mikudagur 21. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2009
- Eg haldi ikki, at vit
skulu vera so ógvuliga
fokuserað upp á
tosið um kreppu.
Avbjóðingar eru heilt
vist fyri framman,
men vit kunnu eisini
gera nakað fyri, at tær
ikki blíva so stórar,
sum tær kunnu, um
vit ikki hugsa okkum
væl um, sigur Janus
Petersen, forstjóri í
Føroya Banka
FÍGGJARKREPPA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nýggi danski hjálparpakkin
er serliga ætlaður at økja
um eginognina ella kapi
talgrundarlagið hjá bank
unum, og harvið gera tað
møguligt hjá bankum, ið
hava for lítið kapitalgrund
arlag at halda fram, og
øðrum bankum at lána út.
Vandin hevur verið hetta
seinasta árið, at bankarnir
orsakað av manglandi egin
kapitali hava verið noyddir
at hildi aftur við útlánum.
Og her miðar hesin pakkin
ímóti at økja um eginkapi
talin og harvið um møgu
leikarnar at lána pening út,
sigur Janus Petersen, for
stjóri í Føroya Banka.
Tað hoyrist javnan, at
gjaldføri hjá føroysku bank
unum er gott í mun til tað
hjá eitt nú donskum og
øðrum útlendskum bankum,
og har er Janus Petersen
samdur.
Nú kann eg ikki úttala
meg vegna allar føroyskar
pengastovnar.
Men
fyri
okkara viðkomandi hava vit
eitt gott gjaldføri, og tað er
eisini tað, man hoyrir frá
øðrum, at gjaldføri er í lagi.
Og tað er kanska serliga
aftan á tann fyrra hjálpar
pakkan, at gjaldførið er
batnað munandi, og tað
hjálpti væl upp á hugin at
seta pengar í bankar, tí hann
gav statsveðhald fyri innlán
og lánum hjá bankunum,
sigur Janus Petersen.
Ongan hast
Við hesum nýggja pakka
num í mun til tann fyrra, so
hava bankarnir ongan skund
við at taka støðu, tí hesin
pakkin
hevur
rættiliga
langar freistir.
Fyrsta freistin er so vítt
eg minnist 30. juni, og so
eru aðrar freistir, sum eru
longri úti í tíðini, onkur í
2010. Tað vil siga, at vit
kunnu gera brúk av hesum
pakkanum og taka støðu
seinni, sigur Janus Petersen.
Hann sigur, at fyri teirra
viðkomandi eru partar av
pakkanum, sum bankin ikki
hevur brúk fyri.
Tað er serliga talan um
tilskot av eginkapitali. Vit í
Føroya Banka hava ein
ógvuliga stóran eginkapital
í mun til okkar skyldur –
hálvatriðju ferð lógarkravið,
sum er. So tað er ikki
eginkapitali, vit hava brúk
fyri, og tað er tí ivasamt,
um vit fara at taka lut í júst
tí partinum av pakkanum,
sigur Janus Petersen.
Viðvíkjandi hinum part
inum av pakkanum, sum
snýr seg um statstrygd ber
til at taka lut í, men tað
hevur sum nevnt ongan hast
at taka støðu til tað nú.
Har koma vit at síggja
tíðina eitt lítið sindur ann,
sigu Janus Petersen.
Byrjaði við subprime
Altjóða
fíggjarkreppan
byrjaði í USA sum tann
sonevnda subprimekrepp
an.
Kredittfeløg
lántu
pening til húsakeyp, ikki
altíð til fólk, sum høvdu ráð
at gjalda lánini aftur.
Tað sum so hendi var, at
hesi
kredittfeløg
seldu
lánini víðari í lánsbrøvum,
sonevnd subprime lánsbrøv,
til íleggjarar og bankar
aðrastaðni í heiminum. Og
tá so kundarnir í USA –
húsarhaldini – ikki megnaðu
at gjalda lánini, so fingu
heldur ikki íleggjararnir sín
ar pengar aftur fyri láns
brøvini, so hesir taptu nógv
ar pengar, nógvar milliardir,
sigur Janus Petersen.
Talan var um íleggjarar
víða um í heiminum, Japan,
Europa og aðrastaðni eisini.
