Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2009 Av teimum 100 fólku­ num, ið seinastu ár­ini hava ver­ið í star­vi hjá Ar­ticon úti á byggiplássunum, vór­u 25 í vikuni søgd upp Uppsagnir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 25 fólk vóru í gjár og í fyrra­ dagin søgd upp hjá byggi­ fyritøkuni Articon. Øll tey uppsøgdu eru fólk, sum hava arbeitt úti á byggi­ plássunum. Talan er sostatt um handverkarar, bilførarar og so framvegis. ­ Tað er stuttligari at seta fólk, enn at siga teimum upp, men mann má fyri­ halda seg til veruleikan, sum hann nú einaferð er, sigur Niklas Joensen, fíggjarstjóri. Aðrar byggifyritøkur hava somuleiðis sagt fólki upp, hóast tølini ikki eru eins stór hjá øllum. ­ Tað er líka frá tí størsta til tann minsta, sum er bang­ in fyri, hvat fer at henda í byggivinnuni nú, staðfestir Steinolvur Petersen, stjóri í J & K Petersen. J & K hava sagt trimum monnum upp. Men sambært stjóranum kemst hetta fyrst og fremst av, at teir ikki hava nýtt so nógv fólk, men heldur nýtt undirveitarar, sum natúrliga eru farnir úr starvi. Politikararnir sova Føroysku byggifyritøkurnar eru á einum máli um, at ein av høvuðsorsøkunum til tunga sjógvin er, at tær ong­ an møguleika hava at kapp­ ast við íslendskar fyritøkur um almennu íløgurnar, ið samgongan hevur prioritera høgt í hesum tíðum, fyri at halda virksemi í gongd í landinum. ­ Mann prioriterar al­ mennar íløgur, men bjóðar samstundis øllum til lisitatión. Hetta ger at vit koma í eina ójavna kapping við íslendingar, sum altíð kunnu undirbjóða okkum, tí lønarlagið er so lágt hjá teimum í løtuni, vísir Niklas Joensen á. Steinolvur Petersen, stjóri á J & K Petersen, greiðir somuleiðis frá, at hetta er ein stak óheppin støða fyri føroyska byggivinnu. ­ Tað vísir seg sum, at politikararnir sova. Enn er lítið undirskrivað, men tá tað hendir verður ov seint at gera nakað, sigur Steinolvur Petersen. Hann leggur afturat, at hetta enntá kann enda við, at føroyskar fyri­ tøkur seta íslendingar í starv heldur enn føroyingar, fyri at hava eina javnbjóðis kapping. Eftir hansara tykki er heldur onki land í heimi­ num, sum hevur vunnið nakað serligt við at innflyta bíliga arbeiðsmegi til land­ ið. Tískil metir hann, at hen­ da støða fer at býta okkum aftur í halan. Onnur fyritøka vísir á, at henda støða somu­ leiðis fer at hava fráflyting við sær. Kapping um løn Í løtuni kostar íslendsk arbeiðsmegi hópin minni enn føroysk, og hetta er sambært føroysku byggifyri­ tøkunum einasti munurin. ­ Vit hava altíð klárað at kappast við íslendingar. Tól­ ini kosta tað sama og tilfarið kostar tað sama. Veruligi munurin er í arbeiðsmegini, har tveir íslendingar kosta tað sama sum ein føroyingur, sigur Steinolvur Petersen. Skuldi broytt lisitatiónirar Niklas Joensen, fíggjarstjóri í Articon, vísir á, at heilt fáa lisistatiónir eru í løtuni, og at tað almenna tískil bur­ di gjørt okkurt, fyri at betra um møguleikarnar hjá før­ oyskum fyritøkum, fyri at halda peningin í landinum. ­ Teir kundu broytt lisita­ tiónirnar, soleiðis, at teir bert bjóðaðu