Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 14 - 21. januar 2009 - Eg vil heldur siga, at trupulleikarnir í fiskivinnuni vóru størri í fjør, enn teir eru í ár. Í fjør vóru methøgir oljuprísir, meðan teir í ár eru munandi lægri. Í fjør var methøg renta, í ár er hon munandi minkað. So tað eru nógvar umstøður hjá fiskiflotanum og fyritøkum sum heild, ið eru munandi betri í ár enn í fjør, sigur Janus Petersen. Eitt annað, sum telur á pluss-síðuni er, at vit hava ógvuliga lítla skuld í mun til onnur lond, og tað merkir, at vit ikki eru so tyngd av rentuútreiðslum og øðrum. Og tað er eisini við til at gera, at búskapurin ikki verður so øgiliga hart raktur. - Vit hava eisini havt ein almennan sektor, sum hevur spart upp í fleiri ár, og sum hevur ráð til at hava undirskot, og tí kann halda virkseminum uppi. So vit hava nakrar møguleikar at halda gongd í hjólunum her heima. Men sum altíð so er tað eisini nøkur ting, sum vit kunnu ávirka. Halda vit uppat at búka pengar ella at gera íløgur, so vil tað draga føroyska búskapin niður eftir. So vit skulu ansa eitt lítið sindur eftir at tosa alt ov nógv um kreppuna, tí so kunnu vit verða við til at skapa hana sjálvir, sigur Janus Petersen. Dýrari at lána Danski Tjóðbankin hevur fleiri ferðir seinastu tíðina lækka rentustøðið, og før- oysku peningastovnarnir hava fylgt við. Men teir hava samstundis eisini nýtt høvið at hækka rentumarginalin. - Umstøðurnar hjá bank- unum eru broyttar nógv gjøgnum tíðirnar, men ikki minst hetta seinasta árið, og tað er ikki rættvísandi bara at tosa um rentumarginal, tá man skilir millum innlán og útlán. Tað er ikki nakað, sum lýsir støðuna hjá einum banka sum fyritøku, sigur Janus Petersen. Hann vísir á, at Føroya Banki lænir ein rættiliga stóran part av sínum lánitørvi frá øðrum bankum, sum so verða læntir út aftur til teirra kundar, og kostn- aðurin av teimum lánunum er øktur munandi tey seinnu árini. - Hartil eru komnir ymsir hjálparpakkar, sum vit eisini mugu gjalda fyri. Bankapakkarnir kosta rætti- liga nógv í statstrygd, um- framt útreiðslur, sum vit hava av okkara lántøku. Verða allar tær útreiðslurnar tiknar við, er rentumargin- alurin í veruleikanum minkaður, og ikki so lítið heldur, sigur forstjórin í Føroya Banka. Hann sigur, at tað er ikki so, at teir hava økt um rentumarginalin, tó at teir hava økt eitt sindur um mun- in millum inn- og útláns- rentuna, men saman um tik- ið er munurin millum inn- lánsrentuna og útlánsrentuna í veruleikanum minkaður. Væl fyri Tað er eingin loyna, at Moody’s hevur givið bæði Føroya Banka og føroyska landskassanum rættiliga góða rating, og tað dregur upp. - Vit eru rímiliga væl fyri, kann mann siga. Í mun til so ótrúliga nógvar aðrar bankar hava vit ikki átikið okkum so stórar skyldur, at tað er vorðin ein trupulleiki í krepputíðini. Og tað má sigast, at tað eru nógvir – eisini stórir – bankar runt um í Europa, sum eru komn- ir illa fyri at skiftinum í bú- skapinum, so vit halda okk- um vera rættiliga væl fyri, og halda ikki, okkum nýtist at ræðast framtíðina so nógv, sigur Janus Petersen. Hetta ger, at bankin hevur umstøður at virka fyri sínum kundum. - Eg haldi eisini, at tað er ógvuliga positivt, at landið hevur eitt rímiliga gott útgangsstøði. Landið hevur lítla skuld, og eftir at hava ført ein ábyrgdarfullan poli- tikk, serliga eftir kreppuárini í 90-unum, er skuldin hjá okkum minkað so nógv, at vit ikki verða so hart rakt av hesum aldubrotunum, sum nú koma, sigur Janus Petersen. So tað sær gott út, og Moody’s sær eisini, at vit eru langtíðar haldbærir, eisini tann føroyski búskapurin. - Tað sær ikki so galið út. Eg haldi ikki, at vit skulu vera so ógvuliga fokuserað upp á tosið um kreppu. Avbjóðingar eru heilt vist fyri framman, men vit kunnu eisini gera nakað fyri, at tær ikki blíva so stórar, sum tær kunnu, um vit ikki hugsa okkum væl um, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka. Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, ávarar ímóti alt ov nógvum tosi um kreppu, tí so kunnu vit verða við til at skapa hana sjálvi Mynd: Jens Kristian Vang iPhone søla í trupulleikum Undir stórum miðlahype varð nýggja skotið á telefontrænum, iPhone, lagt fram. Men áhugin fyri telefonini minkaði skjótt, og heilt galið gekst í fjórða ársfjórðingi í fjør. Tá fall salgið nevniliga av iPhone við 24% til 1,75 milliónir seldar telefonir í USA, meðan talið ársfjórðingin undan var 2,3 milliónir seldar telefonir. Talið á seldum telefonum altjóða er ikki greitt, men væntast at koma upp á 5 milliónir fjórða ársfjórðing 2008. Tá telefonin kom á marknaðin í juli 2008, fór Apple málrættað eftir teimum marknaðum, sum hava neyðugu keypiorkuna at tryggja sær eina slíka telefon. Apple fer seinni í dag at leggja fram roknskap, og bæði sølan av iPhone og heilsustøðan hjá forstjóranum, Steven Job, hevur áhuga. Partabrævakursirnir hjá Apple hava verið undir hørðum trýsti, eftir at Job gjørdist sjúkur. Heilsustøðan er verri enn hann sjálvur vildi vera við, og hann hevur nú boða frá, at hann er í sjúkrafarloyvi fram til í summar, skrivar boersen.dk Sauer-Danfoss koyrir 400 til hús Sauer-Danfoss, sum er dóttirfelag hjá donsku fyritøkuni Danfoss, boðaði í gjár frá, at tað fer at handa 400 starvs- fólkum uppsagnarbræv. Talan er um 325 fólk, sum arbeiða á høvuðsdeildini í Nordborg á Als, umframt 75 fólk á deildini í Kolding. Henrik Krabsen, stjóri í Sauer-Danfoss í Danmark, sigur við fjølmiðlarnar, at fyritøkan hevur fingið munandi færri bíleggingar úr USA í seinastuni, og at aftur- gongdin nú eisini merkist á marknaðinum í Evropa. Tí slepst ikki undan uppsagnum, sigur hann.