Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 13 - 20. januar 2009 tíðindi Í dag er dagurin, tá tollfrí søla í flogfarinum steðgar. Tvær sølubúðir lata nevniliga upp á flogvøllinum. Vørurnar verða bíligari enn í Kastrup, men dýrari enn í Billund Tollfrí søla Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Á samkomu klokkan tíggju í morgun, vóru nýggju toll­ fríu sølubúðirnar hjá Atlantsflogi sýndar fram fyri innbodnum. Fyrstu ferð tær verða nýtt­ ar verður tó ikki fyrr enn klokkan 13:45, tá fyrstu ferðafólkini fáa møguleika at keypa tollfrítt á flog­ vøllinum. Hetta verður í sølubúðini, sum er beint við, har mann finnur viðføri sítt aftur. Í longri tíð hevur hetta verið fyrireikað, og Árni Winther arkitektar hava teknað sølubúðirnar, sum Articon hevur gjørt klárar. Fegnir fyrireikarar Til samkomuna í morgun vóru fleiri, ið tóku orðið at fegnast um hesa nýggju skipan við tollfríari sølu. Teir, ið tóku orðið vóru Christian Andreasen, nevndar­ formaður í Vága Floghavn, Jóhan Dahl, landsstýris­ maður við vinnumálum, Dávur R. Hansen, stjóri í Vága Floghavn og Magni Arge, stjóri í Atlantsflogið. Allir vóru teir fegnir um, at henda løta var upprunnin. Jóhan Dahl fegnaðist, at nýggj tiltøk verða sett í verk, tá pílarnir annars peika niðureftir og Magni Arge kallaði dagin søgulig­ an, tí Barack Obama verður settur inn sum forseti, og Atlantsflog byrjar at selja tollfrítt á landi. Eisini vóru menn raskir at nevna minkandi byrðuna í flogførunum, so meiri við­ føri og fleiri ferðafólk sleppa í hvørt flogfarið. Hetta skul­ Hóast Atlantic Airways fingur toll­ fríu søluna á flog­ vøllinum, so verður talan ikki um bíligari ferðaseðlar fyri tey ferðandi hjá flogfelag­ num Tollfrí søla Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Magni Arge, stjóri í Atlants­ flogi, fegnast stórliga, at flogfelagið fekk tollfríu søluna, men ferðaseðlarnir gerast ikki bíligari. ­ Nú skulu vit selja meira fyri at vinna pening. Fyrr fór allur peningurin í kassan hjá okkum, tá vit seldu toll­ frítt. Nú skal Vága Floghavn hava ein stóran part av peninginum, so vit skulu selja meira, fyri at fáa tað sama burturúr, sigur Magni Arge. Hetta merkir altso, at Atlantsflog, á ein hátt missir pening av, at tollfría sølan verður flutt niður á land. Dýrka ikki Hóast hann ikki roknar við, at ferðaseðlarnir gerast bíligari, so gevur tað ein stóran fyrimun hjá Atlants­ flogi, at felagið fekk tollfríu søluna. ­ Tú kanst siga, at ferða­ seðlarnir heilt víst høvdu dýrkað, um vit ikki fingu toll­ fríu søluna, tí tað er tungt at dríva eina flogrutu, og tollfrí søla hevur verið ein avgerandi partur av inntøkunum hjá okkum. Tí kanst tú hinvegin siga, at ferðaseðlarnir ikki fara at dýrka, á sama hátt, sum teir høvdu gjørt, um onkur annar fór við tollfríu søluni, vísir Magni Arge á. Sum metir tað gerast tyngri og tyngri at hava eitt flogfelag, tí fleiri og fleiri vilja hava burturav. Tollfrítt sprutt og si Fakta um Virkishúsið: Virkishúsið er deild undir Sjóndeplinum. Húsið verður rikið sum sjálvstøðug eind og liggur í miðbýnum í Havn. Brúkararnir, sum eru sjónveikir eru eisini lætt­ ari seinmentir. Dagliga vera 2 starvsfólk knýtt at húsi­ num saman við møguligum gestalærarum. Í Virkishúsinum verður vart arbeiði á træðverkstaði, ymiskt handaligt arbeiði, arbeiði í køki, sosial tiltøk, tiltøk í býnum, einsæris ella í bólkum. Pláss verður fyri uml. 10 viðskiftafólkum. Málið er at geva brúkarunum ein gerandisdag við virði ligum uppgávum og innihaldi allar yrkadagar. Virkishúsið er nýtt sjálvstøðugt virkisøki. Deildarleiðarin verður við til at evna karm­ ar og innihald í arbeiðinum, og kemur at varða av dagligu leiðsluni. KRAV TIL PERSÓNLIGAR FØRLEIKAR: Jalig (ur), tolin, nýskapandi, dugir at sam­ skipa, taka ábyrgd, loysa ósemjur, hevur hugflog og evnir at læra frá sær ymiskt handaligt arbeiði. KRAV TIL FAKLIGAR FØRLEIKAR: ­ Útbúgving t.d. pedagogur, lærari, ergo terapeutur, ítrívsvegleiðari. ­ Útbúgving innan ymiskt handverk ella hondarbeiði. ­ Telduførleiki til vanligt samskifti. SJÓNDEPILIN BJÓÐAR: ­ Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupul ­ leikar – atlit og arbeiðshættir. ­ Upplæran innan fakøkið við t.d. handa­ ligum arbeiði – møgulig skeið. ­ Møguliga vitjan á líknandi Virkishúsi aðrastaðni. Starvið er fulltíðarstarv og setananarviður­ skiftini eru sambært avvarandi sáttmála, sum eru galdandi fyri økið. Ynskiligt er at starvið verður sett frá 1. apríl 2009 ella skjótast gjørligt. Umsóknarfreist­ in er fríggjadagin 13. februar 2009. Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja til Sjón­ depilin tlf. 31 82 22 og spyrja eftir leiðara­ num. Hevur hetta starv tín áhuga, send so um­ sókn við prógv og CV til: Sjóndepilin, Att. Leiðarin Boks 2074, FO­165 Argir. SJÓNDEPILIN søkir eftir deildarleiðara til virkishús fyri blind og sjónveik Sjóndepilin ­ Íslandsvegur 10 A Postrúm 2074 ­ 165 Argir Tlf. 318222 ­ Fax. 319288 sjon@sjondepilin.fo Grafik Studio Ikki bíligari ferðaseðlar Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, greiðir frá, at tað ikki verður bíligari at flúgva, hóast Atlantsflog fekk tollfríu søluna á flogvøllinum Mynd: Jens Kristian Vang