týsdagur 20. januar 2009síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 13 - 20. januar 2009
37
tíðindi
di so eisini gjørt, at mann
spardi eitt sindur av brenni
evni, og tí hevur minni útlát.
Eisini løgdu menn dent á,
at hetta fór at verða ein
fyrimunur fyri raksturin hjá
Vága Floghavn, tí ein partur
av peninginum úr búðunum
fer beinleiðis til Floghavn
ina.
Broytingartíð
Magni Arge fegnaðist somu
leiðis, at Atlantsflog hevur
fingið møguleika at selja, tí
fleiri vóru um boðið. Hann
kallaði eisini dagin, ein dag
við nýggjum vindum. Hin
vegin legði hann eisini dent
á, at hetta verður ein avbjóð
andi tíð, har Atlantsflog
skal læra av hesi nýggju
byrjan.
Vit fara at nýta okkara
royndir. Vit eru von við at
arbeiða við tollfríari vøru
og eisini tá tað er trongt.
Men vit skulu læra nógv í
hesi fyrstu tíðini, tí hetta er
ikki heilt tað sama, greiddi
stjórin í Atlantsflogi frá.
Spara flogternu
Av tí at tollfría sølan er flutt
á land, so sparir Atlantsflog
eina flogternu í flogfarinum.
Tí nú verður minni at gera
inni í flogførunum. Sam
stundis merkir hetta, at
fleiri fólk skulu arbeiða á
landi.
Sum skilst verður tískil
ikki talan um uppsagnir hjá
Atlantsflogi.
Terna lat upp
Tá stóru grindirnar við sølu
búðina, har viðføri kemur,
fóru upp, tá var Bergtóra
Nielsen fyrsta fólkið í búð
ini.
Bergtóra Nielsen hevur
starvast hjá Atlantsflogi síð
an fyritøkan byrjaði fyri ein
um 20 árum síðani. Hon
skal hava ein avgerandi leik
lut í samband við tollfríu
søluna.
Alarmurin
riggar
Trygd skal eisini
til, tá so stórar
mongdir av
spiritus, sigaret
tum og øðrum
luksusvørum eru
savnaðar. Hetta
sær út til at rigga
á flogvøllinum,
tí tá tíðindafólk
sluppu at síggja
tollfríu sølubúðina
við fráferðarhølið,
fór ein øgiligur
alarmur í gongd
Tollfrí Søla
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Stjórin í Atlantflogi beyð
ymisku tíðindafólkunum,
sum vóru møtt til sam
komuna við tollfríu sølu
ni, við at síggja sølu
búðina við fráferð.
Eftir at øll vóru komin
ígjøgnum eina trygdar
kanning – á sama hátt
sum til vanliga fráferð,
har onkur enntá mátti
kropskannast – gjørdu
starvsfólk hjá Atlants
flogi eina roynd at lata
sølubúðina upp. Í tí grind
in fór uppeftir fór ein
alarmur í gongd, og hesin
var ikki tespiligur at hoy
ra. Tá ein løta var gingin,
var onkur, ið fann út av
at sløkkja alarmin, og
fegin var Magni Arge at
vísa hesa seinnu sølubúð
ina fram, í friði og náð
um.
Luftigari búð
Einasti veruligi munurin
millum sølubúðina við
fráferð og komu er, at
búðin við fráferð hevur
tveir veggir heldur enn
fýra. Hetta hevur við
sær, at búðin sýnis hópin
størri, hóast útboði av
vørum og prísstøði er tað
sama sum í hinari sølu
búðini.
igarettir á flogvøllinum
Fleiri kundu hugsa sær at
keypt onkra vøru í tollfríu
sølubúðunum, men tað
sleppur ongin fyrr enn
seinnapartin, tá veruligir
kundar koma
Mynd: Jens Kristian Vang
Úrvalið av spiritus er rímiliga stórt í Vága Floghavn
Mynd: Jens Kristian Vang
Bergtóra Nielsen, flogterna, lat fyrsta tollfría handilin í Vága Floghavn upp. Magni Arge gleðist um, at Atlantsflog fekk tollfríu søluna
Mynd: Jens Kristian Vang