týsdagur 20. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 13 - 20. januar 2009
Tað er ivaleyst eitt
sindur av praktiskum
muni á at vera leiðari
í góðum tíðum í
mun til ringum, men
munurin er ikki so
stórur. Tað heldur
Andras Róin, sum
varð valdur til Ársins
Leiðara í 2007. –Tað
er kanska ikki heilt
rætt at siga, at tað er
lættari at vera stjóri
í ringum tíðum, men
tað eru viðurskiftir,
sum eru lættari at
fáast við í ringum
tíðum, í mun til í
góðum. Millum ann
að er tað lættari at
fáa starvsfólkini at
standa saman fáa tey
til at skilja málini og
síggja avbjóðingarnar,
sigur hann
ársins leiðara
dagur
Leif Láadal
Fyri tveimum árum síðani
var eingin ivi í, hvør ið
skuldi verða valdur til
Ársins Leiðara á Leiðara
degnum. Fleiri undraðust
yvir, at viðkomandi ikki
varð blivin valdur árið fyri,
ella fyrsta árið, skipað varð
fyri tiltakinum. Men nú
bleiv tað so sum tað bleiv,
og vinnarin í 2007 gjørdist
væl umtókti og virdi stjórin
á Føroya Tele, Andras
Róin.
– Eg minnist væl, at tað
var eitt sindur løgið at fáa
hendan heiður, tí eg hevði
júst avgjørt at fara frá sum
stjóri hjá Føroya Tele, tá eg
varð valdur, minnist Andras
Róin.
Ein av grundgevingunum
fyri at velja hann til Ársins
Leiðari var, at Andras hevði
torað at tikið ótradisjonellar
avgerðir. Og hetta við tí
ótradisjonella, er kanska
vorðið eitt vørumerkið hjá
Andrasi Róin. Í hvussu so
er, so hevur hann framvegis
sínar serstøku meiningar
um bæði leiðslu, lívsvirðir
og fíggjarkreppu, sum eru
tey trý evnir, ið vit hava sett
Andrasi stevnu at røða um.
Lítil og eingin munur
Tað er ivaleyst eitt sindur
av muni á at vera leiðari
ella stjóri í góðum tíðum í
mun til at vera tað í ringum,
men munurin er ikki so
ræðuliga
stórur,
sigur
Andras Róin. Uppgávan er
líka stór í báðum tíðum, tá
tað snýr seg um at tryggja,
at fakliga tilfeingi í fyri
tøkuni verður gagnnýtt, og
tá tað snýr seg um trivna og
onnur lívsvirðir í fyritøkuni,
heldur Andras Róin.
– Tú kanst kanska lættari
verða pressaður út í eina
keðiliga støðu í ringum tíð
um, til dømis í sambandi
við uppsagnir, men avbjóð
ingin fyri ein leiðari eigur
at vera líka stór í góðum,
sum í torførum tíðum, sigur
hann.
– Í ringum tíðum er tað
lættari at forklára fólki, at
tey mugu gera ein eyka inn
sats, og kanska ikki forlanga
meira, fyrr enn virkið hevur
avrikað meira, leggur hann
afturat.
Andras Róin er ikki ar
beiðsmasokistur, men hann
dugir at virðismeta og liva
við teimum sveiggjum, sum
koma í arbeiðslívinum, og
vandarnir í teimum góðu
tíðunum koma ikki ordiliga
til sjóndar, fyrr enn tær
góðu tíðirnar eru av.
– Tað er t.d. vandi fyri at
sovna, um tað gongur ov
væl, tí tá er tað ikki líka
lætt at motivera fólk, sigur
hann og leggur afturat, at tá
mann hevur nóg mikið av
øllum, er tað kanska nøgd
semi, sum at enda manglar.
Øðrvísi leiðari
Um eitt orð skal setast á
leiðsluháttin hjá Andrasi
Róin, er tað orðið “øðrvísi”.
Í hvussu so er, tá vit tosa
um leiðslur í Føroyum.
Aðrastaðni hava tey karis
matiskar persónsmenskur,
sum leiða fyritøkur á sín
heilt serstaka hátt – stjór
arnir í Hummel, Virgin og
Apple kunnu nevnast – með
an vit í Føroyum og øðrum
smáum samfeløgum mugu
leita leingi eftir slíkum fólk
um.
At seta Andras í bás sam
an við stjórunum í teimum
trimum
omanfyrinevndu
fyritøkum, er kanska at taka
í so rívan til, men Andras
Lætt at vera stjóri
í ringum tíðum
FAKTA
Grundgevingar fyri at velja Andras Róin
Ársins Leiðari í 2007:
Andras hevur framt miðvísa
førleikamenning av starvsfólkumnum og
skapað trivna. Hann hevur ment ein
stirðnan almennan stovn til eina nútímans
fyritøku. Hann hevur torað at tikið
ótradisjonellar avgerðir.
Andras Róin
Føddur 15. desember 1961
Studentsprógv úr Hoydølum
Cand. Scient Pol. frá Århus Universitet í
1988.
Arbeiddi hjá Ikast Kommunu 1989 - 1990
Jydsk Telefon (seinni TDC) frá 1990 – 1995.
Arbeiddi í Bruxelles, Torino og Heildelberg;
ein stóran part av tíðini hjá TDC við
»Strategi og liberalisering«.
Ráðgevi frá oktober 1995 fyri Telefonverk
Føroya Løgtings. Stjóri har 1. desember
1995 til 2007. 2007-08: Stjóri hjá Smyril
Line.
Bankapakki gevur vónir
Eitt endamál við bankapakkanum, sum teir donsku flokkarnir hava
samtykt, er at geva bankunum møguleikar at veita smáum og meðalstórum
handils og vinnufyritøkum fígging. Henriette Steffensen, sum hevur eina
lítla fyritøku, sigur við DRkringvarpið, at bankapakkin hevur givið henni
nýggja vón um framtíðina hjá fyritøkuni. Hon greiðir frá, at í seinastuni
hevur bankin verið trekur við at veita kreditt, men at hetta vónandi
broytist, ný bankin kann fáa meiri pening at ráða yvir.