mikudagur 21. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 14 - 21. januar 2009
Arbeiðsloysið ikki upp um 10%
Lawrence Summers, sum er fremsti ráðgevin hjá komandi amerikanska forsetanum,
Barrack Obama, væntar ikki, at fíggjarkreppan fer at koyra arbeiðsloysið í USA upp um
10 prosent. Við Reuters sigur hann, at USA sleppur ikki undan einum munandi
arbeiðsloysi, sum hann tekur til. Hann sigur, at nógvir amerikanarar fara at missa
inntøku, og at tann privata nýtslan fer at minka tilsvarandi. Men stjórnin ætlar sær at
taka neyðug stig fyri at tálma avleiðingunum sum mest, sigur ráðgevin við Reuters.
Landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum
heldur ikki, at Før
oyar eiga at lata
norðmonnum burtur
av eykakvotuni av
makreli afturfyri
lodnu, sum kanska
kann koma uppá
tal komandi ár.
– Makrelur er dýrur
fiskur, og tað ræður
um hjá okkum – og
er okkara skylda at
tryggja okkum ein
rímiligan býtispart.
Vit eiga okkara rætt
vísa part av makrel
inum, og tað er
ógvuliga umráðandi
at fáa staðfest henda
rættin, sigur Jacob
Vestergaard
Fiskivinnustríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trætan, sum hevur tikið seg
upp í samráðingunum mill
um Føroyar og Noreg um
nýggjan fiskiveiðisáttmála,
verður eftir øllum at døma
torfør at loysa. Úrslitið er,
at teir føroysku flakatrolar
arnir, sum lógu í rokfiski
skapi í norskum sjógvi, nú
noyðast at fiska í gráu leið
ini, hóast tíðin í norskum
sjógvi er hin besta.
Hetta er nevniliga tíðin,
tá toskurin kemur til Lofot
en at gýta, og hetta er van
liga stórur fiskur. Vártúrurin
hjá hesum skipum plagar
soleiðis at roynast sum ein
hin besti á árinum.
Í brævi til landsstýrið,
fiskimálaráðið og fjølmiðl
arnar í gjár, heittu skiparar
nir á teimum fýra flaka
trolarunum,
Ennibergi,
Skálabergi, Sundabergi og
Vesturvón, á myndugleik
arnar um sum skjótast at
fáa í lag nýggjan fiskiveiði
sáttmála millum Føroyar og
Noreg.
Men alt bendir á, at hetta
verður lættari sagt enn
gjørt, um føroyingar ikki
skulu avreiða ein stóran
part av eykakvotuni av
makreli til norðmenn –
soleiðis
sum
norðmenn
hava kravt.
Hildu ikki orð
Stutt fyri jól samdust Før
oyar og Noreg um, at skipini
hjá hvørjum øðrum skuldu
kunna fiska eftir gamla sátt
málanum, til nýggjur sátt
máli varð avtalaður og
undirskrivaður, og síðan
skuldi veiðan, dragast frá
sambært nýggju avtaluni.
Flakatrolararnir
fóru
tískil í norskan sjógv í góð
ari trúgv, tí við sær høvdu
teir loyvi, sum londini bæði
vóru samd um skuldi vera
galdandi, til nýggjur sátt
máli varð gjørdur.
Men tá Føroyar og Noreg
hittust til samráðingar í Før
oyum herfyri, settu norð
menn seg av álvara upp á
afturbeinini og við sínum
í føroyskum eygum órími
ligu krøvum syrgdu teir
fyri, at eingin sáttmáli kom
í hús, samstundis sum flaka
trolararnir eystanfyri vórðu
riknir úr norskum sjógvi
eftir einum ávísum klokku
tíma.
Eykakvota trupulleiki
Í spurninginum um makrel
in eru ES, Noreg og Føroyar
strandalond og býta londini
soleiðis heildarkvotu mill
um sín, har Føroyar eiga
eitt lutfalsliga lítið, men
ávíst prosenttal, sum er eini
45% av samlaðu kvotuni.
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnu
málum, vísir á, at ES aftrat
síni kvotu sum strandaland
hevur tillutað sær eina eyka
kvotu upp á 35.000 tons
sum suðurkomponent, sum
tað verður rópt. Hetta er ein
kvota, sum verður fiskað
sunnanfyri 62 stig.
Í samráðingunum við
Noregi um nýggjan fiski
veiðisáttmála millum lond
ini, tóku norðmenn eitt nýtt
“element” inn í spurningin
um sínámillum fiskiveiði
rættindi.
Hann sigur, at eins og ES,
hevur Noreg kravt, at ein
eykakvota av makreli upp á
35.000 tons eisini verður
tillutað norðanfyri 62 stig
– ella til norðurkomponentin,
sum sagt verður.
Norðurkomponenturin í
hesum føri eru Noreg og
Føroyar.
Undir samráðingunum
kravdu norðmenn nú, at teir
skuldu hava 85% av eyka
kvotuni og vit einans 15%.
Hetta kundu vit ikki góð
taka, og tá vit ikki vildu
ganga norðmonnum á møti,
gjørdi teir greitt, at so var
eingin
fiskiveiðisáttmáli
galdandi landanna millum
yvirhøvur.
