týsdagur 20. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 13 - 20. januar 2009
Og tað gjørdist til
fyritøkuna Synergi,
sum bjóðar fram
skeið av øllum
handaslag. Summi
eru umbiðin, meðan
Synergi bjóðar
onnur fram sum fólk,
fyritøkur ella stovnar
kunnu tekna seg til
SKEIÐVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru nú fimm ár síðani
at systrarnar Ása og Annika
Andreasen stovnaðu skeiðs
fyritøkuna Synergi.
Vit tosaðu í fleiri ár um
at fara at royna okkurt ann
að enn tað, vit gjørdu, eisini
áðrenn man blívur for gam
al, siga systrarnar, sum so
tóku seg saman og stovnaðu
Synergi
11.
november
2003.
Tá starvaðist Ása á starvs
fólkadeildini hjá Føroya
Tele, men er annars útbúgv
in pedagog og hevur starvast
niðri í Danmark.
Annika var framman und
an í ferðavinnuni, har hon
starvaðist fimm ár á Flog
felagnum og 11 ár hjá
Smyril Line.
Men tað var meira starvið
hjá Ásu, sum kveikti hugin
til at skipa fyri skeiðum.
Vit vóru tvey, sum røktu
starvið sum starvsfólkaleið
ari sum eitt team. Tá skip
aðu vit fyri einari ráðstevnu
um kvinnur sum leiðarar,
og tað gav mær blóð á tonn
ina, tí tað er ógvuliga spenn
andi at sipa fyri, sigur Ása
Andreasen.
Tá vóru tær báðar systrar
nar byrjaðar at tosa um at
royna okkurt annað, og so
endaði tað altso við, at
Synergi varð sett á stovn.
Í meðan hevur Annika og
maðurin búð eitt ár niðri í
Spanien, men tað vísti seg
ikki at órógva arbeiðið so
ógvuliga nógv.
Sjálvandi kundi eg ikki
vera fysiskt til staðar til
fundir og annað. Tað kundi
bara vera talan um telefon
fundir, og tað er jú ikki júst
tað sama. Men tað gekk so
tað árið, vit búðu har niðri,
tó eg rokni ikki við, at Ása
hevði verið áhugað í, at eg
varð búgvandi har, sigur
Annika Andreasen.
Eisini
ferðaðist
hon
nakrar ferðir til Føroya
hetta árið, tey búðu í Span
ien, eitt nú tá tey skipaðu
fyri hátíðarhaldinum hjá
Føroya Banka.
Hækka vitanarstøðið
Men hvat er Synergi so fyri
ein fyritøka.
Vit skipa fyri fakligum
skeiðum og ráðstevnum,
tað er tað primera. Men so
skipa vit eisini fyri messum
av ymsum slag, sum til
dømis
Lívsstílsstevnuna,
sum vit hava skipað fyri
tvær ferðir. So eru tað fyri
tøkur og stovnar, sum heita
á okkum um at skipa fyri
ráðstevnum og øðrum, eitt
nú Føroya Banki ella Ráðið
fyri Ferðslutrygd. Stovnar,
sum ikki reiðiloiga makta
at skipa fyri slíkum ráð
stevnum sjálvi, tí tað er
ógvuliga
tíðarkrevjandi,
sigur Annika Andreasen.
Tað krevur nógv meiri
enn fólk kanska hugsa sær.
Og so hava vit tann fyri
munin, at vit kanska kunnu
fáa gjørt tingini skjótari, tí
vit hava royndirnar at hugsa
um smálutirnir, sigur Ása
Andreasen.
Meiningin við Synergi
er sjálvandi at útvega okk
um eitt livibreyð og royna
okkum sjálvar, men annars
er meiningin, at vit fegnar
vilja geva føroyska sam
felagnum ein íblástur og
meirvitan, soleiðis at vit fáa
eitt betri samfelag og betri
fyritøkur og stovnar, og
harvið glaðari starvsfólk.
Tað skal vera stuttligari og
betri at vera her hjá okkum
øllum, sigur Ása Andrea
sen.
Stutt sagt er ætlanin at
hækka vitanarstøðið innan
allar fakbólkar.
Tá Synergi bleiv stovnað
fanst onkur, sum skipaði
fyri skeiðum, men ikki so
støðugt. Afturmeldingarnar
siga, at fólk eru glað fyri, at
tað nú finst eitt støðugt út
boð av skeiðum, og at tað
ikki er neyðugt at fara til
Danmarkar á skeið, sigur
Annika Andreasen.
Góða byrjan
Tað eru sjálvandi ikki øll
skeið, sum Synergi kann
skipa fyri, men tað góða er,
at tað nú finst eitt støðugt
útboð, tí fólk treingja til
nýggjan íblástur av og til.
Nógv av skeiðunum eru
okkara egnu hugskot, og vit
royna eisini at fylgja við
hvat rørir seg á marknað
inum innan allar fakbólkar.
Men vit fáa eisini hugskot
frá øðrum, og tá tað hendir,
kanna vit tørvin, og vísir
tað seg, at tørvurin er har,
seta vit skeiðið til sølu.
Verður skeiðið so nóg nógv
teknað og gjøgnumført, so
sleppur tann, sum kom við
hugskotinum, við fyri einki,
sigur Annika Andreasen.
Og tað eru nógv, sum eru
sloppin við á skeið ókeypis
á tann hátt, leggja systrarnar
aftrat.
Annars halda tær ikki, at
tað var so tungt at koma í
gongd. Fólk tóktust at taka
væl ímóti teimum.
Eitt tað fyrsta vit fóru
undir, var eitt skeið har vit
savnaðu miðlafólk í Føroy
um. Tey flestu roknaðu við,
at vit fóru at savna eini 30
40 fólk, men har vóru fakt
isk yvir hundrað, sigur
Annika Andreasen.
Tað var eitt rættiliga gott
startskot fyri Synergi, og
tær báðar systrarnar lata
væl at gongdini síðani.
Vit hava avlýst nøkur
heilt fá skeið síðani vit byrj
aðu, men tey kunnu teljast
á einari hond, kanska 34,
sigur Ása Andreasen.
Onkur av hesum avlýsing
um kann hanga saman við,
at tíðin stutt sagt ikki er
búgvin,
og
tey
kunnu
kanska verða fult teknað,
verða tey boðin út seinni, tí
øll rák koma ikki eins skjótt
til Føroya.
Gera forarbeiði
Tiltøkini, sum Synergi hev
ur skipað fyri, eru í støð
ugari menning.
Hyggja vit at, tá vit byrj
aðu, og sammeta við nú, so
hava vit munandi fleiri lut
Vit vildu royna
nakað nýtt
Fullar frystigoymslur
Íslendingar hava so ilt við at sleppa av við sínar fiskavørur, at nú eru allar
frystigoymslurnar hjá fiskavirkjunum og flutningsfyritøkunum fullar. Eisini hjá
reiðarínum Samskip eru goymslurnar fullar, og nógvur íslendskur fiskur er
koyrdur á goymslu uttanlands, skrivar Morgunblaðið. Arnar Sigurmundsson, sum
er formaður í felagnum hjá íslendsku fiskavirkjunum, sigur við blaðið, at um
hesa tíðina plagar tað at ganga væl at sleppa av við fisk, men soleiðis er ikki í ár.
Hann heldur, at umleið 8.000 tons eru í frystigoymslum í Íslandi.