týsdagur 20. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 13 - 20. januar 2009
Aftan á fund í
Suðuroy í allan gjár,
er tað mín greiða
niðurstøða, at ongin
politiskur vilji er til at
loysa teir trupulleikar
nar, sum oyggin hevur
havt í nógv ár og sum
allar Føroyar nú eisini
eru komnar í, sigur
Magni Laksáfoss, sum
fyri seks árum síðani
fekk hugskotið til at
gera eina heildarætlan
fyri Suðuroynna
VakstraraVtala
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Ferðin til Suðuroyar í gjár
var einki minni enn eitt satt
vónbrot.
Tað
staðfestir
Magni
Laksáfoss, løgtingsmaður.
Í allan gjár høvdu løg-
tingslimir, landsstýrisfólk,
granskarar og kommunu-
stýrislimir í Suðuroy, fund
á hotellinum í Øravík at
umrøða, hvussu Suðuroy
skal fáast á føtur aftur.
Serliga varð tað nógv
umrødda
vakstraravtalan
fyri Suðuroy, sum var til
viðgerðar.
Tað var Magni Laksafoss,
búskaparfrøðingur, sum á
fyrsta sinni skeyt upp at
gera eina heildarætlan fyri
Suðuroy.
Tað var í 2003. Men hóast
tað eru seks ár síðani, er at
kalla onki hent í málinum
enn.
Nú er Magni Laksáfoss
eisini blivin løgtingsmaður
og hann var við á fjølmenta
fundinum í Suðuroy í gjár.
Men hann var ein vón-
brotin maður, tá ið hann fór
norður aftur við Smyrli í
gjárkvøldið.
- Mín greiða niðurstøða
eftir fundin er, at tað kom
púra onki burtur úr, sigur
hann.
Hann sigur, at á fundinum
gjørdust tað krystallklárt
fyri honum, at tað ongin
politiskur vilji er til at gera
nakað við teir ovurstóru
trupulleikarnar, sum Suður-
oyggin hevur drigist við í
nógv ár og sum allar Føroy-
ar nú eisini eru komnar í.
- Løgtingslimir og lands-
stýrisfólk rætt og slætt leit-
aðu eftir snávingarsteinum
fyri at sleppa undan at gera
nakað.
Men hann staðfestir, at
nú hevur hann tosað um het-
ta í so nógv ár og hann ætlar
sær at áhaldandi at vísa á,
hvussu stóran týdning tað
hevur at gera nakað við teir
trupulleikar, sum Suðuroy
hevur havt í nógv ár og sum
nú raka alt landið.
- At politikararnir ikki
vilja gera nakað við støðuna
í Suðuroy, taki eg sum eitt
tekin um, at tað heldur ong-
in vilji er til at loysa trupul-
leikan í Føroyum, sum
heild.
- Eg vænti, at tað verður
longu í ár, ella eitt av allar-
næstu árunum, at fólkatalið
í Føroyum fer at fella og
tann minkingin fer at standa
við.
- Tí er vónbrotið serliga
stórt um, at politikararnir
ikki vilja taka málið upp,
leggur hann afturat.
Skilja trupulleikan,
men.....
Magni Laksáfoss sigur at á
fundinum skiltu allir partar
trupulleikan.
- Øll høvdu eina greiða
fatan av, at hetta var ein
trupulleiki, sum Suðuroygg-
in hevði drigist við í nógv
ár og sum onki hevði at
gera við um tað nú vóru
góðar tíðir ella ringar tíðir.
Magni Laksáfoss sigur í
hesum sambandi, at Gransk-
ingardepilin Fyri Samfelags-
menning kundi vísa á, at
sjálvt í teimum góðu áttati-
árunum, vaks fólkatalið í
Suðuroy ikki.
- Trupulleikin í Suðuroy
er av bygnaðarligum slagi
og avleiðingin av tí er, at
tey ungu flyta av oynni og
tá serliga konufólk.
- Men hesin sami trupul-
leikin hevur nú rakt allar
Føroyar, tí nú hava vit eitt
stórt undirskot av konufólki
við tað, at tað eru 2000 fær-
ri konufólk í Føroyum enn
mannfólk
- Á fundinum var enn
einaferð ført fram, at tað er
neyðugt, at teir partar, sum
hava møguleikan at loysa
trupulleikan, seta seg saman
at taka støðu til, hvussu
hann kann loysast og gera
eina avtalu um, hvat hvør
parturin skal gera.
Her er talan um lands-
politikarar, kommunustýris-
limir og vinnulív og tað er
akkurát
hetta, sum er endamálið
við eini vakstraravtalu fyri
Suðuroynna, sigur Magni
Laksáfoss.
Leita eftir
umberingum
Men niðurstøðan av fundi-
num í gjár var, at ongin vil
seta seg saman við borðið
at tosa um eina slíka menn-
ingarætlan.
- Tað er rætt og slætt ikki
politiskur vilji til at seta seg
saman at finna ein veg burt-
ur úr trupulleikunum.
- Tað er mín heilt greiða
niðurstøða, at politikarar
leitaðu eftir umberingum
fyri at sleppa undan at seta
seg saman at loysa trupul-
leikan.
- Ì veruleikanum krevja
politikararnir eina avtalu,
áðrenn nøkur avtala yvir-
høvur er gjørd.
