Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 - 21. januar 2009 11 tíðindi Verkfrøðingar burturfluttir Í Jemen hava ókendir menn burturflutt ein týskan og tveir jemenskar verkfrøðingar, sum arbeiddu fyri eitt gassfelag har suðuri í landinum. Sambært myndugleikunum vórðu teir tríggir menninir burturfluttir í gjár í Shebwa-landspartinum. Tað er ikki óvanligt, at ættarbólkar í Jemen burturflyta útlendingar við tí fyri eyga at fáa loysigjald ella fongslaðar skyldmenn latnar leysar. Í desember vórðu tríggir týskir ríkisborgarar burturfluttir í Jemen og latnir leysir eina viku seinni. Bankapartabrøv fullu nógv Vandin fyri búskaparligari afturgonbgd, og útlitini fyri, at bankarnir fáa brúk fyri nýggjum kapitali, fingu í gjár íleggjarar til at selja síni partabrøv í bankum og øðrum fíggjarfyritøkum. Tað hevði við sær, at í Bretlandi fall partabrævvirðið í bankunum 0,4 prosent, í Týsklandi 1,8 prosent, og á børsinum í Stockholm var fallið 3,9 prosent. Millum bankarnar, sum vóru fyri stórum falli, var tann franski BNP Paribas, hvørs partabrøv fulli heili 13 prosent í virði, skrivar Bloomberg News. makrelspurninginum. - Makrelurin hevur broytt ferðingamynstur, og hetta sæst aftur bæði í føroyskum og íslendskum sjógvi, har íslendingar í fjør fiskaðu meira enn 100.000 tons av makreli. Hetta kundu teir gera, tí teir eru ikki partur av avtaluni um makrelin. Jacob Vestergaard sigur seg væl skilja íslendsku støðuna, men hann ásannar samstundis, at kemur eitt land aftrat við uppí bólkin sum strandaland, er vænt- andi, at kvotan hjá hvørjum landi sær verður uppaftur minni. - Nei, tað er ikki undarligt, at íslendingar vilja sleppa upp í part um makrelin, og við seinastu samráðingar millum strandalondini vóru íslendingar við sum eygleið- arar. Væntandi er tí, at Ís- land gerst partur av stranda- landaavtaluni í næstum. Um hetta verður næsta ár – ella seinni, veit landsstýris- maðurin ikki at siga. Lodna afturfyri Vit spurdu eisini Jacob Vestergaard, um tað er hugs- andi, at Føroyar kunnu fáa nakað av lodnu í Barents- havinum fturfyri at geva meira frá sær av eykakvotuni av makreli, men tað heldur landsstýrismaðurin ikki. - Nú lodnustovnurin í Barentshavinum byrjar at koma fyri seg aftur, hevur hesin stovnur sjálvsagt eis- ini áhuga hjá okkum. Men bæði norðmenn og russar hava sagt, at lodnan kemur ikki til umrøðu við samráingarnar um fiskirætt- indi fyri 2009. Føroyskir nótaskipareið- arar hava annars róð upp- undir, at føroyskir myndug- leikar eiga at útvega okkum eini 4.000-6.000 tons av lodnu í Barentshavinum, men hetta verður so ikki í ár. - Nei, eg haldi ikki, at vit eiga at lata norðmonnum burtur av eykakvotuni av makreli fyri lodnu, sum kanska kann koma uppá tal komandi ár. Makrelur er dýrur fiskur, og tað ræður eisini um hjá okkum – og er okkara skylda - at tryggja okkum ein rímiligan býtis- part. Í fyrsta lagi eiga vit okkara rættvísa part av makrelinum, og tað er ógvuliga umráðandi at fáa staðfest henda partin hjá okkum av samlaðu makrel- kvotuni. Tástani kunnu vit brúka makrelin í møguligum býti við aðrar tjóðir, sigur Jacob Vestergaard, lands- stýrismaður í fiskvinnu- málum. móti føroyingum Hetta er tíðin, tá toskurin kemur til Lofoten at gýta, og hetta er vanliga stórur fiskur. Vártúrurin hjá hesum skipum plagar at roynast sum ein hin besti á árinum. Nú hava norðmenn lagt seg í buktina og hava rikið føroysku flakatrolararnar, sum lógu í rokfiskiskapi, úr norskum sjógvi »Vit skutu eisini upp at taka spurningin um makrelin upp fyri seg og ikki tengja hann at samráðingunum millum londini annars. Men her vóru norðmenn hvørki at høgga ella stinga í…« (Jacob Vestergaard)