Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 13 - 20. januar 2009 takarar ígjøgnum nú enn tá. So fólk hava líka sum vant seg við, at tað ber til at fara á eitt kvalitetsskeið í Føroy­ um, sigur Ása Andreasen. Tær hava eisini lagt seg eftir, at royna at hava skeið­ ini á sama kostnaðarstøði sum í Danmark. Men skal fólk niður á skeið, kemur jú ferðakostnaður aftrat saman við uppihaldi og dagpeng­ um, so tað vil altíð loysa seg at fara á skeið í Føroy­ um. ­ So sum stovnur og fyri­ tøka sparir man við at koma á skeið hjá okkum. Men sjálvandi eru tað ikki øll skeið, sum vit kunnu skipa fyri, sigur Ása Andreasen. Í flestu førunum er talan eisini um júst somu skeið við somu skeiðleiðarum, sum Synergi bjóðar út, og annars gera tær eitt stórt arbeiði við at kanna skeiðs­ leiðararnar áðrenn teir verða settir. ­ Vit biða hann um refe­ ransir og ringja kanska til eini tvey fólk, sum hava verið á skeið hjá viðkom­ andi, so vit gera nógv burtur úr at tryggja okkum, at dygdin er í lagi, sigur Annika Andreasen. Talan er í høvuðsheitinum um tvey sløg av skeiðum, eitt, har fólk sjálvi tekna seg, og so hitt, har Synergi fer inn í fyritøkurnar, har ein heilur stovnur hevur brúk fyri til dømis einum exell­skeiði ella windows 07. Í øðrum førum er tørvur bert á at senda eitt ella tvey fólk á skeið, og tá er talan um opin skeið, sum verða bjóðað út. Taka fólk inn Hetta við at fara út til fyri­ tøkur og veita skeið fyri øll­ um starvsfólkunum er nak­ að, sum vindur upp á seg. Og tað er líka bíligt at gera tað gjøgnum Synergi, tí fyri­ tøkan hevur serligar avtalur við veitararnar. So tær báðar systrarnar, sum byrjaðu fyri fimm árum síðani hava við tíðini verið noyddar at økja um starvsfólkatalið, so tær nú eru fýra í føstum starvi. Tær ganga heldur ikki so høgt upp í líkarætt, tí tað eru allar fýra kvinnur, ið starvast í Synergi. Men til tíðir er meiri at gera, sum tá serlig tiltøk eru á skránni, og í sambandi við leiðaradagin hava tær tikið eyka fólk inn, so tær í løtuni eru seks í starvi. Hartil kemur so ein rúgva av samstarvspartnarum, sum eru neyðugir til eitt slíkt tiltak sum Ársins Leið­ ari, tað verið seg orðstýrarar, teknikarar umframt skeið­ leiðarar og í hesin førinum røðarar. Tær báðar eru fegnar fyri starvið, sum tær siga er ógvuliga spennandi, men samstundis eisini rættiliga tíðarkrevjandi. Tað eru so ótrúliga nógvir smálutir, sum gera starvið so ógvuliga tíðarkrevjandi, og tí vera tað fleiri hugskot sum fara aftur við borðinum, snøgt sagt tí tíðin ikki er til at gjøgnumhugsa tey. Aftur fyri kunnu tær so fegnast um, at tær ikki hava merkt nakað til fíggjarkreppuna, ið so nógv verður tosað um. ­ Tað hava vit ikki merkt nakað til enn í hvussu er, men vit hugsa nógv um hana. Kanska hevur hon ikki rakt enn her í okkara bransju, men vit rokna við, at hon fer at merkjast, og so mugu vit bara royna at til­ laga okkum til hana so ella so, sigur Annika Andrea­ sen. Mugu fylgja við Hinvegin er als ikki sagt, at Synergi fer at merkja nakað til fíggjarkreppuna, tí í hes­ um vitanarsamfelagið, vit liva í í dag, verður altíð brúk fyri at uppgradera fólk. ­ Tað kann verða talan um her­og­nú sparingar, men tað verður avgjørt ein dýrari loysn upp á sikt. Tí tað er altíð neyðugt at fylgja við, eisini sjálvt um tað er kreppa, tí tað ber ikki til bara at taka tráðin upp aftur, við einum longm vitanar­ gloppi í, sigur Annika Andreasen. Væntast kann eisini, at kappæingin millum fyritøk­ urnar fer at harðna, og tá er av stórum týdningi, at hava tey bestu fólkini fyri at yvir­ liva í hesi kappingini. ­ Menningin kann ikki steðga upp, og tað vil altíð vera brúk fyri einari fyri­ tøku sum okkara. Vit fylgja væl við og royna at tillaga útboðini, tí vit ætla okum bestemt at vera her, tá krepp­ an er av, siga tær báðar, Ása og Annika Andreasen. Royal Greenland letur móttøkur aftur Fyri einum ári síðani yvirtók Royal Greenland nakrar landingarmiðstøðir frá Arctic Food, men nú hevur felagið boðað frá, at tríggjar av støðunum verða stongdar. Orsøkina sigur felagið vera, at tað er ikki nóg mikið til at toski, og harafturat er fiskurin ikki nóg góður. Royal Greenland sigur seg hava havt 20 milliónir krónur í halli, síðani felagið yvirtók 10 landingarmiðstøðir frá Arctic Food, og tí verða tríggjar av støðunum stongdar tann 28. februar, sigur felagið. Ása og Annika Andreasen eru kvinnurnar aftan fyri Synergi. Fyritøkan kann bjóða kundum sínum øll hugsandi sløg av skeiðum