týsdagur 20. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
vinnan
Nr. 13 - 20. januar 2009
jast fríggjadagin
um førum eru fleiri evnir at
velja ímillum, sigur Ása
Andreasen.
Eftir at Christian Nagata
hevur sett dagin, fer Jón
Danielsen frá Articon at
røða um »Úr skjáttuni hjá
Ársins virki«, áðrenn høv
uðsrøðarin, Stine Bosse fer
at tosa um at »Stýra einum
trygdarveitara
gjøgnum
fíggjarkreppuna«.
Eftir ein kaffisteðg fer
Rani Nolsøe frá Íverksetara
húsinum at røða um kreativa
handilsmenning, og síðani
verður filmur og kjak.
Beint fyri døgurða verða
so tvær ymiskar workshopp
ir, og eftir ein matarsteðg
verða so tríggjar aðrar work
shoppir.
Síðani fer kendi danski
hondbóltsvenjarin,
Leif
Mikkelsen, at tosa um besta
bygnaðin í kreppuni, og
eftir enn ein kaffisteðg fer
bispur, Jógvan Fríðriksson,
at tosa um »Hvat eyðkennir
atburðin hjá fólki í kreppu
tíðum«.
Eftir hetta verða teir fýra
Ársins Leiðarar higartil,
Magni Arge, 2005, Andras
Róin, 2006, Marner Jacob
sen, 2007 og Christian
Nagata, 2008 »settir í tví
støðu«.
So er bert eina punktið
eftir í skránni, og tað er at
velja Ársins Leiðara, al
mennan og privatan.
Hetta fer alt fram á Hotel
Føroyum,
men
klokkan
16.30 verður sonevnt after
party í Miðlahúsinum, har
til ber hjá luttakarunum at
hugna sær saman undir
meiri »avslappaðum« viður
skiftum.
Sær gott út
Tað sær gott út við áhug
anum í ár. Higartil líkist tað
tilmeldingini í fjør, og tá
vóru tey eini 220230 fólk
til dagin.
Sum tey flestu helst
munnu sanna, eru føroying
ar yvirhøvur seinir at melda
seg til, og tá freistin er heilt
fram til sjálvan dagin er ilt
at gita um, men mynstrið er
hitt sama í ár sum í fjør.
Tað er sjálvandi ynskiligt,
at fólk melda seg til skjótast
tilber, tí tað kann koma at
knípa við plássi til work
shoppirnar, eins og tað er
gott fyri matgerðina, at fólk
boða frá í góðari tíð.
Byrjað verður við morgun
mati, fólk skráseta seg og
fáa navnaskelti, og so gong
ur dagurin annars eftir
skránni.
Sum nevnt verður endað
við afterparty í Miðlahús
inum, og tað er sambært
Ásu og Anniku sera væl um
tókt.
– Tað kann vera strævið
at sita ein heilan dag og fáa
fakligt innput, og so kann
tað vera gott at hittast undir
avslappaðum viðurskiftum
og tosa um annað enn fak
evni, sigur Annika Andrea
sen.
Har verður so møguleiki
fyri smakking av onkrum
slagi, eitt sindur av undir
haldi og tónleikur. Og so
verður eisini eitt speakers
corner, um onkur skuldi
havt okkurt upp á hjarta.
At enda verður dansur í
Rex, um fólk skuldu havt
hug at svinga eitt sindur.
Uppsagnir hjá Conoco
Risastóra amerikanska oljufelagið Conoco Phillips hevur nú boðað frá, at
fýra prosent av starvsfólkunum verða uppsøgd í næstum. Leiðslan sigur í
einari fráboðan, at orsakað av fíggjarkreppuni og fellandi oljuprísi
noyðist felagið at niðurskriva virðir fyri heilar 34 milliardir dollarar.
Conoco Philips hevur 33.600 fólk í arbeiði. Felagið er millum annað tann
størsti útlendski operatørurin á norska landgrunninum og hevur næstan
2.000 fó0lk í arbeiði har. Nøkur teirra fella fyri spariknívinum, skrivar
NTB.
Christian Nagata vann heiðurin
sum Ársins Leiðri 2008, og verður
partur av skránni á leiðaradegnum
fríggjadagin