føroyskum fyritøkum at koma við til­ boðum, tí hørð kapping hev­ ur verið millum føroyingar alla tíðina, skjýtur Niklas Joensen upp. Allar byggifyritøkurnar, ið Sosialurin hevur tosað við, eru á einum máli um, at heldur verandi gongd fram, so verða enn fleiri uppsagnir hjá føroyskum byggifyritøkum í komandi tíðum, ið mann kundi slopp­ ið undan, um tað almenna nýtti føroyingar til ymisku íløgurnar. Tvey dømi, har útlendingar hava fingið almenn arbeiðir, eru Hovstunnilin, skúladepilin í Suðuroy og fyrsta byggistig av útbyggingini á Landssjúkrahúsinum. Hópupp­ sagnir í byggi­ vinnuni Tað er­ ikki bar­a Ar­ticon, ið hevur­ sagt fólki upp í ver­andi ár­i av keði­ ligu útlitunum í byggivinnuni. Allar­ fyr­itøkur­nar­, ið Sosialur­in hevur­ tosað við, hava sagt fólki upp. Í einum stað er­u fimm av 17 uppsøgd í seinastu viku Uppsagnir Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Viking smíð, segði í seinastu viku fimm av 17 fólkum upp. Hetta er næstan ein triðingur av øllum í fyritøkuni. Articon, sum er nevnt í grein á hesi síðu segði 25 fólkum upp. J & K Petersen hava fyribils sagt trimum fólkum upp, men vita ikki, hvat er í væntu. Umframt at teir hava nýtt undirveitarar, sum natúrliga eru farnir úr starvi, tá arbeiðini hava verið liðug. Norðhús hava eisini sagt onkrum manni upp. Tískil er líkt til, at henda gongd er galdandi fyri alla føroyska byggivinnu. Tað eru serliga Íslend­ ingar, ið fáa arbeiðini, sum tað almenna bjóðar út, tí teir hava hópin lægri lønir. Í seinastu viku greiddi politiska skipanin frá, at hetta er ein fylgja av Íslands­ sáttmálanum, men at tað mugu verða mark­ naðarkreftirnar, ið ráða. Sendið tilfar til Vencil 6 Sætta útgávan av skaldskaparritinum Ven­ cil er nú í gerð, og freistin at lata inn tilfar er 1. mars 2009. Hesa ferð heita ritstjórar­ nir á høvundarnar um at royna at skriva stuttsøgur og yrkingar, sum onkursvegna endurspegla nútíðar samfelagið, soleiðis sum høvundurin sjálvur sær tað. Serliga vilja teir hava lýst stríðið um virði og ráðandi heimsmyndir, sum vit dagliga hoyra um í fjølmiðlunum, herundir hvussu nýggja samskiftistøknin ávirkar hetta stríð. Vencil vil við hesum hava fram ymsar fatanir og tulkingar av leikluti okkara í hesum altjóða leiki, bæði sum einstaklingar og sum tjóð. Sendið tilfarið til vencil@vencil.fo Reisugildir, fløgg og so framvegis eru vorðin færri hjá Articon. Hetta hevur havt stórar skerjingar við sær. Hesar hava viðført, at ein av hvørjum fýra er uppsagdur Fjórði hvør uppsagdur hjá Articon Lítið kyksilvur á Svalbard Fleiri norskir granskarar hava stúrt fyri, at tann skjótt veks­ andi orkunýtslan í Asia kann elva til størri kyksilvur­ dálking á eitt nú Svalbard, men nú vísa kanningar hjá Norsk Polarinstitutt, at har er lítið kyksilvur. Síðani 1995 hava granskarar kannað innihaldið í plankton, toski, lodnu, æðu og øðrum fugli við Svalbard, men sambært kanning­ unum er ikki meiri kyksilvur í hesum royndum enn roynd­ um, sum eru tiknar aðrastaðni á norðaru jarðarhálvu, skrivar Norsk Polarinstitutt í einari nýggjari frágreiðing.