mikudagur 21. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2009
Starvsmannafelagið
fer nú at kæra
uppsagnirnar í
Kringvarpinum,
tí tað verður fram
vegis mett, at grund
arlag er fyri teimum
Kringvarpið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Seinasta orðið um upp
sagnirnar í Kringvarpin
um, er ikki sagt enn.
Tað staðfestir Selma
Ellingsgaard, forkvinna í
Starvsmannafelagnum.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðuni, eru
uppsagnirnar, sum hava
ligið í kortinum í Kring
varpinum, nú endaliga
settar í verk og í gjár
fingu átta starvsfólk í
Kringvarpinum uppsøgn
sendandi í postinum.
Selma
Ellingsgaard,
forkvinna í Starvsmanna
felagnum, er skelkað av
mannagongdini, tí hon
metir framvegis, at upp
sagnirnar eru framdar,
uttan at haldgott grundar
lag er fyri teimum.
Orsøkin til uppsagn
irnar eru sparingar. Men
eftir okkara tykki, sam
svarar tað ikki við veru
leikan, tí samstundis sum
fólk eru søgd upp, verða
onnur sett í starv.
Serliga tann veruleiki,
at Kringvarpið hevur sett
onnur fólk í starv, sam
stundis sum hesi átta eru
søgd upp, hevur styrkt
Starvsmannagelagið
í
trúnni upp á, at ov lítið er
gjørt fyri at sleppa undan
uppsagnunum og at veru
liga grundarlagið undir
teimum kann ikki vera
sparingsar, sigur Selma
Ellingsgaard.
Kringvarpið hevur held
ur ikki gjørt nóg mikið
fyri at sleppa undan upp
sagnum við at brúka áset
ingarnar í sáttmálanum
um eldrapolitikk ella við
at bjóða starvsfólki at
arbeiða niðursetta tíð.
Starvsmannafelagið
ráðførir seg nú við løg
frøðing
fyri
at
vita,
hvussu farast skal fram
hereftir.
Síðsta orðið
ikki sagt
Tí er tað greitt, at síðsta
orðið er ikki sagt í hesum
máli enn og at Starvs
mannafelagið fer víðari
við málinum. Ein møgu
leiki er at stevna Kring
varpinum ella at leggja
uppsagnirnar fyri Løg
tingsins Umboðsmann.
Vit fara undir øllum
umstøðum at kæra upp
sagnirnar.
Spurningurin er bara,
hvagar kæran skal send
ast.
Kringvarpið sigur, at
kærast kann til menta
málaráðið. Men menta
málaráðið, sum vit eisini
hava samskift við, sigur,
at kærast skal fyrst til
stýrið fyri Kringvarpið
og fæst ikki viðhald har,
kann kærast til menta
málaráðið.
Tað mugu vit fyrst fáa
greiði á. Tað einasta, sum
er greitt, er, at tað verður
kært.
Hjálpir tað heldur ikki,
verður farið víðari við
málinum.
Tá kann talan kann
verða um at stevna Kring
varpinum,
men
talan
kann eisini verða um at
klaga
til
Løgtingsins
Umboðsmann, tað veldst
um niðurstøðuna hjá løg
frøðinginum, sigur Selma
Ellingsgaard.
Hinvegin hevur Kring
varpið tvíhildið um, at
allar mannagongdir eru
hildnar út í æsir.
Í gjár fingu átta
starvsfólk í Kring
varpinum endaliga
at vita, at tey eru
søgd úr starvi og
royndin hjá Starvs
mannafelagnum at
fáa Kringvarpið at
taka uppsagnirnar
aftur er sostatt mis
eydnað
Kringvarpið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at átta fólk
í Kringvarpinum eru søgd
úr starvi.
Ætlanin hevur verið at
siga tey upp síðani nakað
fyri jól, men í gjár fingu tey
so endalig boð um, at tey
eru søgd upp.
Eftir at tey fingu ætl
anarskriv um uppsøgnina í
desember, hava tey havt
høvi til at gera sínar við
merkingar.
Tað gjørdu tey í farnu
viku og síðani hevur leiðsl
an í Kringvarpinum viðgjørt
svarini.
Men tað broytti ikki støð
una og í gjár hava tey átta
fólkini so fingið endaliga at
vita, at tey eru søgd upp.
Miseydnaðist
Sjey av hesum fólkunum
eru limir í Starvsmanna
felagnum og felagið royndi
til tað síðsta at fáa Kring
varpið at taka uppsagnirnar
aftur og heldur at royna
aðrar leiðir, eitt nú at bjóða
fólki at arbeiða parttíð og at
brúka ásetingarnar í sátt
málanum um eldrapolitikk,
ella at flyta starvsfólk ímill
um deildir.
Starvsmannafelagið held
ur sostatt ikki, at Kring
varpið hevur gjørt nokk fyri
at sleppa undan uppsagn
unum.
Grundgevingin fyri at
siga fólkið upp, er at Kring
varpið noyðist at spara.
Men samstundis sum átta
fólk eru søgd upp, eru onn
ur fólk sett í starv.
Starvsmannafelagið
heldur sostatt ikki, at hald
gott grundarlag er fyri upp
sagnunum og royndi tí at
fáa kringvarpið at taka tær
aftur, men vit mugu nú
staðfesta, at tað hevur verið
til fánýtis.
Ógilda starvssetan
Umframt at Starvsmanna
felagið krevur, at uppsagn
irnar verða tiknar aftir, krev
ur felagið eisini, at starvs
setanin, har ein journalistur
er settur at byrja um eina
góða viku, verður ógildað,
men heldur ikki tað góð
tekur Kringvarpið.
Tá ið hetta nýggja fólkið
varð sett, varð starvið bara
lýst á heimasíðuni hjá
Kringvarpinum og tað held
ur Starvsmannafelagið ikki
er nøktandi.
Treytin er, at øll størv
skulu lýsast leys og tí halda
vit, at tað er sáttmálabrot, tá
ið eitt starv bara er lýst á
heimasíðuni hjá Kringvarp
inum.
Tað er eisini sáttmála
brot og brot á almenna
setanarpolitikkin, at álitis
fólkið á stovninum ikki hev
ur fingið málið til ummælis
og skal vera við í setanar
bólkinum
Umframt hendan eina
journalistin, hevur Kring
varpið seinastu mánaðirnar
eisini sett aðrar journalistar
í starv og tað hendi, uttan at
størv vóru lýst leys.
Enn er óvist um Kring
varpið eisini fer at krevja
hesar starvssetanirnar aftur
tiknar.
Tað veldst um niður
støðuna hjá løgfrøðinginum,
sigur Selma Ellingsgaard.
Átta fólk uppsøgd
í Kringvarpinum
Selma skelkað
av uppsagnum
Selma Ellingsgaard góðtekur ikki tað, sum fer fram í Kringvarpinum og hon ger púra greitt, at seinasta orðið er ikki sagt enn
Grønland ger vart við seg í ES
Umboð fyri grønlendska heimastýrið og vinnulívið hava í dag verið í
Bruxelles. Millum annað skuldu tey siga frá, hvat grønlendska heimastýrið
heldur um uppskotið hjá ESnevndini at banna ESlondunum at innflyta
kópaskinn. Veiðimannafelagið KNAPK hevur gjørt vart við, at eitt
innflutningsforboð hjá ES er ein álvarssom hóttan ímóti grønlendskari
mentan. Finn Karlsen, landsstýrismaður, segði undan fundinum í dag, at han
ætlaði sær at kunna mótpartin um, hvussu týðandi kópaveiði er fyri
grønlendska samfelagið.