Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 vinnan Nr. 13 - 20. januar 2009 ÁRSINS LEIÐARI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hugskotið til Ársins Leið­ aradag er danskt inspirerað, og tankin aftan fyri var at geva føroyskum leiðarum eitt forum, har tey kunnu hittast einaferð um árið at tosa saman og fáa íblástur. – Vit hugsaðu um at skipa fyri døgum fyri fakbólkum av øllum slag, og so tóktist leiðaradagurin at vera upp­ lagt høvi, tí tað finst einki forum fyri leiðarar, sigur Ása Andreasen. Tað finnast leiðslubólkar, og leiðarar eru limir í ym­ iskum fakfeløgum, men tað finst einki stað, har teir møtast, annað enn leiðara­ dagurin. – Tað er sjálvandi vinnu­ dagurin, men hann er kort­ ini eitt sindur øðrvísi. Leið­ aradagurin setir fokus á leiðslu, tað at leiða, sigur Annika Andreasen. Hetta er fimta árið á rað, at Synergi skipar fyri leið­ aradegnum, og tí verður gjørt nakað serligt burtur úr. Bæði tí hetta er fimta ferðin, Synergi skipar fyri hesum degnum, men eisini sum ein náttúrlig menning av leiðaradegnum. – Vit hava broytt skránna rættiliga nógv. Til dagin í 2008 høvdu vit eina work­ shop, har nøkur fólk evalu­ eraðu dagin. Hetta var í februar/mars. Hartil hava vit eisini ringt runt til einar 25­30 leiðarar og spurt teir, hvat teirra fokusøki er, hvat duga teir væl og hvat sakna teir, hvat vilja tey fegin hoyra um, sigur Annika Andreasen. Tveir leiðarar Tær báðar siga, at tað er hent rættiliga nógv runt um í heiminum, síðani tær byrj­ aðu at leggja Ársins Leið­ aradag 2009 til rættis. – Tað er langt síðani at vit hava fingið høvuðsrøð­ aran upp á pláss, meiri enn eitt ár síðani. Talan er um Stine Bosse, forstjóra í Tryg og konsernstjóri í TrygVesta. Hon er ógvuliga upptikin og ring at fáa fatur á, sigur Annika Andreasen. Tá høvdu tær sína hugsan um dagin, men tíðirnar eru so nógv broyttar, at tær hava valt at broyta skránna fyri dagin og laga hana til broyttu tíðirnar. Men alsamt versnandi tíð­ irnar merkjast ikki aftur í áhuganum fyri degnum. – Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi ár undan ári, so tað vóna vit fer at halda fram. Tað sær út til at fara at líkjast degnum í fjør, sigur Ása Andreasen. Og talan er um leiðarar innan øll øki, tað verið seg byggivinnuna, handilslívið, bæði tað almenna og tað pri­ vata, tað kann vera peda­ gogar, arkitektar, stutt sagt allir leiðarar. Umframt ber eisini til hjá fólki at tekna seg til, um tey hava áhuga fyri onkrum serligum í skránni. Nýtt í mun til hini árini er, at tað verða valdir tveir Ársins Leiðarar í ár, ein almennur og ein privatur. Teir fýra, sum higartil eru valdir Ársins Leiðari er Magni Arge, Marner Jacob­ sen, Andras Róin og í fjør Christian Nagata. Tað verður síðstnevndi, sum fer at seta dagin fríggjadagin. Panel velur Sjálvt valið av Ársins Leið­ ara fer fram á tann hátt, at almenningurin innstillar leiðarar til Ársins Leiðara, og tær báðar leggja dent á, at øll kunnu innstilla. Síðani verður hugt eftir, hvør hev­ ur fingið flestar innstilling­ ar, og so verða trý til fimm tey við flestum innstillingum løgd fyri eitt dómarapanel, sum hevur síni kriteriir at ganga eftir. Tað verður so í síðsta enda hetta dómara­ panelið, sum hevur endaliga orðið. Tað sita trý fólk í hesum panelinum, og tey sita fyri tvey ár í senn. Í løtuni eru tey Reidar Nónfjall, stjóri á Handilsskúlanum, Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, og Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Fráfarandi limir í panelin­ um skjóta upp nýggjar lim­ ir, og tað er panelið sjálvt, ið setir kriteriini, sum leið­ ararnir verða valdir eftir. – Vit hava tosað við fe­ lagið Lederne í Danmark fyri at vita, hvussu tey gera, og talan er um rættiliga generel kriteriir, sigur Ann­ ika Andreasen. Tað kann vera nakað sum til dømis at hava inspirerað onnur. – Tað kann sjálvandi verða trupult at gerast Ársins Leiðari, um tú situr sum stjóri í einari kjallara fyritøku, tað er sjálvandi ein fyrimunur at vera sjón­ ligur sum leiðari, sigur Ása Andreasen. Eitt annað kritetii er, at tú skal vera ovasti stjóri. So tað ber ikki til hjá einum millumleiðara at gerasst Ársins Leiðari. Fjølbroytt skrá Skráin í ár er sum longu nevnt eitt sindur øðrvísi enn undanfarin ár. – Sum nakað nýtt hava vit í ár tvær workshoppir, eina fyrrapart og eina seinnapart, har fólk so kunnu velja seg inn. Í báð­ Ársins Leiðarar 2009 velj Fimta árið á rað skip­ar Synergi fyri Ársins Leiðara­ degi. Sum nakað nýtt skulu í ár veljast tveir ársins leiðarar, ein innan tað almenna og ein innan tað p­rivata. Tiltakið er væl umtókt og savnaði í fjør 230 fólk Leiga tangaskip til oljugoymslu Fíggingarfyritøkan Citigroup og oljufelagið Royal Dutch Shell gjørdu herfyri av at leiga stór tangaskip og at fylla tangarnar við olju til at goyma, til oljuprísurin fer uppaftur. Nú hevur fíggingarfelagið Morgan Stanley valt at gera tað sama. Sambært Bloomberg News hevur felagið leigað tangaskipið Argenta, sum tekur tvær milliónir tunnur av olju. Tað kostar Morgan Stanley 68.000 dollarar um dagin at leiga skipið, og tað krevur, at oljuprísurin skal hækka 1,02 dollara fyri tunnuna um mánaðin, skal tiltakið loysa seg.