týsdagur 20. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2009
13
Norðurlendskt saman
hald og innanlands sam
haldsfesti, har tey sterk
astu lyfta tyngstu byrð
arnar. Hesi saman við
almennum íløgum í byggi
virksemi og viðlíkahaldi
av almennum bygningum,
eru bestu vápnini móti
áleikandi fíggjarkrepp
uni. Tað vóru norður
lendsku Javnaðarflokk
arnir samdir um á fundi í
Helsinki í farnu viku
Tíðindaskriv
Í farnu viku vóru John Jo
hannessen, form. Javnaðar
floksins á tingi, og Eyðgunn
Samuelsen, løgtingskvinna
og fíggjarnevndarlimur, á
fundi í Finnlandi saman við
umboðum fyri hinar norður
lendsku Javnaðarflokkarnar.
Nógv tíð varð brúkt upp á
avbjóðingarnar, ið fíggjar
kreppan hevur við sær, og
leiklutin
hjá
Javnaðar
rørsluni at syrgja fyri, at
fólk ikki koma illa fyri
orsakað av kreppuni.
Samfelagið stendur fyri
broytingum. Og skulu vit
venda gongdini, soleiðis at
talan verður um broytingar,
sum í síðsta enda hava eitt
betri samfelag við sær, er
neyðugt at tryggja, at øll
hava møguleika at luttaka í
samfelagnum. Avbjóðingin
er at skapa tryggleika. Tí
tað eru bert trygg menn
iskju, ið vilja broytingar og
sum eru før fyri at tillaga
samfelagið.
Grundarlagið undir øllum
tillagingum má vera eitt
samhaldsfast samfelag, har
øll eru við til at lyfta í felag,
og har tey sterkastu lyfta
tyngstu byrðarnar. Byggja
vit ikki á hendan grund
vøllin, kann fíggjarkreppan
uttan iva fáa álvarsligar
avleiðingar fyri samfelagið.
Politiska
skipanin
og
sjálvsagt serliga Javnaðar
flokkarnir hava ábyrgdina av
at stinga hendan leistin út í
kortið. Tað gerst millum
annað við økja um leiklutin
hjá tí almenna, soleiðis at
landið
byrgir
upp
fyri
sveiggjunum í marknaðinum
og óhepnu avleiðingunum
av tí grískna og púra óstýrda
neoliberalistiska marknaði
num, vit hava sæð seinastu
árini. Eisini má byrgjast upp
fyri arbeiðsloysi við at seta í
gongd
skilagott
alment
byggivirksemi,
sum
t.d.
bygging av skúlum og eisini
at
umvæla
og
bjálva
almennar bygningar.
Og júst tær 15 mió., sum
samgongan
í
Føroyum
hevur sett av til bjálving av
almennum bygningum, er
ein skilagóð og gongd leið
á hesum øki. Tí saman við
fíggjarkreppuni hava vit
eina veðurlagskreppu, ið
vit eisini skulu byrgja upp
fyri. Tí er skilagott, at tær
íløgur, ið gjørdar vera, eru
rættaðar
ímóti
at
gera
samfelagið minni bundið at
oljuídnaðinum.
Javnaðarflokkarnir
eru
samdir um, at tað er tann
sterki staturin við øktum
samhaldsfesti og íløgum, ið
tryggja framtíðina, sum er
førur fyri at vinna á
fíggjarkreppuni.
Samanhald og samhaldsfesti eru besta vápnið
Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorvald Stoltenberg,
sum er pápi núverandi norska forsætisráðharran, var
serstakliga áhugaður í føroyskum viðurskiftum og hvussu
Javnaðarflokkurin í Føroyum arbeiðir. Her sæst hann saman
við Eyðgunn Samuelsen og John Johannessen
Tað vardi meg ikki, tá ið eg varð
biðin um at møta í Stóra
pakkhúsi leygarmorgunin tann
10. januar klokkan 10, at slíkt
skuldi verða mær fyri.
