Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 vinnan Nr. 13 - 20. januar 2009 Fiskivinna er nógv betur enn eitt nú KT, tá ið kreppan herjar, tí mat hava vit altíð tørv á, ljóðar tað frá Stine Bosse, samtaksstjóra í TrygVestagingar­ fyritøkuni TrygVesta. Hon er høvuðsrøðari á Ársins Leiðaradegi, og gleðir seg nógv til at vitja Føroyar røðari Edmund Jacobsen edmund@pressecentrum.dk Ein lítil búskapur sum tann føroyski við einari dominer­ andi høvuðsvinnu, fer altíð at verða viðbrekin. Men før­ oyingar skulu hinvegin verða fegnir um, at tað er fiskivinnan, sum er høv­ uðsvinnan, og ikki eitt nú KT sum í smáu baltisku londunum. Soleiðis ljóða boðini frá Stine Bosse, samtaksstjóri í donsku tryggingarfyritøkuni Tryg Vesta, sum verður høvuðs­ røðari á Ársins Leiðaradegi í Havn fríggjadagin 23. jan­ uar. ­ Lat tað verða sagt bein­ anvegin: Eg eri á ongan hátt serfrøðingur í føroyskum viðurskiftum, men eg havi eina meining um tykkum hóast alt. Og hon er, at ein vinna sum fiskivinnan fer altíð at skapa møguleikar fyri tykkum. Um føroyingar høvdu KT sum høvuðs­ vinnu, so høvdu tit uttan iva uppliva fíggjarkreppuna nógv ógvusligari. Játtanir til KT eru ofta millum tað fyrsta, ið verður skert burtur í krepputíðum. Undir slíkum umstøðum er tað lutfalsliga gott at hava matvørur sum høvuðsvinnu, tí líkamikið hvussu ógvuslig kreppan gerst, so verður altíð eftir­ spurningur eftir mati. So tykkara útgangsstøði er slettis ikki so býtt, sigur Stine Bosse til Sosialin. Ein máttmikil kvinna Stine Bosse er uttan saman­ bering tann mest máttmikla kvinnan í danska vinnulív­ inum. Sum stjóri á Tryg­ Vesta er hon uttan íhald í ljósmála, og hon smæðist ikki burtur í hesum leikluti. Umframt at verða høgt í metum sum stjóri, er hon ein íðin og dugnaligur fyri­ lestrahaldari, og ferðast kring alt Danmark við sín­ um boðskapi. Og beint nú er tað fíggjarkreppan ­ og hvussu fyritøkur sum best sleppa undan ringastu árin­ unum ­ sum stendur ovast á hennara dagsskrá: ­ Ikki tí. Mín forsøgn um fíggjarkreppuna er als ikki bjartskygd. Eg meti, at ein­ asti vegurin burturúr krepp­ uni er, at amerikanar av álvara broyta kós. Har skulu stórar ábøtur til í USA. Kapitalinnspræningin uppá 800 milliardir dollarar frá amerikanska statinum er ein góð byrjan, men ameri­ kanar skulu í holt við mun­ andi meira uppsparing, og so skal skattatrýstið hjá teimum setast upp, sigur Stine Bosse. ­ Um tað eydnast Barack Obama at fáa undirtøku til sínar búskaparligu ábøtur, so vænti eg, at amerikanski búskapurin so smátt fer at koma fyri seg áðrenn árs­ enda 2009. Men hvussu long og álvarslig kreppan gerst veldst eisini um sinna­ lag ­ svartskygni kann bara elva til eina enn størri kreppu. Tí hevði tað verði jaligt, um vit upplivdu fram­ gongd móti ársenda, sum fleiri búskaparfrøðingar hava spátt. Men bæði 2009 og 2010 verða uttan iva tor­ før ár fyri bæði vinnulív og vanlig fólk, sigur Stine Bosse. Innovatón hevur týdning Stine Bosse leggur eisini dent á, at tað er alneyðugt hjá fyritøkum at verða nýskapandi og innovativar í krepputíðum: ­ Menning og nýskapan eru umráði, ið ofta verða skerd burtur í krepputíðum. Men hóast tað kann tykjasta neyðugt at skerja her, so er tað eitt mistak. Vit hava upp­ liva fer eftir fer, at tær fyri­ tøkur, sum fokusera á innovatión í krepputíðum, koma sterkari undan kavi, tá ið framgongd aftur verð­ ur í