- Tað gjørdu teir við at
krevja, at áðrenn nakað skal
gerast, mugu alskyns viður-
skifti avgreiðast fyrst. Eitt
nú varð sóknast eftir eini
reglugerð fyri einum Suður-
oyargrunni, hóast hon langt
síðani er gjørd. Samstundis
varð kravt, at projekt lógu
klár at taka støðu til, áðrenn
peningur kundi játtast.
Magni Laksáfoss sigur,
at hetta er einki annað enn
at leita eftir forðingum, tí
tað er júst øll hesi viður-
skifti, sum avtala skal gerast
um.
- Tí má fyrsta stigið vera,
at allir partar seta seg saman
at viðgera støðuna og gera
eina avtalu um, hvørjar
vinnuligar ætlanir, suður-
oyingar skulu leggja dent
á.
Skylda suðuroyingum
eitt nei
Hann sigur, at eftirsum
politikarar ikki eru sinnaðir
at seta seg saman at finna
útav, hvussu trupulleikin
skal loysast, skylda teir í
minsta lagi suðuroyingum
tað, at teir koma við eini
greiðari fráboðan um, at
teir vilja ikki vera við.
- Gera politikararnir tað,
kunnu suðuroyingar fyri-
halda seg til ta nýggju støð-
una og sleppa víðari haðani
frá. Men tað gera teir ikki
og sostatt halda teir suður-
oyingar fastar í eini bíði-
støðu, har teir ikki sleppa
víðari og tað kunnu teir ikki
bera bekentir.
Hann leggur afturat, at
tað ringasta er, at nú fara
kommunalpolitikarar
úr
Suðuroy eisini at grugga
málið við at blanda málið
um kommunusamanlegging
og málið um at sanera
kommunuskuld upp í.
- Tað er eru mál fyri seg,
sum onki hava við eina
vakstraravtalu at gera og
eigur at verða hildið uttan-
fyri.
Neyðugt
við avtalu
Tað var Magni Laksáfoss,
búskaparfrøðingur, sum
fyri seks árum síðani
barslaði við tí hugskoti
at gera eina heildarætlan
fyri,
hvussu
Suðuroy
skuldi fáast á føtur aftur.
Seinni varð hetta kalla
ein vakstraravtala, har
kommunurnar í Suðuroy,
landsmyndugleikarnar,
vinnulív og aðrir áhugað-
ir partar, settu seg saman
og gjørdi eina beinleiðis
avtalu um, hvussu Suður-
oy skuldi fáast á føtur
aftur.
Í
hesum
sambandi
skuldi avtala gerast um,
hvørjar
vinnugreinar
dentur skuldi leggjast á í
Suðuroy í framtíðini.
Men tað er ein fortreyt,
at landið og kommunur-
nar frammanundan binda
seg til at stovna ein grunn
at fíggja tær vinnuligu
ætlanir, sum avtala verð-
ur um at leggja dent á.
Í hesum sambandi hev-
ur talan verið um at gera
ein Suðuroyargrunn við
50 milliónum í og ein
fortreyt fyri at gera hesa
avtaluna, er, at grunnurin
verður stovnaður fram-
manundan so at pening-
ur er at seta menningar-
ætlanina í verk.
Magni
Laksáfoss
sigur, at soleiðis verður
økismenningarpolitikkur
førdur nú á døgum og
sum fyrireiking til eina
vakstraravtalu fyri Suður-
oy, hava teir kanna líkn-
andi vakstraravtalur í
Finnlandi, Svøríki, Dan-
mark og í Íslandi.
Men Írland er eisini
eitt væl kent dømi um
væleydnaðar vakstrarav-
talur ímillum ES og
Írland.
Suðuroyarferðin í
gjár var eitt vónbrot
- Politikarar skilja væl trupulleikan í Suðuroy, men teir vilja onki gera við tað, sigur Magni
Laksáfoss, eftir fund í Suðuroy í allan gjár um eina menningarætlan fyri Suðuroy. Her sita Johan
Dahl, longst vinstrumegin, Kári P. Højgaard, Jacob Vestergaard og Heðin Zachariassen í einum
steðgi í fundinum. Men tað skal viðmerkjast, at vónbrotið hjá Magna Laksáfoss er ikki beinleiðis
vent ímóti teimum
Doyði av fuglakrími
Fuglakrímið ger framvegis um seg. Heilsumyndug-
leikarnir í Kina søgdu í gjár, at ein kvinna í landslutinum
Shandong har eysturi í landinum var deyð av sjúkuni.
Hetta er aðru ferð tann seinasta mánaðin, at fuglakrím
hevur kravt mannalív í hesum landslutinum. Kvinnan,
sum var 27 ára gomul, gjørfdist sjúk tann 5. januar og
doyði leygarkvøldið, skrivar almenna tíðindastovan
Xinhua. Heilsumyndugleikarnir siga, at kvinnan doyði av
H5N1, sum er tað lívshættisliga slagið av fuglakrími.
Václav Havel sjúkur
Fyrrverandi kekkiski forsetin Václav Havel er álvarsliga
sjúkur og liggur á sjúkrahúsi í Prag. Sambært læknunum
er forsetin sjúkur í andingargøgnunum. Martin Holcat,
varastjóri á sjúkrahúsinum, segði við kekkisku fjølmiðlar-
nar í gjár, at Václav Havel hevur minni pínu nú, men at
hann er veikur. Václav Havel, sum er 72 ára gamal, varð
lagdur undir skurð seinasta mánadag, tí hann hevði ilt við
at draga andan og at svølgja, eftir at hann hevði havt
lungnabruna.