Hvør skuldi trúð, at her, sum
eg sum óviti hjálpti Kalinum við
Misá at trilla mjøl og
sukursekkir oman eftir sliskuni
frá Stóra pakkhúsi og niðan í
Garðakrambúð, og her sum eg,
saman við javnaldrum tey køldu
myrku vetrarkvøldini funnu
leiðina gjøgnum tær brøttu
trappurnar upp á seglloftið, har
Kristin á Økrum og Julius Holm
sótu framman fyri tað glóðheitu
kabyssuna og seymaðu segl,
samstundis sum teir vóru
dómarar, tá ið vit tóku brókatøk
úti á tí stóra seglinum? Ja hvør
skuldi trúð, at eg, meir enn 50 ár
seinni, skuldi verða heiðraður við
morgunmati, kórsangi, talum og
gávum. Har ímillum ein stóran
málning av mær sjálvum.
Ei undur í, at eg ikki fekk
takkað tykkum nóg nógv, tí hetta
takkarskriv.
Ein takkarkvøða til »VB-vinir
RobeRt
McbiRni
Hevur tú mist eitt djór ella
funnið eitt, ring til okkum,
kanska kunnu vit hjálpa.
Hetta er lýsing hjá Djóra
verndarfelagnum.
Ætlanin við einari tílíkari
lýsing er at vera millumlið
millum djór og eigara,
soleiðis at eigarin fær sítt
djór aftur, og djórið fær sín
eigara aftur.
Djóraverndarfelagið skal
hjálpa djórum í neyð, og
hvat er meira neyðarsligt
enn eitt heimleyst djór?
Enn vita øll ikki, at tað
kann loysa seg, at boða
okkum frá, um tey hava
mist eitt djór ella funnið
eitt. Men ímynda tykkum
tað stóru gleði, tá tað er
samsvar ímillum hesi bæði
horvnu og funnu djórini?
Tað hendir faktisk rættiliga
ofta. Men eisini ofta ikki.
Summi djór eru sporleyst
forsvunnin, og onnur verða
funnin uttan at nakar spyr
eftir teimum, og tá royna
vit at finna nýtt heim.
Onkuntíð spyrja fólk
eftir djórinum hjá sær,
ganga ør og leita, sam
stundis sum onkur annar
ringir og sigur: “Tú, her
gongur ein hundur, hann
sær ikki út til at vita, hvat
hann skal, hann gekk eisini
her ímorgun.” “Hav hann
hjá tær, fólk leita eftir
honum, tey eru á veg.”
Seinasta sólskinssøgan
var um 17 ára gomlu,
deyvu Barbie, ið var slopp
in út, tí portrið stóð opið,
hon var burtur í eina nátt.
Hon var endað úti á Statoil
á Viðarnesi, har oljubilar
nir fylla tangan. Til alla
lukku møtti hon tveimum
fittum monnum, ið undrað
ust á, hví her gekk ein
hundur einsamallur og
mól. Teir vistu, hvar teir
skuldu ringja, nevniliga
Djóraverndarfelagið, tlf.
504533.
Nú skuldi ikki verið
neyðugt at biðið fólk um
ALTÍÐ at lata hundin hava
hálsbandið á. Navnaskelti
fæst m.a. hjá Valdemar
Lutzen, kostar ikki eina
formúu.
Øll djór eiga at vera
merkt, antin chipsmerkt
ella hava hálsband við
navnið. Tað er tann lættasti
mátin at fáa djórið
heimaftur. Fyri ikki at siga
einasti mátin, um tey enda
hjá løgregluni.
Vit takka øllum hjarta
góðum djóravinum, ið tíma
at taka sær av burtur
komnum djórum.
Funnið – Horvið
DjóRaveRnDaR
felagið
Á fundi í dag hava Føroya
Pedagogfelag, Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktar
frøðingar, Starvsmanna
felagið, Búskapar og
Løgfrøðingafelag Føroya,
Akademikarafelag Føroya
og Føroya Lærarafelag
viðgjørt spurningin um
fríviku við ongari løn.