búskapinum. Henda boðskap royni eg at fáa fram hvørja ferð eg haldi fyrilestur, sigur Stine Bosse. Hennara egna vinna ­ tryggingarvinnan ­ er eisini í holt við at tillaga seg til árinini frá fíggjarkreppuni. Og hennara boðskapur til tryggingarfyritøkur er einfaldur: ­ Seti prísirnar rætt! Tryggingarvinnan hevur ein óvana, sum er, at bara vit fáa tryggingargjøldini inn, so snýr tað seg bert um at fremja røttu íløgurnar við hesum inntøkum. Hesin hugsunarháttur er deyður! Fíggjarkreppan hevur tikið lívið av hesum hugburðið. Nú skulu tryggingarfyritøk­ ur beinleiðis vinna pening burturúr tryggingargjøld­ unum, tí tað er torførari enn nakrantíð at fremja íløgur. Tí er tað so neyðugt, at príslegan innan trygging er røtt, sigur Stine Bosse. Hon leggur afturat, TrygVesta fyri tveimum mánaðum síðani avgjørdi at halda aftur við at seta fleiri fólk í starv, og á henda hátt royna at sleppa undan at siga fólk úr starvi. Gleðir seg til føroyatúrin Stine Bosse hevur ongantíð áður verði í Føroyum, men hóast tað veit hon nakað um føroyingar og Føroyar: ­ Besta vinkona mín, sum eg havi kent síðani eg var smágenta, hevði føroyska mammu. So tey høvdu skerpikjøt hangandi í garasj­ uni, og mamman bant skó­ leistar. So eitt sindur veit eg, sigur Stine Bosse og flennur. ­ Eg ætli mær út at síggja Føroyar. Har eru tvær út­ ferðir á skránni, men eg havi eisin leigað ein bil, so eg sjálv kann fara ein túr. Tað er so stuttligt loksins at kunna uppliva Føroyar ­ eg gleði meg nógv, sigur Stine Bosse. Matvøruvinna als ikki ringasta útgangsstøði Tá ið kreppan herjar um allan heim, er tað gott at hava matvørur sum høvuðsvinnu, tí líkamikið hvussu ógvuslig kreppan gerst, so verður altíð eftirspurningur eftir mati, ljóðar tað frá Stine Bosse í sínari stuttu meting av føroyska búskapinum Mynd: Tryg Fødd í 1960, og hevur starvast hjá TrygVesta síðani 1987. Er í dag stjóri í Tryg og samtaksstjóri í TrygVesta - størsta tryggingarsamtakið í Norður- londum. Í Danmark starvast 2.200 fólk hjá fyritøkuni. Størv higartil • 1999-2001: Stjóri, Tryg • 1995-1999: Starvsfólkastjóri, Tryg • 1993-1995: Starvsfólkaleiðari, Tryg • 1991-1993: Leiðari við ábyrgd fyri vøru- og konceptmenning, skaða- og policedeild, Tryg • 1990-1991: Leiðari á policedeild, Tryg • 1988-1990: Leiðari á skaðadeildini, Tryg Útbúgving • 2002: LinKS, University of Pennsylvania, USA • 2001: LinKS, Insead, Frankrig • 1997: Knowledge Management, ICBI, London • 1990: Dansk Arbejdsgiverforenings leiðaraútbúgving • 1987: Cand.jur., Københavns Universitet Álitisstørv • Nevndarformaður í fleiri dóttur- feløgum hjá Tryg • Nevndarformaður í F&P - Forsikring & Pension • Nevndarformaður í Hjertebarns- fonden • Nevndarlimur í Grundfos Manage- ment A/S • Nevndarlimur í Poul Due Jensens Fond • Nevndarlimur í Velfærds- kommissionen Stine Bosse Nógv ung missa arbeiðið Tøl hjá íslendsku hagstovuni vísa, at lutfalsliga nógv ungfólk missa arbeiðið. Hetta hevur havt við sær, at í dag er arbeiðsloysið millum tey 16 til 24 ára gomlu komið heilt upp á 23 prosent. Tey arbeiðsleysu í hesum aldursbólkinum eru umleið 2.000 í tali ella umleið 600 fleiri enn í november, og av teimum búgva umleið 700 í Reykjavík. Á hagstovuni vænta tey, at talið á arbeiðsleysum ungfólki fer at veksa teir næstu mánaðirnar, og tey mæla fakfeløgum og øðrum til at skipa fyri skeiðum fyri tey arbeiðsleysu ungfólkini.