátt, men talan var ikki um eina pro­ vokatión, staðfestir Andras: – Tað var ikki meiningin við starvslýsingini at provo­ kera nakran. Hon var prent­ að í teirri tíðini, tá kjakið um grein 266b í revsilógini var upp á tað heitasta, men eg vil framvegis siga, at talan ikki var um eina útsøgn, sum skuldi arga. Tað var hinvegin talan um nøkur virðir, sum í hasum føri Føroya Tele skuldi standa fyri, men sam­ stundis virðir, sum eg haldi at alt tað føroyska samfelagið eigur at taka undir við, sigur Andras Róin. Broytti skap Tey 11 árini, Andras Róin sat sum stjóri hjá Telefon­ verk Føroya Løgtins, seinni Føroya Tele, hendi stórar broytingar. – Eg upplivdi at vera við til at flyta Føroya Tele frá einari almennari mannfólka verkfrøðingaverð, kunnu vit siga, til at eina meiri aka­ demiska verð, har kunn­ ingartøkni og búskapur vóru í hásæti, minnist Andras. – Kappingin á teleøkinum gav okkum eitt spark í dintilin tann rætta vegin. Tað hevði ikki verið nóg mikið at spælt kapping – altso ímynda sær eina støðu, har Føroya Tele ikki var einsamalt á marknaðinum – tað, at aðrir útbjóðarar komu á føroyska marknaðin, gjørdi, at vit máttu og skuldu broyta fyritøkuna, sigur Andras Róin og leggur afturat. – Ikki fyrr enn kapping er verulig, skilja øll starvsfólk­ ini, at tað nyttar einki at ganga runt og gera sítt arbeiði hálvgott. Skal mann klára seg í einari kapping­ arstøðu, er neyðugt at gera sítt besta allatíðina. Bankar mugu kenna ábyrgd Í dag arbeiðir Andras Róin við at ráðgeva fyritøkum í m.a. leiðslu, og í tí sambandi hevur búskapur sín stóra leiklut. Fíggjarkreppan spælir sjálvsagt í hesum høpi eisini við, men hendan kreppa er ikki bara ósunn, heldur Andras Róin. – Fíggjarkreppan er kanska sunn í so máta, at hon er við til at fáa fólk nið­ ur á jørðina aftur. Eg ivist nevniliga í, um tey fingu tað betri av at fáa sær størri bilar, hús ella bátar. Men tað er bara ótrúliga harmiligt at fólk koma í óføri, sigur hann og sendir síðani eina heilsu til peningastovnar­ nar: – Tað er einki at ivast í, at bankarnir hava ein med­ ábyrgd av fíggjarkreppuni. Teir hava aktivt spælt við í hesum “sikussinum”, og tí er tað eisini natúrligt at teir taka sín part á seg, og royna at halda út. Tíðirnar verða betri, og ein banki eigur tí at skipa sítt virksemi á tann hátt, at tað gongur út yvir so fá fólk sum gjørligt, sigur Andras Róin. – Generelt haldi eg at tað er ein góður eginleiki hjá einum leiðara, at hann dugir, torir og tímir at taka øðrvísi og kanska á tann hátt nýskapandi avgerðir, sigur Andras Róin, sum varð valdur Ársins Leiðari 2007. Komandi fríggjadag verða Ársins Leiðarar í ár valdir Í fjør varð Christian Nagata, stjóri hjá NEMA-samtakinum, valdur Ársins Leið- ari. – Eg arbeiði ikki framímóti at gerast ársins hetta ella hitt, men mær dámar væl leiðsludesiplina, og heiðurin kann tí kanska metast sum ein viðurkenning av, at eg ikki eri heilt av leið, sigur hann ársins leiðara­ dagur Leif Láadal – Tað er eitt sindur løgið við hesum ársins tiltøkun­ um, men mær dámar væl at mann setur fokus á leiðslu sum arbeiðsamboð, sigur Christian Nagata, stjóri hjá Nema­samtakin­ um, ið varð valdur Ársins Leiðari í 2008. Orsøkin til, at hann fegn­ ast um serliga fakliga part­ in av einum tiltaki, sum “Leiðaradagurin”, er at hann manglar í Føroyum. – Fyri at menna føroyskt vinnulív og leiðslu sum heild, er neyðugt at hoyra, hvussu onnur gera og hvussu tey gera í øðrum londum, og tað er tí hesin partur, sum eg fegnist um í sambandi við slík tiltøk. At mann so verður valdur til Ársins Leiðara, hevur samanborið við fakliga partin, ikki so nógv upp á seg, sigur Christian Nagata. Fokusera í ringum tíðum Sjálvt um tað bara er eitt ár síðani Christian Nagata var valdur til Ársins Leið­ ari, eru tíðirnar nógv broyttar. Tað er kanska ikki for nógv at siga, at tíðirnar eru nógv verri í dag enn fyri 12 mánaðum síðani, men tá tað snýr seg um leiðslu, verður mann noyddur at taka øll tíðar­ skeið við, sigur Christian Nagata. – At leiða eina fyritøku, merkir at tú skalt leiða hana í skiftandi tíðum, og tí má ein góður leiðari hava tey amboð, sum skulu til fyri at leiða bæði tá tað gongur framá og afturá, sigur hann. Heilt ítøkiliga er sjálv­ sagt munur á, hvussu ar­ beiðið verður skipað í teimum ymsu tíðarskeiðun­ um. Í góðum tíðum snýr ta seg um at ekspandera, meðan tað snýr seg um at konsolidera í ringum tíð­ um, heldur Christian Nagata. – Tú kanst harafturat siga, at tær ringu tíðirnar noyða leiðslurnar at foku­ sera internt – hyggja allar mannagongdir eftir í seym­ inum og koma við upp­ skotum til, hvussu arbeiðið kann gerast uppaftur betri. Hetta arbeiðið hevur lætt við at liggja eftir, tá tíð­ irnar eru góðar, og hjólini mæla skjótt, sigur stjórin. »Bankarnir hava aktivt spælt við í hesum »sikussinum«, og tí er tað natúrligt at teir taka sín part á seg.« Andras Róin um fíggjarkreppuna – Mær dámar væl at leiða FAKTA Grundgevingar fyri at velja Christian Nagata til Ársins leiðari 2008: Christian hugsar nýtt og ótradisjonelt. Jantelógin er eitt ókent fyribrigdi hjá honum og hann dugir væl at hava “fleiri bóltar í luftini” í senn. Ársins Leiðari í fjør varð Christian Nagata, stjóri fyri NEMA-samtakið. Uppsagnir hjá Arctic Food Tey 60 fólkini, sum arbeiða á landingarmiðstøðunum hjá grønlendska felagnum Arctic Seafood, hava fingið uppsagnarbræv, og somu boð hevur felagið givið teimum umleið 300 útróðrarmonnunum, sum plaga at avreiða til landingarmiðstøðirnar. Leiðslan sigur uppsagnirnar vera neyðugar og eina beinleiðis avleiðing av, at landsstýrið hevur skert stuðulin til felagið úr 17 niður í 8 milliónir kónur í ár. Tønnes Berthelsen, stjóri í Arctic Food, sigur við KNR, at tað er upp til politikararnar at gera av, um útróðrarmenninir í níggju bygdum skulu hava eitt stað at avreiða til.