Talan er í veruleikanum
um lønarniðurskurð. Fak
feløgini hava stríðst fyri at
vinna limum sínum betri
lønarsømdir, og tøl prógva,
at reallønin er fallin seinnu
árini. Tí eru fakfeløgini
prinsipielt ímóti hesi loysn.
Fakfeløgini staðfesta, at
eingin almennur myndug
leiki hevur vent sær til
okkara um hesi viðurskifti,
hóast tað eru fakfeløgini
vegna limir sínar, sum hava
sáttmálar við almenna
arbeiðsgevaran. Fakfeløg
ini eiga tí alla ábyrgd og
allan avgerðarrætt á
økinum vegna limirnar.
Fakfeløgini hava sátt
málar við Fíggjarmála
ráðið, og mál sum hesi
skulu verða viðgjørd
millum partarnar; og ikki
millum leiðslu og einstaka
starvsfólkið.
Hóast møguligar avleið
ingar fyri tann einstaka,
skulu fakfeløgini ikki taka
á seg ábyrgdina av førda
politikkinum hjá landsstýri
num og Løgtinginum.
Vinaliga
Føroya Pedagogfelag
Búskapar og Løgfrøð
ingafelag Føroya
Felagið Føroyskir
Sjukrarøktarfrøðingar
Akademikarafelag
Føroya
Starvsmannafelagið
Føroya Lærarafelag
Viðv. fríviku við ongari løn
viðmerkingar
Tað er ótrúligt at lesa,
hvussu Tjóðveldi hevur
æruna av øllum góðum
samtyktum á løgtingi, nú
tey sita í andstøðu. Alt ið
verður samtykt á tingi, ið
ber á jaliga bógvin, ja tað
hevur Tjóðveldi, so ella so,
æruna av. Men er okkurt
mál, ið teimum ikki dámar,
ja so hava øll hini skuldina.
Besta dømið er fíggjarlóg
in fyri 2009, ið Tjóðveldi,
alt sum tað var, atkvøddi
fyri. Tað er teimum at
takka fyri, tey jaligu
málini, ið vóru samtykt, og
restina av fíggjarlógini
hava øll hini ábyrgdina av.
Viðvíkjandi koppseting
móti lívmóðurhálskrabba,
so legði Tjóðveldi uppskot
til samtyktar hesum við
víkjandi fyri tingið. Veru
leikin er bara tann, at eitt
uppskot til samtyktar við
førir onga játtan av sær
sjálvum, heldur ikki um
tingið samtykkir uppskoti.
Undir 1. viðgerð av upp
skotinum um koppseting
ímóti lívmóðurhálskrabba,
meldaðu allir samgongu
flokkarnir út, at peningur
skuldi setast av til hetta í
2009.
Undir viðgerðini av fíggj
arlógini í fíggjarnevndini
var tí avrátt at seta neyðuga
peningin av. At upphæddin,
ið var avsett er 1 mió, kem
ur av tí einfaldu orsøk, at á
kontuni koppsetingar, har
hesin peningur verður játt
aður, var ikki øll upphædd
in fyri 2008 nýtt, har sá út
til at verða eitt avlop. Tí
metti fíggjarnevndin, eisini
Tjóðveldi, at 1 mió fór at
verða nokk til endamáli í
2009 og tí var tað henda
upphædd, ið var avsett.
At Tjóðveldi nú førir
fram, at tað resta 400 t.kr í
til koppsetingina og dyrgja
eftir, at tingið vísir vilja til
at finna írestandi peningin,
er onki minni enn parta
politikkur tá ið hann er
best.
Koppseting ímóti lívmóðurhálskrabba
løgtingskvinna
eyðgunn
SaMuelSen
Eg takki her øllum av heilum hjarta
Og ynski mítt verða skal her
At Vágsbygd má fáa tað framtíð so bjarta
Sum ungdómin heimaftur ber
At vinna og mentan ja ítróttarmál
Skal blóma í komandi ár
Eg ivist als ikki men sigi sum Pál:
“Hetta er heimbygdin vár!”