Jacob Vestergaard sigur
seg undrast yvir norska út
spælið og yvir norsku
krøvini um makrelin, tí
eykakvotan hevði als ikki
verið til viðgerðar millum
partarnar.
Vit høvdu sagt, at vit
kundu umhugsa at áseta
eina eykakvotu, men høvdu
ikki viðgjørt málið meira
enn tað. Tí undrar tað okk
um, at tað júst gjørdist mál
ið um býti av eini eykakvotu
av makreli, sum førdi til
sáttmálaloysi millum part
arnar við teimum avleið
ingum, sum hetta hevur við
sær fyri eitt nú flakatrol
ararnar eystanfyri.
Hann endurtekur, at hetta
mál slett ikki var á skránni,
og so kortini tóku norðmenn
tað fram beinanvegin undir
samráðingunum.
Toskur sum vápn
Vit royndu at “parkera”
spurningin um eykakvotuna
av makreli, men hetta vildu
norðmenn ikki hoyra talan
um, sigur landsstýrismað
urin.
Jacob Vestergaard vísir á,
at sjálvandi hevur ein fiski
veiðiavtala við Noreg nógv
størri týdning fyri føroyskan
búskap, enn avtalan hevur
fyri Noreg.
Tá Noreg gav føroysku
flakatrolarunum boð um at
gevast at fiska í norskum
sjógvi ein ávísan klokku
tíma, var bara ein norskur
línubátur
í
føroyskum
sjógvi, sum eisini mátti
gevast at fiska. Hinvegin
lógu føroyskir flakatrolarar
tá í rokfiskiskapi í norskum
sjógvi, og hetta vistu norð
menn væl. Vit skutu tí upp,
at skipini sluppu at halda
fram at fiska – og so kundu
partarnir hittast aftur til
nýggjar samráðingar um
einar 14 dagar. Men norska
svarið var noktandi.
Hann heldur ongan iva
vera um, at norðmenn
soleiðis brúka góðu støðuna
við toskinum í Barentshav
inum sum “vápn” í spurn
inginum um makrelin.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at tá hetta mál gjørdist
ein stríðsspurningur, løgdu
Føroyar út við, at eykakvot
an skuldi býtast í helvt
millum londini.
Vit skutu eisini upp at
taka henda spurningin upp
fyri seg og ikki tengja hann
at samráðingunum um fiski
rættindasáttmálan millum
londini annars. Men her
vóru norðmenn hvørki at
høgga ella stinga í. Teir
hildu fast við, at málið um
makrelin skuldi loysast sam
an við sáttmálanum annars.
Trupul støða
Jacob Vestergaard ásannar,
at samráðingarnar millum
londini eru komnar í eina
trupla støðu, sum tó vónandi
kann loyast í semju millum
partarnar.
Hann
heldur
snøgt sagt, at norðmenn í
hesum máli hava verið
bonskir mótvegis Føroyum.
Kravið hjá norðmonnum
var, at spurningurin um
býtið av eykakvotuni av
makreli skuldi greiðast,
áðrenn nøkur fiskiveiðiav
tala varð gjørd millum lond
ini.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at samband hevur verið
millum
partarnar,
síðan
samráðingarnar
slitnaðu,
men einki ítøkiligt er komið
burtur úr.
Nú viðgera vit spurning
in um makrelin neyvari
heima hjá okkum sjálvum,
soleiðis at vit kunnu finna
ein leist, sum vit kunnu góð
taka. Hinvegin er hugsandi,
at neyðugt verður bæði við
einum plani A og einum
plani B fyri at náa undir
land í samráðingunum við
norðmenn.
Jacob Vestergaard ásann
ar, at norðmenn við sínum
kravi um bróðurpartin av
eykakvotuni av makreli og
kravinum um, at hesin
spurningur
skal
loysast
fyrst, hava tikið fiskiveiði
avtaluna millum londini til
gísla.
Tað undrar okkum eis
ini, at norðmenn lupu frá
avtaluni, sum varð gjørd
fyri jól, har skipini eftir
hesi kundu fiska hjá hvørj
um øðrum eftir gomlu av
taluni, til nýggj fiskiveiði
avtala var komin upp á
pláss.
Ísland bankar…
Landsstýrismaðurin sigur,
at óvanliga nógvur makrelur
er í føroyskum og íslendsk
um sjógvi, og hetta hevur
ført til, at Ísland eisini er
farið at banka á dyrnar sum
eitt komandi strandaland í
Norðmenn bonskir
- Undir samráðingunum kravdu norðmenn, at teir skuldu
hava 85% av eykakvotuni av makreli og vit einans 15%. Hetta
kundu vit ikki góðtaka. Mótspælið hjá norðmonnum var,
at so var eingin fiskiveiðisáttmáli galdandi millum londini
yvirhøvur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
»Vit royndu
at »parkera«
spurningin um
eykakvotuna
av makreli,
men hetta vildu
norðmenn ikki
hoyra talan um
og kravdu málið
loyst, áðrenn
nakar sáttmáli
varð gjørdur…«
(Jacob Vestergaard)