Hetta førdi til, at álitið á
lánsbrøvunum og bankunum
reyk. Eisini álitið millum
bankar reyk, og tað førdi so
aftur við sær, at bankar
hildu uppat at lána sín
ámillum.
Hetta manglandi álitið
hevur so gjørt tað, at fígging
ikki hevur verið tøk hjá
húsarhaldum og virkjum,
og tað hevur havt stóra
ávirkan á gongdina í bú
skapinum. Og tað hevur
ført til eina ógvuliga nega
tiva gongd, har tað bara
gongur tann skeiva vegin, tí
tað hevur ført við sær, at
húsaprísirnir eru minkaðir,
og harvið er álitið eisini
enn meira minkað, sigur
Janus Petersen.
So talan er um, at kreppan
í USA setti gongd í ein
negativan spiral, sum er
ógvuliga torførur at steðga
aftur og sum hevur kravt, at
statir og lond hava verið
noydd at gera bjargingar
pakkar fyri at steðga hesi
gongdini.
Vara okkum fyri tosi
Sagt verður, at føroyski
búskapurin
er
ógvuliga
viðbrekin, og soleiðis er tað
eisini.
Vit vita sum føroyingar,
at tað gongur bæði upp og
niður í Føroyum, og tað
kann ganga ógvuliga skjótt,
sigur Janus Petersen.
Hann heldur, at tað í løtuni
ikki eru so nógv føroysk
viðurskifti, sum eru av
bjóðingin hjá Føroyum, men
meiri tann altjóða búskap
urin, sum er á veg skeiva
vegin. Har er eingin vøkstur,
kanska tvørtur ímóti eitt fall
í búskapinum.
Og tað kann ávirka
okkum, tí at tað kann ganga
út yvir eftirspurningin eftir
okkara vørum og út yvir
fiskaprísir og annað, so
talan
er
um
óhepnar
umstøður. Hinvegin haldi
eg sjálvur, at umstøðurnar
her heima eru ikki verri,
enn tær hava verið aðrar
tíðir, sigur forstjórin í
Føroya Banka.
Hann sigur, at hóast tos
um trupulleikar í fiskivinn
uni, so eru teir ikki størri,
enn vit ofta áður hava sæð.
Skulu ikki tosa
ov nógv um
kreppu
Felagið Tórshøll Sverrisgøta 22 FO-100 Tórshavn Tlf. 311565
AndrAs & Jónfinn
Leygarkvøldið 24. januar spæla
Opið er:
Mán. - Hós. ..... 19.00 - 24.00
Frí. - Leyg........ 17.00 - 04.00
Sunnudag........ 17.00 - 24.00
Høvuðsvinningur: Gávukort á 1.000 kr.
BinGo
Leygarkvøldið 24. januar kl. 19.00
ókeypis atgongd áðrenn midnátt
Ísrael farið úr Gaza
Ísraelski herurin hevur nú fullført afturtøkuna úr
Gazageiranum. Ein talsmaður hjá ísraelska herinum
segði í morgun, at tann seinasti ísraelski hermaðurin
er farin úr Gazageiranum. Talsmaðurin legði tó
afturat, at herurin verður verandi í støðum allan vegin
fram við markinum, og vit eru fyrireikaðir til alt, segði
talsmaðurin. Ísraelska afturtøkan byrjaði sunnudagin,
eftir at Ísrael hevði lýst vápnahvíld. Stutt eftir gjørdi
Hamas tað sama. Ísraelska átakið í Gazageiranum
vardi 22 dagar og kostaði umleið 1.300 mannalív.
40.000 gloymdu trygdarbeltið
Hóast tað er ein sannroynd, at trygdarbeltið kann bjarga mannalív
um, eru tað framvegis nógvir bilførarar, sum koyra uttan at spenna
beltið. Í fjør skrásetti danska løgreglan næstan 40.000 bilførarar,
sum koyrdu bil uttan at sita í trygdarbelti. Tað vil siga, at løgreglan
skrásetti meiri enn 100 tilburðir um dagin, og tølini vísa, at tað vóru
serliga teir yngru bilførararnir, sum "gloymdu" beltið. Hagtølini
vísa eisini, at í fjør fingu meiri enn 5.000 fólk bót fyri at koyra
motorsúklu ella knallert uttan at brúka hjálm.